Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Stafettin
Stafettin (14) - Bjarni Kárason Petersen spyr Bárð á Steig Nielsen
Við Sjóvarmálan
Prát við Alexandur Johansen, um nýggja samstarvið millum StÍF og Tjaldur
Við Sjóvarmálan
Prát við Ann Antoniussen og Allan Poulsen um matstovuna Somwang Thaifood
Lýsing
Lýsing

Ein viðmerking og rættleiðing til kringvarpsprát við Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu.

Lesarabrøv, Politikkur | 28/04-2019 00:48

Í tíðindunum í útvarpi kringvarpsins á miðdegi var samrøða við landsstýriskvinnuna, har hon ilskast inn á andstøðuna fyri ikki at vilja taka undir við uppskoti samgongunnar  um vælferðarlóg. Talan er um eitt mál, sum tíðindakvinnan hegnisliga fekk mint landsstýriskvinnuna á, hevði verið í hennara valdi seinastu 3½ ár árini, og tí burdu nakrir mánaðir afturat neyvan verða nøkur stór vanlukka.

Men litið hjálpti, andstøðan fekk enn einaferð  skuldina fyri, at lítið og einki kemur burturúr hjá samgonguni.

Nevndarviðgerðin og broytingaruppskot.

Nú havi eg tann forrætt, at eg eri limur í trivnaðarnevndini, og eg kenni meg tí noyddan at minna landsstýriskvinnuna á niðanfyristandandi veruleikar:

1. Undir 1. viðgerð í Løgtinginum varð víst á, at vælferðarlógaruppskotið (talan er um ein pakka við 6 ymiskum uppskotum) við hoyringsskrivum er so umfatandi, at tóat framsøgufólkini fingu eykatíðir til viðgerðina (15 minuttir ístaðin fyri 10 minuttir) so gav tað neyvan meira enn nøkur fá sekundir til at viðgerða hvørja einstaka grein. Men, sum ført varð fram, ”í trivnaðarnevndini verður ivaleyst av tíð til at fara í dýpdina við uppskotinum”.

2. Í Trivnaðarnevndini hevur uppskotið staðið á skránni til 7 fundir, har 19 onnur uppskot eisini hava verið á skrá- umframt eitt hav av innkallingum. Ein og hvørkann ímynda sær, hvussu lítil tíð hevur verið til eina veruliga gjøgnumgongd av hesum stóra uppskotinum, faktiskt so gott sum eingin, tí á trimum av sjey fundum varð tað als ”ikki viðgjørt”, lesa vit í nevndargerðabókini!

3. Í dag, leygardagin 27. apríl, kl. 15.28, tvs. 3 tímar aftaná útvarpsviðtaluna, fingu vit nevndarlimir teldupost frá nevndarskrivaranum, har hesin vegna nevndarformannin boðar okkum frá broyting í lógini. Harumframt fáa vit at vita, at ”aðrar broytingar kom møguliga frá meirilutanum/ nevndini. Formaðurin sendir tykkum hetta so skjótt tað er klárt”. 

Tvs. skilaleys, høpisleys og vanvirislig viðgerð av hesum týdningarmikla málinum og av andstøðunevndarlimunum, sum í sama telduposti verða biðin koma við áliti teirra í dag, leygardagin (áðrenn vit hava sæð fráboðaðu broytingarnar)- ella ímorgin, heilidagin.

Uppskotið hevur betri uppiborið!

At landsstýriskvinnan kemur við broytingum til nýggja lóg, longu áðrenn hendan er samtykt, boðar ikki frá góðum arbeiði ella hepnum arbeiðslagi. Og at koma í nevnd við broytingum aftaná at 1. viðgerð hevur verið, er í besta føri ábyrgdarloysi og í ringasts føri ein roynd at bróta ting- og stýrisskipanir.

Mítt tilmæli til landsstýriskvinnuna er, at hon tekur uppskotið aftur. So kann hon gera tað liðugt og lata komandi landsstýrisfólk í almannamálum, hvør tað enn verður, leggja tað fram aftur á Ólavssøku.

Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Thormund Johannesen: Eg velji ikki eina kvinnu ...
Hvussu langt skulu vit fylgja streymi­num áðrenn vit vakna?
Nýtt matarstað í Runavík
BRÁTÍÐINDI: Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Vallyfti fyri rímiligan kostnað
Petur Háberg: Politikkur var ikki fyri meg
Tað er lygn Demokratia, sigur Bill Justinussen
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vit hava eitt ófrávíkiligt krav, um vit koma í samgongu
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Bretar funnu heroin fyri fleiri milliónir umborð á bingju­skipi
Tobbi og Norðlýsið standa saman í valstríðnum
Janus Rein ikki á listanum hjá Fólka­flokki­num hesuferð
Tobbi er greiður
“Sjálvstýri og Kristin draga eina línu”
Liss Hansen stillar upp fyri Føroya­flokkin
Jørgen, Bárður, Jógvan og Jenis fáa meirilutan í eini nyggjari kanning
Politiska umsitingin av føroyska botnfiski­skapi­num greinað
Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt
Føroya Arbeiðsgevara­felag: Súlan er ikki virkisfør
Ung valevni fáa nýggja heimasíðu í valstríðnum
Pallborðsfundur um hægri útbúgving
Í dag er tann STÓRI SJÓMANNA­DAGU­RIN - les alla skránna her
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Stafettin
Stafettin (14) - Bjarni Kárason Petersen spyr Bárð á Steig Nielsen
Við Sjóvarmálan
Prát við Alexandur Johansen, um nýggja samstarvið millum StÍF og Tjaldur
Við Sjóvarmálan
Prát við Ann Antoniussen og Allan Poulsen um matstovuna Somwang Thaifood
Nýggjastu tíðindi