Umhvørvisvikan í Havn byrjar í dag
Í dag verður Umhvørvisvikan 2019 í Tórshavnar Kommunu sett. Nógv tiltøk eru á skránni, og m.a. verður ókeypis plantupakki at fáa á Vaglinum.
Skráin fyri dagin sær soleiðis út:
Leygardagur 4. mai:
kl. 11.00 Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini setir Umhvørvisvikuna á Vaglinum.
"Plantið eitt træ". Fólk fáa ókeypis plantupakkar at taka heim við. Trý sløg at plantupakkum eru at velja ímillum:
• plantupakki við harðbaldnum runnum og trøum
• berjarunnarpakki
• pakki við fleiráraurtum
Á bygd í kommununi luta staðbundnu nevndirnar plantupakkarnar út leygardagin 11.mai.
Havið posa við til planturnar.
Livandi tónleikur við Jens Marna Hansen.
Plantumarknaður í gongugøtuni.
Loppumarknaður í Tinghúsgarðinum.
Mótasýning við klæðum úr endurnýtsluhandlum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur