Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Stafettin
Stafettin (14) - Bjarni Kárason Petersen spyr Bárð á Steig Nielsen
Við Sjóvarmálan
Prát við Alexandur Johansen, um nýggja samstarvið millum StÍF og Tjaldur
Við Sjóvarmálan
Prát við Ann Antoniussen og Allan Poulsen um matstovuna Somwang Thaifood
Lýsing
Lýsing

Betri atkoma fyri rørslutarnað til náttúruperlur í Vágs kommunu

Innanlands | 16/05-2019 21:00

Í 2010 stóð Leila Solmunde, sála, sum tá var forkvinna í MBF (í dag MEGD) á odda fyri einum bóklingi um "Suðuroy sum ferðamál fyri rørslutarnað". Í bóklinginum er ein gjøgnumgongd av náttúruperlum í Suðuroynni, sum við smærri og størri átøkum, kunnu gerast lættari atkomilig hjá fólki, sum brúka koyristól.

Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt við at seta í verk tilmælini í bóklinginum, sum Leila Solmund og Eileen Sandá hava skrivað, soleiðis at rørslutarnað hava betri atkomu til náttúruperlur í Vágs kommunu. Tá boðar Vágs kommuna frá í tíðindaskrivi.

Í 2017 vórðu fyrstu átøkini framd, tá broytingar vórðu gjørdar vesturi á Eiðinum, soleiðis at koyrast kann niðan á og útsýnið yvir stórslidna Vágseiðið kann njótast úr bili ella úr koyristóli. Fyrr varð atgongd til hetta økið sperrað av bummi.

Í 2017 varð vesturi á Eiðinum eisini gjørdur ein slættur pallur, har koyristólur kann koyra uppá. Á pallinum eru eisini borð og benkur, soleiðis at tað ber til at njóta løtuna t.d. við matpakka ella einum kaffimunni. Við pallin er í ár eisini sett upp ein frágreiðing um Vágseiðið í teksti og myndum.

Og nú í mai verður so seinasta hond løgd á seinasta tilmælið í bóklinginum “Suðuroy sum ferðamál fyri rørslutarnað”, har tað varð mælt til at betra um atkomuna hjá koyristólsbrúkarum, soleiðis at tey eisini fáa møguleikan at njóta einstandandi útsýnið av Eggjunum og suðureftir.

Uppi á Eggjunum er nú gjørdur ein pallur, sum er inngyrdur og kikari er settur upp inni í palinum. Niðan til pallin er frá vegnum gjørd gøta og verður tað eisini lagt oljugrús í gøtuna. Nú í mai verða eisini gjørdar ábøtur á vegin niðan á Eggjarnar, veitirnar verða grivnar upp og so verður vegurin sjálvur dagførdur, soleiðis at eisini hesin parturin av atkomuni niðan á Eggjarnar verður góð.

Vágs kommuna boðar frá, at tey seinastu árini hava gjørt miðvísa uppraðfesting av ferðavinnuni. Nýtt kampingpláss er gjørt vesturi á Eiðinum. Privat hava bygt smáttur við Laksá eftir ætlan, sum kommunan gjørdi. Visit Suðuroy er flutt í nýgg hølir í miðbýnum. Og nú er eisini gjørd betri atkoma fyri rørslutarnað til náttúruperlur í Vágs kommunu, ein verkætlan, sum eisini er stuðlað av Visit Faroe Islands.

Vit í Vágs kommunu fegnast eisini um tær nógvu privatu íløgurnar, sum eru gjørdar innan ferðavinnuna seinastu árini, nú nýggj matstøð og kafeir eru komnar, og talið av songjaplássum til ferðafólk er økt. Ferðavinnan er heilt greitt ein vinna, sum fer at fáa vaksandi týdning í Vágs kommunu eins og í Suðuroynni sum heild, skrivar Vágs kommuna til fjølmiðlarnir. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Thormund Johannesen: Eg velji ikki eina kvinnu ...
Hvussu langt skulu vit fylgja streymi­num áðrenn vit vakna?
Nýtt matarstað í Runavík
BRÁTÍÐINDI: Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Vallyfti fyri rímiligan kostnað
Petur Háberg: Politikkur var ikki fyri meg
Tað er lygn Demokratia, sigur Bill Justinussen
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vit hava eitt ófrávíkiligt krav, um vit koma í samgongu
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Bretar funnu heroin fyri fleiri milliónir umborð á bingju­skipi
Tobbi og Norðlýsið standa saman í valstríðnum
Janus Rein ikki á listanum hjá Fólka­flokki­num hesuferð
Tobbi er greiður
“Sjálvstýri og Kristin draga eina línu”
Liss Hansen stillar upp fyri Føroya­flokkin
Jørgen, Bárður, Jógvan og Jenis fáa meirilutan í eini nyggjari kanning
Politiska umsitingin av føroyska botnfiski­skapi­num greinað
Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt
Føroya Arbeiðsgevara­felag: Súlan er ikki virkisfør
Ung valevni fáa nýggja heimasíðu í valstríðnum
Pallborðsfundur um hægri útbúgving
Í dag er tann STÓRI SJÓMANNA­DAGU­RIN - les alla skránna her
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 3. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (116) - 19. aug 2019
Stafettin
Stafettin (16) - Poul Michelsen spyr Jacob Vestergaard
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 2. sending
Vespureiðrið
Vespureiðrið (115) - 12. aug 2019
Stafettin
Stafettin (15) - Bárður á Steig Nielsen spyr Poul Michelsen
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Færø "At vera vitni fyri Harran."
Ymiskar sendingar
Ljóðbrot: Ein tími við Miðflokki­num - Frank, Margretha, Bjarta og Ragnar
Ymiskar sendingar
Floksvalsending: Ein tími við Miðflokki­num - 1. sending
EvR
Kelduvaðið - Frásøgn: Jóhan við Neyst "Ein túrur á Borðoyarvík"
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Trúgv og ivi" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Metis
Samrøða: Arnbjørn í Smidjuni, sum hevur yvirtikið gistingar­húsið í Øravík.
Metis
Samrøða: Mariann Johansen um skemtiligu kabarett­ina hjá Suðuroyar Sjónleikara­felag
Metis
Samrøða: Tóki Brattalíð, komandi optikari í Suðuroy, sum eisini leggur nógvar føroyskar sangir út á facebook
Metis
Samrøða: Lív í Baianstovu um skaldsøgu, sum hon hevur skrivað
Hugnaløtan
Hugnaløtan (56) - Gestur: Magni Laksafoss
Metis
Metis - Øll sendingin - 23. juli 2019
Stafettin
Stafettin (14) - Bjarni Kárason Petersen spyr Bárð á Steig Nielsen
Við Sjóvarmálan
Prát við Alexandur Johansen, um nýggja samstarvið millum StÍF og Tjaldur
Við Sjóvarmálan
Prát við Ann Antoniussen og Allan Poulsen um matstovuna Somwang Thaifood
Nýggjastu tíðindi