Kyn í føroyskum og grønlendskum bókmentum
Frá miðjum mars til miðjan apríl undirvísti Malan Marnersdóttir, professari, á deildini fyri mál, bókmentir og miðlar á Ilisimatusarfik, universitetinum í Nuuk í Grønlandi. Evnið, sum hon undirvísti í, var kyn í føroyskum og grønlendskum bókmentum. Talan var um eitt evnisskeið fyri bachelorlesandi á triðja ári og kandidatlesandi, skrivar Fróskaparsetur Føroya á heimasíðu síni.
Lisnar vóru ástøðiligar greinir eftir Simone de Beauvoir, Elaine Showalter og Judith Butler, R. Connell, Pierre Bourdieu og Firouz Gaïni. Skaldsligu verkini vóru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, Jóanes Nielsen, Oddvør Johansen, Katrina Ottarsdóttur, Steintór Rasmussen, Niels Lynge, Otto Stenholdt og Niviaq Korneliussen. Øll skaldsligu verkini vóru lisin í danskari týðing eins og undirvísingin fór fram á donskum.
Á universitetinum í Nuuk, Ilisimatusarfik, starvast umframt grønlendingar og danir eisini fólk úr Svøríki, Týsklandi og Føroyum. Eins og Malan eru javnan fólk frá universitetum í grannalondunum og undirvísa styttri tíðarskeið á Ilisimatusarfik. Malan hevur verið ein av teimum síðani 1995.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur