Politiskur fólkafundur í Salt í dag
Politisku vælfeløgini í Suðuroynni skipa fyri stórum fólkafundi í dag. Tiltakið er ókeypis og varar allan dagin - byrjað varð kl 10 og tiltakið endar kl 17.
Hugsjónin við fólkafundinum er at fáa politikaran í eygnahædd við borgaran, soleiðis at veljari og makthavari møtast á jøvnum støði. Aktuel og viðkomandi evni verða viðgjørd – høvi verður at seta spurningar og hitta politikararnar.
Allir flokkanir luttaka. Suðuroyggin og útjaðarin verða í fokus. Leiðandi politikarar úr øllum flokkum taka lut, eins og umboð fyri politisku ungmannafeløgini eru við
Fyrireikararnir leggja doyðin á ein livandi og virknan sosialan og poltiskan dag, við framløgum, atkvøðugreiðslum, speekers corner, øðrvísi innsløgum, har flokkartnir seta hvør øðrum spurningum. Fundurin endar við einum formanspallborði.
Ā middegi verður smyrjibreyð og kaffisteðgur er kl 15.
Húsið er opið allan dagin.
Jón Brian Vidtfeldt verður orðstýrari
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur