Sjóvinnuforum 2019 á Vinnuháskúlanum
Í morgin verður sjóvinnuforum á Vinnuháskúlanum í Havn. Endamálið er at savna sjófólk í eitt forum, har aktuel mál innan sjóvinnuna, verða umrødd. Tað skriva fyriskiparinir á facebook.
Tiltakið varð hildin fyrstu ferð í mai 2018, og dagurin heppnaðist so mikið væl, at hann nú verður endurtikin. Fleiri enn 100 fólk við tilknýti til sjólívið vóru til Sjóvinnuforum í 2018.
Dagurin verður skipaður við at luttakandi feløgini greiða frá viðkomandi viðurskiftum innan sjólívið, umframt aðrir fyrilestrar við tilsvarandi evnum. Trygd á sjónum kemur at fylla nakað av skránni. TIltakið byrjar í morgin kl. 10.
Fyrireikarar av Sjóvinnuforum eru Skipara- og Navigatørfelagið, Makimeistarafelagið, Føroya Fiskimannafelag og Sjóvinnustýri/FAS, og í ár er Føroya Fiskimannafelag eisini partur av tiltakinum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur