Myndarøð: Biskupstøðgarður
Um áhugafelagið Nólsoyar Páll
Líggjas í Bø skrivaði hetta á á heimasíðuna hjá áhugafelagnum Nólsoyar Pláll 1. mei 2014
Tað var 12. december í fjør, at vit 4: eg sjálvur, Finn Kjølbro, Archibald Black og Anfinn Kallsberg komu saman at tala um Nólsoyar Páll. Okkum kom í hug amerikanska rithøvundan og skemtaran Mark Twain, sum einaferð segði:
“Øll snakka um veðrið, men eingin ger nakað við tað!”
Okkum kom fyri, at tað var nakað tað sama við Nólsoyar Pálli, ofta varð hann umtalaður, og at tað líktist ongum, at eingin minnisvarði var reistur yvir hann her, men so hendi ikki meira ...
Vit samdust um, at nú skuldi annað lag koma á, og vit stovnaðu Áhugafelagið Nólsoyar Páll, hvørs endamál var at seta hesum merkismanni, sum livdi sína reystastu tíð her norðuri, eitt virðiligt minnismerki.
Garður Nólsoyar Páls endurbyggjast
Rættiliga skjótt gjørdu vit av, at rætta loysnin var at endurbyggja bóndagarðin, sum Nólsoyar Páll bygdi sær á Biskupsstøð fyrst í 1800.
Vit hildu, at vit ikki skuldu fara út til almenningin beinanvegin, men valdu í staðin, at fara spakuliga um hurðarnar og fyrireika málið so væl sum møguligt, áðrenn vit løgdu tað fram fyri almenningin.
Síðani hava vit arbeitt dúgliga. Fyrst var at finna út av, hvussu húsið hevði sæð út. Síðani fingu vit okkum Albert Isfelt, arkitekt, at hjálpa okkum. Hann er serkønur í gomlum føroyskum byggihátti, og hann fór eldhugaður undir uppgávuna, og hevur gjørt eitt væla arbeiði fyri okkum.
Archibald er fjølbroyttur maður: hann er bóndi, listarmálari, lærari og smiður. Hann fór so til verka at smíða model av bóndagarðinum, og hansara
einastandandi arbeiði liggur ikki eftir.
Sjálvandi hevði tað verið stuttligt at bygt húsið á somu grundina, men tað letur seg ikki gera. Ein partur av garðinum lá har, sum høvuðsvegur er nú. Tí valdu vit at leggja endurbygdu húsini á økið norðanfyri húsini hjá Britu og Heimavirkið, ikki langt frá teimum gomlu neystunum og hjøllunum.
Vit kunnaðu so samlaða býráðið um ætlanir okkara, og skiltu vit teir rætt, so tóku teir dyggiliga undir við ætlanini.
Meginpartin av ætlaða grundøkinum eigur kommunan, og ein part eigur Brita. Okkara hugsan er, at tað hevði verið hóskandi, at kommununnar partur av verkætlanini var at lata okkum grundstykkið og gera tað byggibúgvið fyri okkum. Hetta hava vit søkt um.
Vit hava eisini søkt um byggiloyvi og biðið kommununa gera tær tillagingarnar í byggisamtyktini fyri økið, sum gerast neyðugar.
Nú meta vit, at tíðin er búgvin at leggja ætlanir okkara fram, og byrja uppá verkætlanina.
Um áhugafelagið
Um felagið sjálvt er at siga, at tað er skipað sum eitt vanligt áhugafelag, og hevur sínar egnu viðtøkur - lógir - at ganga eftir. Eg tími ikki at lesa allar paragraffirnar upp, men skal nevna høvuðsinnihaldið í teimum.
Navnið er sum nevnt Áhugafelagið Nólsoyar Páll og endamálið er fyrst og fremst at endurreisa húsið hjá Nólsoyar Pálli. Allir føroyingar, sum taka undir við endamálinum, kunnu gerast limir.
Alt arbeiði í felagnum er lønarleyst, men tað kostar kortini altíð nakað at reka
felagið. Slík feløg áseta vanliga eitt limagjald, sum hvør limur skal gjalda einaferð um árið. Vit hava valt at gera hetta á ein eitt sindur øðruvís hátt:
Vit áseta ikki nakað fast limagjald, men limirnir avgera sjálvir, um teir gjalda einki ella nakað, og nær tað verður gjørt. Vit ivast ikki í, at tað kortini fer at koma nóg mikið inn til at reka felagið.
Ein árligur aðalfundur verður, sum velur nevndina, ið skal hava millum 3 og 5 limir. Og grannskoðari verður eisini valdur.
Úvega pening at byggja fyri
Tann stóra uppgávan hjá okkum frameftir er, at útvega tann neyðuga peningin til byggingina. Byggikostnaðurin er mettur til góðar 3 mill kr.
Vit vóna at sleppa undan at gjalda mvg av tilfarinum. Annars meta vit ikki, at stórir møguleikar eru fyri øðrum almennum studningi. Men vit fara sjálvandi at royna.
Vit rokna við, at meginparturin av pengunum má fáast frá privátum.
Limagjaldið og tað, sum verður latið til byggingina, skulu sjálvandi haldast hvørt fyri seg. Tann peningur, sum er ætlaður til byggingina fer inn á eina serliga konto, og kann ikki takast út hagani til nakað annað endamál enn at byggja húsini fyri.
Tey, sum lata okkum pening til hetta endamál, vilja sjálvandi hava trygd fyri, at hann verður ikki nýttur til nakað annað. Í tí sambandi hava vit eina serliga grein í viðtøkum felagsins:
“Um so skuldi verið, at høvuðs endamál felagsins - sum er at endurreisa húsini, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð - av einhvørjari orsøk ikki kann fremjast, og áhugafelagið hevur savnað inn pening til hetta endamál, so skal innsavnaði peningurin gjaldast aftur til teirra, sum goldið hava.”
Vit miða eftir, at húsini standa liðug í oktober 2016, tá ið Nólsoyar Páll hevur 250 ára føðingardag!
Sjálvsognargrunnur skal eiga húsið
Tá ið húsini eru liðug, verða tey flutt yvir í ein sjálvsognargrunn, sum hevur eittans endamál: at eiga og reka húsini. Vit hava fyrireika viðtøkur til grunnin, men tað verður einki formligt gjørt við tað fyrr enn avhendingin nærkast.
Vit vilja fegnir fáa so nógvar limir sum møguligt. Tey sum eru áhugaði, kunnu tekna seg sum lim á hesari heimasíðu, ella seta seg í samband við ein av nevndarlimunum.
Takk fyri.
Líggjas í Bø
á almennum fundi 1. mei 2014
http://nolsoyarpall.fo/news_article.php?NewsArticleId=13
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur