Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Anna var so betikin av øllum

Átrúnaður | 12/05-2019 15:00

- Hetta tiltakið við Vøggusangi í kirkjuni er eitt sera gott tiltak.

Orðini eigur 29 ára gamla Rakul Winther úr Klaksvík, sum er ein av mammunum sum annanhvønn fríggjadag seta hvørjum øðrum stevnu í Christianskirkjuni. 

Hon er her við fyrsta barni sínum, tríggjar mánaðar gomlu dóttrini, Anna Winther Knudsen, sum var doypt leygardagin í somu kirkju. 

- Ja, tað er heilt sikkurt, at Anna dámar sera væl at koma her í kirkjuna. Her verða sansirnir hjá henni stimuleraðir á ein serstakan hátt, greiðir Rakul frá. 

Tað er urguleikarin í Christianskirkjuni, Johanna Johannessen sum stendur fyri Vøggusanginum. 

Tiltakið er væl undirtikið. Onkutíð eru 16 mammur við pinkubørnum; onkutíð eru tær 8, og henda dagin vóru 12 mammur við til vøggusangin. 

GOTT TILTAK 
Rakul tørvar í roynd og veru ikki at siga tað. Øll, sum eru í Christianskirkjuni henda fríggjamorgunin síggja, hvussu væl ið Anna dámar at vera her. 

Tann fyrsti morgunsangurin gevur øllum fullgott prógv fyri, at lítla Anna elskar tónleik og sang, har hennara vakra navn enntá verður sungið av øllum. 

Rætt skal vera rætt: Tað er tó ikki bert henni, ið dámar væl at koma higar. Tað sama kann sigast um øll hini 11 børnini, sum eru til Vøggusangin henda dagin. 

- Jú, hetta er eitt sera gott tiltak, staðfestir Rakul Winther. - Eg haldi, at tað er ordiliga gott. 

Tiltakið við Vøggusangi hevur verið hildið her í kirkjuni seinastu fimm árini. Hetta er tó aðru ferð at Rakul tekur dóttrina við sær higar. 

IKKI ANGRAРTAР
Eitt er at skipa fyri einumhvørjum góðum tiltaki. Annað er sjálvandi spurningurin um, hvussu ein fær hetta lýst millum manna. 

Í dag eru fleiri hættir at fáa ein slíkan boðskap út. Ein teirra er umvegis Facebook. 

- Eg havi hoyrt frá øðrum um hetta frálíka tiltakið her í kirkjuni. Tá eg so seinni bleiv ámint um tað á Facebook, avgjørdi eg at fara við henni. 

- Og lat meg beinanvegin sláa fast, at hetta havi eg ikki angrað. Anna hevur dámað sera væl at verið við her, sigur Rakul brosandi. 

- Ja, hon var faktist ordiliga betikin av øllum tí, sum gekk fyri seg her. 

Tær báðar fara heilt víst aftur næstu ferð, tá ið vøggusangur verður nú fríggjadagin 10. mai klokkan 10. 

Hetta er samstundis seinasti Vøggusangurin áðrenn summarsteðgin. 

- HUGNA OKKUM SAMAN 
Sagt verður mangan, at øll kenna øll í Føroyum. Og helst er okkurt um tað – eisini, tá talan er um mammur við pinkubørnum í Klaksvík. 

Hóast hetta bert var aðru ferð, at Rakul var til Vøggusangin, so kendi hon tær flestu av mammunum, sum vóru her. 

- Jú, eg veit sjálvandi eisini hvørjar hinar eru. Men tað hevur einki at týða, tí her hugna vit okkum øll saman, greiðir hon frá. 

Eftir at mammur og pinkubørnini eru liðug at syngja har frammi í kirkjuni, verður boðið til ein góðan drekkamunn í kirkjukjallaranum. 

Og her gongur prátið so lystiliga um dagsins viðurskifti – og sjálvandi eisini um børnini. 

- Hetta er ein sera góður møguleiki at fara út fyri dyr, og fáa eina góða løtu saman við øðrum mammum. 

KLOKKUTÍР
Tá talan er sum pinkubørn, so er støðan hon, at tey ikki brúka okkara klokku, men ráða í mangar mátar sjálvi, hvussu dagurin verður skipaður. 

Ein avbjóðing, sum øll foreldur kenna til, er tá tey skulu møta upp til ávísa klokkutíð við einum pinkubarni. Tá er ikki altíð so einfalt at fáa alt at ganga sum ætlað. 

Soleiðis er eisini hjá Rakul og Anna, tá tær skulu møta í Christianskirkjuni til Vøggusang ein fríggjamorgun klokkan 10. 

- Ja, hjá okkum er tað soleiðis, at hon svevur ofta júst tá. Tí nái eg ikki altíð at koma til tíðina. 

- Men, - so hugsi eg bara sum so: Heldur koma ov seint, enn als ikki koma. Og tí eru vit her aftur í dag, sigur Rakul Winther. 

(Sí eisini greinina: ”Vøggusangur: Børnini kenna bæði rútmu og lag”, 3. mai 2019) 

Orð/mynd: Snorri Brend

kelda: www.folkakirkjan.fo

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi