Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Stafettin
Stafettin (14) - Bjarni Kárason Petersen spyr Bárð á Steig Nielsen
Við Sjóvarmálan
Prát við Alexandur Johansen, um nýggja samstarvið millum StÍF og Tjaldur
Við Sjóvarmálan
Prát við Ann Antoniussen og Allan Poulsen um matstovuna Somwang Thaifood
Lýsing
Lýsing

Superstjórin – alt til Havnar

Innanlands, Lesarabrøv | 26/04-2019 19:00

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur broytt bygnaðin í sjúkrahúsverkinum við at seta ein forstjóra omanfyri sjúkrahússtjórarnar. Endamálið er at styrkja og stýra samstarvinum millum tey trý sjúkrahúsini. Men illgrunin um at niðurraðfesta Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús spøkir. Tað eru alt ov nógvir politikkarar, sum halda, at alt alment virksemi liggur best í høvuðsstaðnum. Og tað er lættasta søk á verðini at grundgeva fyri, at alt burdi bara verið í Havn.
Sentralistarnir vísa aftur, at nøkur ætlan er um at minka um virksemið í Klaksvík. Og tað er væl møguligt, at teir politikkarar, sum nú sita á Løgtingi, ikki ætla at taka grundarlagið undan Klaksvíkar sjúkrahúsi. Men skjótt koma nýggir politikkarar til, sum ikki eru heftir av støðuni hjá okkum núsitandi. Og teir nýggju politikkararnir fara at byggja víðari á tær umskipanir, sum verandi politikkarar hava gjørt.

Tí er superstjórin vandamikil.
Ein superstjóri vil geva nýggjum politikkarum møguleika til at flyta funktiónir frá smærru sjúkrahúsunum til landssjúkrahúsið, so hvørt sum fakligu tilmælini siga tað. Og ongin trýr uppá, at ongar ætlanir eru um at niðurlaga smærru sjúkrahúsini sum tíðin rennur.

Fyrsta og størsta stig tann vegin er nýggi superstjórin. Við honum missa verandi sjúkrahússtjórar so mikið av valdi, at teir ikki longur fara at megna at halda fast um verandi virksemi í Klaksvík og á Tvøroyri.

Øll, sum hava eygu og oyru, síggja, at tað er meiri enn vanliga striltið at fáa nakað sum helst av almennum virksemi flutt úr Havnini. Løgmaður boðaði longu á Ólavsøku 2018 frá, at ein lítil skrivstova hjá einum almennum partafelagi – tunnilsfelagið - skuldi á nýggjárinum flyta til Runavíkar. Nú vit flyta okkum inn í mai-mánað, er skrivstovan framvegis ikki flutt.

Sum undanførsla fyri at sleppa undan at flyta nakað sum helst úr Havnini, hevur samgongan eisini sagt, at tá talan er um nýggjar stovnar og nýtt virksemi, eigur slíkt framyvir at leggjast uttanfyri Havnina. Júst tí tað er vónleyst at flyta verandi virksemi.

Og nú eitt spildurnýtt virksemi, nevniliga Tjóðleikhúsið, skal stovnsetast, tala sentralistarnir aftur fyri, at SJÁLVANDI skal eitt Tjóðleikhús liggja í Havnini.

Hví?? 
Við somu grundgevingum, sum tala fyri, at Tjóðleikhúsið skal liggja í Havn, ber lætt til at grundgeva fyri, at øll almenn fyrisiting skal liggja í Havn. At hægri útbúgvingarstovnar skulu liggja í Havn. At øll sjúkraviðgerð skal liggja í Havn. At allir landsstovnar skulu liggja í Havn.

Sjálvandi tí, at øll hava stytsta veg til Havnar og tí at alt í forvegin liggur har. Og hesar grundgevingar fara allar í framtíðini at flyta bæði Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús í Havn.

Um vit ikki politiskt steðga tí í føðingini. Tí er superstjórin ein skeiv funktión, so røtt hon enn kann tykjast. Tí fari eg staðiliga at heita á landsstýriskvinnuna um at bíða við at seta ein nýggjan superstjóra, til nýggj samgonga er skipað. Tá fær ein nýggjur landsstýrismaður møguleika til at broyta bygnaðin aftur, um tað er politisk undirtøka fyri tí.

Bill Justinussen


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Thormund Johannesen: Eg velji ikki eina kvinnu ...
Hvussu langt skulu vit fylgja streymi­num áðrenn vit vakna?
Nýtt matarstað í Runavík
BRÁTÍÐINDI: Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Vallyfti fyri rímiligan kostnað
Petur Háberg: Politikkur var ikki fyri meg
Tað er lygn Demokratia, sigur Bill Justinussen
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vit hava eitt ófrávíkiligt krav, um vit koma í samgongu
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Bretar funnu heroin fyri fleiri milliónir umborð á bingju­skipi
Tobbi og Norðlýsið standa saman í valstríðnum
Janus Rein ikki á listanum hjá Fólka­flokki­num hesuferð
Tobbi er greiður
“Sjálvstýri og Kristin draga eina línu”
Liss Hansen stillar upp fyri Føroya­flokkin
Jørgen, Bárður, Jógvan og Jenis fáa meirilutan í eini nyggjari kanning
Politiska umsitingin av føroyska botnfiski­skapi­num greinað
Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt
Føroya Arbeiðsgevara­felag: Súlan er ikki virkisfør
Ung valevni fáa nýggja heimasíðu í valstríðnum
Pallborðsfundur um hægri útbúgving
Í dag er tann STÓRI SJÓMANNA­DAGU­RIN - les alla skránna her
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Stafettin
Stafettin (14) - Bjarni Kárason Petersen spyr Bárð á Steig Nielsen
Við Sjóvarmálan
Prát við Alexandur Johansen, um nýggja samstarvið millum StÍF og Tjaldur
Við Sjóvarmálan
Prát við Ann Antoniussen og Allan Poulsen um matstovuna Somwang Thaifood
Nýggjastu tíðindi