Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Móttøka fyri FM frá Badminton-, Judo- og Borðtennisfeløgunum í Havn 01. mai 2019

Ítrottur | 01/05-2019 20:37

Tíðindini hava flogið um oyruni á okkum seinastu tíðina um ítróttargreinarnar badminton, judo og borðtennis. Vit hava hoyrt um og sæð kappingar í meistarabólkum, masterclass, ISI-Cup og Grand Prix í badminton, judo hevur just havt spennandi FM-kapping, og úrslitini í borðtennis hava verið einastandandi.

Í sambandi við góðu úrslitini hjá Havnar Badmintonfelag, Havnar Judofelag og Borðtennisfelagnum Tór seinastu tíðina, var móttøka fyri feløgunum í Móttøkuhúsinum í kvøld. 

Annika Olsen, borgarsjóri, legði fyri við hesari røðuni til leikarar, venjarar, hjálparfólk og foreldur.

--- o ---  

Sum tykur øll minnast, so varð leingi tosað um ordiligar umstøður til borðtennis í Føroyum. Leingi høvdu tykur verið á fundum um nútíðar høli til judo. Leingi vístu tykur á, at badmintonítróttin skuldi lyftast upp. Og leingi grundgóvu tykur fyri, hvørjir møguleikar útbygda høllin á Hálsi fór at fáa fyri føroyskan ítrótt. 

Og so ein dag fyri skjótt hálvumøðrum ári síðan sóu okur hesar nýggju og hábærsligu karmar til tykara ítróttargreinar. Málið og miðið hjá Tórshavnar kommunu er júst, at karmarnir og tænasturnar styðja undir ítrótt í fremstu røð. At úrvalsítróttur hevur góðar umstøður, og at áhugaítrótt ger okum virkin og vakin í høvuðsstaðnum. 

Nógv eru tykur, sum hava íðkað ítrótt í hesi høllini, síðani hon varð liðug. Og umframt ítróttarfeløg hava eisini skúlar, frítíðarskúlar, samkomur og sjálvbodnir felagsskapir mangan skipað fyri tiltøkum á Hálsi.

Í Føroyum hava okur eina ríka og sterka siðvenju at ganga ítróttarfeløgum til handa. Tað stóra sjálvbodna arbeiðið, sum er í okkara ítróttarfeløgum, er ómetaliga virðismikið. Foreldur og nógv onnur veita sítt týðandi sjálvbodna ískoyti til, at vit hava so góð og skipað tilboð til børn, ungdóm og vaksin.

Okur síggja nú, at við teimum framúr kørmunum, sum nú eru, ja, so eru fortreytirnar fyri menning og vaksandi limatali sera góðar. Vit ivaðust ongantíð í, at hesar umstøður fóru at draga fleiri til hesar ítróttagreinar.
Og nú hava tit øll víst í verki, hvussu alsamt betri umstøður saman við hørðum arbeiði skapar minnilig úrslit.

Og hetta er tað, vit hava sett út í kortið: Ítróttur og rørsla hava stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi. Møguleikarnir fyri ítrótti verða áhaldandi útbygdir bæði fyri breiddina og úrvalsítrótt. Tórshavnar kommuna skal kunna hýsa enn fleiri altjóða kappingum í høvuðsstaðnum.

Hetta borgar útbygda høllin á Hálsi fyri sum er. Men eg kann avdúka, at ein verulig stórhøll er ikki so langt burtur, tí kommunan arbeiðir í løtuni við at fyrireika staðseting og bygging av eini multiarena, sum verður ein veruligur ítróttardepil, ein tjóðhøll, sum fer at draga hópin av altjóða ítróttarkappingum hendavegin.

So tykur hava veruliga nakað at síggja fram til. Eg fari eisini at takka tykum øllum fyri gott samstarv og gott arbeiði. Tað gleðir okum at kunna bjóða tykum inn á gólvið eina løtu at heiðra tykum fyri tykara stóra innsats og góðu úrslit. Og hjartaliga tillukku við øllum tykara góðu úrslitum – og góða eydnu við ítróttarligu avrikunum fyri framman. 

Annika Olsen
borgarstjóri


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi