Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kristian Thulesen Dahl skrykkir teppið undan Mette Frederiksen

Politikkur, Uttanlands | 22/05-2019 13:30

Biður sosialdemokratiska leiðaran velja ímillum eina samgongu við Vinstra og Danska Fólkaflokkin, ella at reka útlendingapolitikkin hjá flokkunum á vinstraveinginum.

Mette Frederiksen, forkvinna í danska Sosialdemokratiska flokkinum, skal ikki longur rokna við stuðli frá Danska Fólkaflokkinum í málum, har stuðulsflokkarnir á vinstraveinginum gerast ov truplir at fáast við. Tað ger Kristian Thulesen Dahl, formaður í Danska Fólkaflokkinum greitt í eini samrøðu við Børsen.

“Tað gerst meira og meira greitt, at hugsanin sum summi kanska hava havt, um at Danski Fólkaflokkurin skuldi koma inn og lúka fleiri ting burtur, sum hennara stuðulsflokkar krevja, - ta styrkina sær ikki út til at vit fara at fáa,” sigur Kristian Thulesen Dahl. Hann sær tí bara tveir møguleikar: Annaðhvørt má Mette Frederiksen skipa eina stjórn, sum byggir á stuðul frá flokkunum á vinstraveinginum, ella má hon skipa stjórn við Vinstra og Danska Fólkaflokkinum.

Vil ikki í stjórn við Vinstra

Síðani Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, lat upp fyri møguleikanum at skipa stjórn tvørturum miðjuna í donskum politikki, hevur Mette Frederiksen avgjørt víst hesum møguleikanum aftur. Men um Danski Fólkaflokkurin ikki vil stuðla Mette Frederiksen, uttan at vera partur av stjórnini, so hevur hon bara ein møguleika eftir, og tað eru flokkarnir á vinstraveinginum, sum allir vilja hava ein linari útlendingapolitikk. Tann politikkin vil Mette Frederiksen ikki hava.

Í einum sjónvarpskjaki sunnukvøldið gjørdi hon greitt, at breiða semjan um útlendingapolitikkin stendur við.

“Um eg skal reka ein annan útlendingapolitikk enn tann, sum eg eri sannførd um, er tann rætti fyri Danmark - nevniliga ein útlendingapolitikk, har vit hava skil á, hvussu mong koma hendavegin, so vil eg ikki vera forsætismálaráðharri,” segði hon.

Mette Frederiksen hevur havt ætlanir um at skipa eina reina sosialdemokratiska minnilutastjórn, sum skuldi samstarva bæði til vinstru og høgru, alt eftir hvørji málini vóru, og Danski Fólkaflokkurin hevur líka til nú verið opin fyri hesum samstarvinum. Men seinastu veljarakanningarnar hava víst, at Danski Fólkaflokkurin fer at fáa eitt somikið vánaligt val, at hann verður ikki nóg stórur til at kunna stuðla Mette Frederiksen í málum, har flokkarnir vinstrumegin miðjuna ikki fáast at ganga í takt.

Sambært nýggjastu veljarakanningini stendur Danski Fólkaflokkurin til at fáa 11,8 prosent av atkvøðunum. Hann fekk 37 prosent á seinasta vali.

 

Kelda: TV 2


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi