Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Stafettin
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Komið øll við
Samrøða: Archibald Black um at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð
Komið øll við
Komið øll við (11) - Øll sendingin - 23. mai 2019
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jógvan á Lakjuni
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating (2) - Øll sendingin - 2019-05-23
Ymiskar sendingar
Formaðu­rin hevur orðið (1) - Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokkurin
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Uni Rasmussen
Lýsing
Lýsing

Ivasom avrik og metstór avgjøld á vinnu og borgarar

Innanlands, Lesarabrøv | 29/04-2019 14:28

Tá vit hyggja aftur á avrikini hjá sitandi vinstrasamgongu, mugu vit staðfesta, at avrikini í besta føri hava verið ivasom. Hartil hava rokningarnar verið methøgar, sum samgongan hevur skrivað út til vinnuna, serliga fiskivinnuna, men eisini til okkum borgarar. Nú nærkast valdagurin, tá sannleikans tími kemur, tá ið veljarin aftur skal avgerða hvør skal stjórna landinum komandi fýra árini.

Nøkur av “avrikunum” hjá vinstrasamgonguni eru hesi:

·        Ein miseydnað fiskivinnunýskipan, har álitið á fiskivinnuni er farið, og meirluti ikki er fyri kvotaskipan og nýggjum veiðigjøldum.

·        Ein pensjónsnýskipan við dupultskatting av Samhaldsfasta og harvið ov lítlum bata til pensjónistar.

·        Ein stjórnarskipan, sum fór fyri bakka, tí at samgongan sjálv ikki kláraði at semjast.

·        Ein samtykt og broytt hjúnabandslóg, har dirvið ikki var at spyrja Føroya fólk eftir.

·        Ein tunnilsloysn, har Norðoyggjar eru stóri taparin.

·        Óskil í Fiskimálaráðnum og ein fiskimálaráðharri, sum ikki vildi taka ábyrgd.

·        Munandi óheimilað meirnýtsla hjá Landsverki viðvíkjandi Glasi og H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

·        Óskil í Mentamálaráðnum, sum nærum ikki fekk ráðharran at taka ábyrgd fyrr enn í tólvta tíma.

·        Óskil í Samferðslumálaráðnum, sum enn ikki hevur fingið avleiðingar.

·        Lemjandi ákærur frá Landsgrannskoðanini móti Mentamálaráðnum, Samferðslumálaráðnum og løgmanni.

·        Almennar útreiðslur, sum eru meira enn tvífaldaðar árini 2015-2019 sammett við  árini 2011-2015.

Og harumframt munandi økt avgjøld á vinnuna og borgarar:

·        Munandi hækkingar í veiðigjøldum og uppboðssølugjøldum frá fiskivinnuni.

·        Hægri gjøld á alivinnuna.

·        Øktir skattir til vanliga borgaran við KVF-gjaldi og økt gjøld til AMEG (Samhaldsfasta) og Heilsutrygd. Økt avgjøld á bensin og diesel, hægri vektgjald, umframt at tinglýsingargjaldið er hækkað munandi. 

·        Vinnuni er somuleiðis álagt hægri avgjøld, t.d. hægri KVF-gjald, økt gjøld til AMEG (Samhaldsfasta), økt umhvørvisgjøld so sum smyrioljugjald, økt nýtslugjøld og munandi økt tinglýsingargjøld.

 

Spurningurin sum vit øll eiga at seta okkum í dag, eftir at vinstrasamgongan hevur tikið munandi av peningi frá vinnuni og okkum borgarum er, um vit so øll hava fingið tað so nógv betri? Um virðini nú eru meira rættvíst býtt? Min meining er, at vit helst ikki hava tað betri í dag, men heldur tvørturímóti. Hetta tí at beinleiðis og óbeinleiðis skattir í dag eru væl hægri hjá okkum borgarum, sum vit hvør sær merkja dagliga við at nettolønin er minkað í prosentum, umframt at mánaðarligu útreiðslurnar er vaksnar við avgjaldshækkingunum frá samgonguni. Harumframt mugu vit staðfesta at vinnan samanlagt hevur fingið eitt verri kappingarføri við øktum almennum gjøldum.

Vónandi fáa vit eina borgarliga samgongu eftir komandi løgtingsval, sum kann raðfesta ein tólmandi almennan útreiðsluvøkstur frameftir, tryggja vælferðartænastur og samtykkja ein langtíðar tryggan vinnupolitik.  Hesum vil eg arbeiða fyri vegna Fólkaflokkin um eg veri valdur inn á løgting.

 

Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur
Valevni Fólkafloksins

- Vilji og dirvi til broytingar

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
R7 beinleiðis úr Skopun 13.00 til 15.00
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Borgar­stjó­rin á Eiði stuðlar Tordur Niclasen í Miðflokki­num
Vestmanna kommuna fekk einki ítøkiligt tilboð um bygging á Kolastykkinum
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Gerhard Lognberg myndarøð: gleðisdagur fyri Føroyar og Sandoynna
Beint nú á R7: FORMAÐU­RIN HEVUR ORÐIÐ: hesa ferð Aksel V. Johannesen
Aksel V. Johannesen: Sonja vildi ikki hava lands­stýrissessin í arbeiðsmarknaðarmálum
Kanst tú hjálpa løgregluni ?
Filmsbrot: Bátar koma inn við dagsins fongi í Altea í Spania
Smart, ábyrgdarleyst ella botnfrekt at "Bypassa" demokratiið?
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
MYNDARØÐ: Klárt til Bátastevnuna í Vestmanna
Sóri Dímun fremst á lista yvir friðskjól hjá The Guardian
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Norski krúnprinsu­rin vil tosa við systur sína um hennara heiti sum prinsessa
Myndarøð: Biskupstøðgarður
Krossfesting í søguligum ljósi
Flottur filmur um virksemi hjá MEST
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Flaggsigling 2019
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
"Kom á 2069!" (61) - 24. mai 2019
Stafettin
Stafettin (6) - Bill Justinussen spyr Jákup Mikkelsen
Komið øll við
Samrøða: Archibald Black um at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð
Komið øll við
Komið øll við (11) - Øll sendingin - 23. mai 2019
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Christian Andreasen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jógvan á Lakjuni
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating (2) - Øll sendingin - 2019-05-23
Ymiskar sendingar
Formaðu­rin hevur orðið (1) - Aksel V. Johannesen, Javnaðar­flokkurin
Metis
Metis - Øll sendingin - 21. mai 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (108) - 20. mai 2019
Sandoyarsendingin
Prát við Gunhild J. Winther, lærling hjá Skopunar Kommunu
Sandoyarsendingin
Prát við Kristoffur Poulsen, um Búrhandlilin í Skopun
Sandoyarsendingin
Samrøða: Høgni Tausen um Føroya Grótvirki í Skopun
Sandoyarsendingin
Prát við Gerhard Lognberg, sum hugleiðir um Skopun
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (3) - 20. mai 2019
Komið øll við
Komið øll við (10) - Um Eurovision: Tóra við Keldu, Jógvan Hansen, Jacob Mouritz Olsen og Janus Rein - 16. mai 2019
Stafettin
Stafettin (5) - Kári P. Højgaard spyr Bill Justinussen
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Fólka­flokku­rin á Fólkating - Uni Rasmussen
Nýggjastu tíðindi