Hvussu er tað at verða ein fuglur? Ókeypis fyrilestur við Tim Birkhead
Tim Birkhead hevur PhD í lívfrøði og er víðagitin høvundur, vísindamiðlari og granskari innan fuglafrøði. Ein tann kendasta bókin hjá honum, ‘Bird Sense: What It’s Like to Be a Bird’, gjørdist New York Times bestseljari og hevur vunnið fleiri heiðurslønir. Heitið á hesi bók verður eisini yvirskriftin til fyrilesturin í Kongshøll týskvøldið.
Við sínum drúgvu granskingarroyndum og frálíku evnum at miðla gransking á ein viðkomandi hátt, gevur hann lesarum og áhoyrarum eitt heilt serstakt innlit í fugl og fuglalív. Eldhugin og førleikarnir, ið Tim Birkhead hevur sum vísindafólk og fyrilestrarhaldari, kunnu m.a. síggjast í hansara TED-fyrilestri (https://www.ted.com/speakers/tim_birkhead), og lagt er upp til ein spennandi fyrilestur í Kongshøll í Sjólon fyri øll fugla- og vísindaáhugaði, tað skriva Føroya Fuglafrøðifelag og Fróðskaparfelagið, sum skipa fyri fyrilestrinum.
Fyrilesturin verður í Kongshøll týskvøldið 28. mei kl 19. Fyrilesturin verður á enskum og gjørligt verður at keypa bókina Bird Sense aftaná framløguna.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur