Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Í dag eru 40 ár síðani Erla Olsen byrjaði sum organistur í Vestmanna kirkju

Innanlands | 17/05-2019 11:00
Erla Olsen | Mynd: folkakirkjan.fo

Tað er einki at taka seg aftur í, at Erla Olsen, sum er ættað úr í Sandavági, hevur verið sera virkin í bygdarlívinum í Vestmanna. Umframt at vera organistur, hevur hon eisini eitt kór í kirkjuni. Eisini hevur hon verið sera virkin sum venjari hjá yngru deildunum hjá VÍF - og nógv, ja sera nógv heiðursmerkir eru komin í hús.

Jústinus Leivsson Eidesgaard skrivaði eina grein um Erlu Olsen á folkakirkjan.fo, sum lýsir Erlu sera væl.

Jústinus skrivar:

Erla Olsen er fødd í Sandavági og hvør einasti vestmenningur, sum vísir seg í kirkjuni, setir Erlu í samband við urguna í kirkjuni, sálmasong og kórsang. Erla er fødd 17. juli 1944 og hevur búð í Vestmanna, síðan hon 19 ára gomul giftist vestmenningi. 

    - Vit møttust í Havn. Eg arbeiddi á telegrafstøðini og hann á marinustøðini og vit gjørdust par. Tá ið tíðini giftist mann, mann livdi ikki saman. Eg var 19, hann 21, og vit eru saman enn. 

    - Eg byrjaði at læra at spæla upp á orgul sum 12 ára gomul. Mín bakgrund í Sandavági er Indre missiónsk. Liljan Samuelsen var lærarinna í Sandavági, hon var ættað úr Kollafirði og eg byrjaði at læra hjá henni. Seinni fór eg at læra hjá Ingerð Joensen, og har kom eg eitt stig víðari. Eg lærdi alla tíðina at spæla eftir nótum og við øllum stemmunum. Ingerð var nokkso beint fram. Eitt kvøldið á einum kvinnumøti segði Ingerð knappliga: “Í kvøld spælir Erla.” Hon hevði ikki spurt meg. Men tað gekk væl, eg spældi, og í Sandavági hava fólk tað við at rósa hvørjum øðrum og eg fekk herðaklapp. 

    - Eg kom úr einum rættuliga musikalskum heimi. Pápi mín, Jørgen Johannesen, sum dagliga var smiður, var organistur í kirkjuni. Heima hjá okkum høvdu vit eitt stovuorgul og eitt klaver í hini stovuni, og eg átti eitt lítið orgul, sum eg hevði á kamarinum á loftinum. 

Musikalska leiðin steðgaði ikki hjá Erlu. Hon fór til Havnar og kom beinanvegin í læru hjá Miu Waagstein. 

Eg gekk eitt ár hjá henni og síðan fór eg at ganga til undirvísing hjá Jóannes Nolsøe, og hjá honum var eg í mong ár. Eg var eisini niðri eitt skeið og spældi í Sankt Bendts kirke í Ringsted, tað var ein lærurík tíð. Í Føroyum havi eg spælt mest í Vestmanna, eg byrjaði har í 1979, og eg havi eisini sitið við urguna í Kvívíkar kirkju. Eg varð vald til organist í Vestmanna og tað eri eg fegin um. 

Vit eiga fimm børn, fýra dreingir og eina gentu. Og vit hava fingið 16 barnabørn og fýra langbarnabørn. Eg eigi eina ommudóttur, sum býr í Dímun. Eg havi verið fleiri ferðir í Dímun og plagi at rokast við matinum har. 

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard á folkakirkjan.fo

Vit á R7 ynska Erlu Olsen hjartaliga til lukku við 40 ára degnum.

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi