Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Stafettin
Stafettin (14) - Bjarni Kárason Petersen spyr Bárð á Steig Nielsen
Við Sjóvarmálan
Prát við Alexandur Johansen, um nýggja samstarvið millum StÍF og Tjaldur
Við Sjóvarmálan
Prát við Ann Antoniussen og Allan Poulsen um matstovuna Somwang Thaifood
Lýsing
Lýsing

"Lopfjølin" til ung við sosialum og sálarligum avbjóðingum skal styrkjast

Innanlands | 15/05-2019 20:00
Annika Anthoniussen, Námsvísindadeildin, Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, Jógvan Dahl, formaður fyri eftirmetingina, Hanna Jensen, landsstýriskvinna og Erla Olsen, Námsvísindadeildin.

Mánadagin varð eftirmetingin av tilboðnum »Lopfjølin« handað landsstýriskvinnuni í útbúgvingar- og granskingarmálum, Honnu Jensen, og borgarstjóranum í Havn, Anniku Olsen.

Lopfjølin er tilboð til børn og ung í 7. til 9. flokki við skúlaaftran. Orsøkirnar til, at hesi ungu aftra seg við fólkaskúlan, kunnu vera svárar sosialar ella sálarligar avbjóðingar, sum hava við sær, at tey ikki megna at koma í vanliga skúlan. Tískil fáa tey heima- ella sjúkraundirvísing.

Lopfjølin er eitt tvørgeiraligt samstarv ímillum Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommunu og Sernám, sum vísir seg at fungera sera væl og lofta teimum ungu við skúlaaftran á ein góðan hátt.

Jógvan Dahl, ið var leiðari fyri eftirmetingarbólkin, segði í framløgu síni, at av teimum 14 næmingunum, sum higartil eru liðug í Lopfjølini, hava 12 fingið fráfaringarskjal og 10 eru farin víðari á miðnámsskúla ella í arbeiði. Næmingarnir hava verið í miðal 14,2 ára gamlir, tá teir eru byrjaðir á Lopfjølini.

Eftirmetingin, ið millum annað er bygd á samrøður við næmingar, foreldur og starvsfólk, umframt hagtøl, vísir greitt, at næmingarnir hava havt stóra menning bæði á persónliga, sosiala og fakliga økinum, tí næmingarnir verða møttir, har teir eru. Sjálvsálitið og sjálvsvirðið veksur, og tey fáa størri trúgv á egin evni, tí tey fáa hóskandi uppgávur, sum tey megna.

Umframt sjálva eftirmetingina vóru eisini fleiri tilmæli handað landsstýriskvinnuni og borgarstjóranum í Havn í gjár.

Millum annað verður tilmælt, at tilboðið eigur at halda fram, og at tað eigur at verða upplýst betur um tilboðið. At tímatalið til lærarar og námsfrøðingar eigur at hækka, og at tilboðið eigur at verða víðkað til næmingar niður í 5. flokk, soleiðis, at møguleiki verður at lofta teimum ungu fyrr, áðrenn negativu árinini av skúlaaftranini gerast ov stór. Hartil verður mælt til, at samstarvið millum Lopfjølina og upprunaskúlan hjá næmingunum skal bøtast, so møguleikin fyri, at tey kunnu fara aftur í sín egna flokk, tá tey hava fótað sær, veksur.

Bæði Hanna Jensen og Annika Olsen fegnaðust um eftirmetingina og vóru glaðar um tilmælini.

- Hetta er avgjørt eitt týðandi tilboð, og tað er gleðiligt at hoyra, hvussu góða ávirkan Lopfjølin hevur á teir næmingarnar, sum ganga har. Men sjálvandi eiga vit altíð at leggja okkum eftir at gera tað enn betur. Hesi tilmælini um, hvussu vit kunnu bøta um tilboðið, verða sjálvandi tikin í størsta álvara, sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum.

- Hesi tilmælini verða eisini viðgjørd við størsta álvara í kommununi, tí vit vita hvussu svárt tað er at enda uttanfyri orsakað av sosialum ella sálarligum trupulleikum. Og granskingin hevur prógvað, at jú fyrr vit seta inn og lofta, jú betur. So eg kann bara ímynda mær, at hesi tilmælini verða sett í verk, tá ið tey eru viðgjørd í viðkomandi nevndum, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Mentamálaráðið er við í einum norðurlendskum samstarvi undir Norðurlandaráðnum, nevnt 0-24, sum snýr seg um vitanardeiling, umframt tvørgeiraligt og tvørfakligt samstarv um sosialar og sálarligar avbjóðingar á skúlaøkinum. Lopfjølin er við sum føroyska verkætlanin hjá Mentamálaráðnum, og tað er í hesum sambandi, at fígging er fingin til at gera eftirmetingina og tilmælið.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Thormund Johannesen: Eg velji ikki eina kvinnu ...
Hvussu langt skulu vit fylgja streymi­num áðrenn vit vakna?
Nýtt matarstað í Runavík
BRÁTÍÐINDI: Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Vallyfti fyri rímiligan kostnað
Petur Háberg: Politikkur var ikki fyri meg
Tað er lygn Demokratia, sigur Bill Justinussen
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vit hava eitt ófrávíkiligt krav, um vit koma í samgongu
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Bretar funnu heroin fyri fleiri milliónir umborð á bingju­skipi
Tobbi og Norðlýsið standa saman í valstríðnum
Janus Rein ikki á listanum hjá Fólka­flokki­num hesuferð
Tobbi er greiður
“Sjálvstýri og Kristin draga eina línu”
Liss Hansen stillar upp fyri Føroya­flokkin
Jørgen, Bárður, Jógvan og Jenis fáa meirilutan í eini nyggjari kanning
Politiska umsitingin av føroyska botnfiski­skapi­num greinað
Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt
Føroya Arbeiðsgevara­felag: Súlan er ikki virkisfør
Ung valevni fáa nýggja heimasíðu í valstríðnum
Pallborðsfundur um hægri útbúgving
Í dag er tann STÓRI SJÓMANNA­DAGU­RIN - les alla skránna her
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Stafettin
Stafettin (14) - Bjarni Kárason Petersen spyr Bárð á Steig Nielsen
Við Sjóvarmálan
Prát við Alexandur Johansen, um nýggja samstarvið millum StÍF og Tjaldur
Við Sjóvarmálan
Prát við Ann Antoniussen og Allan Poulsen um matstovuna Somwang Thaifood
Nýggjastu tíðindi