Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føroyar undirskrivað samstarvsavtalu um talgildan samskiftispall

Politikkur, Tøkni | 28/05-2019 20:00

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur í dag, vegna Føroyar, skrivað undir samstarvsavtalu við Nordic Institute for Interoperability Solutions (NIIS). NIIS er millumtjóða felagsskapur, ið hevur til endamáls at tryggja menningina og strategisku leiðsluna av X-Road millum limalondini. Limalondini í NIIS eru Estland, Finnland og Ísland. Tað skrivar Fìggjarmálaráðið á heimasíðu síni. 

Ein partur av Talgildu Føroyum

Heldin, sum X-Road verður nevnd í Føroyum, varð sett í verk í 2016 í sambandi við verkætlanina Talgildu Føroyar. Hetta er ein av fýra verkætlanum í Talgildu Føroyum. Talgildi Samleikin, talgilding av grundardátum og Tænasturportalurin, eru hinar tríggar verkætlanirnar. Heldin er samskiftispallur, ið loyvir haldgóðum dátusamskifti og tryggjar trúna og felags standard millum partarnar. Tøknin er grundarlagið fyri tryggum dátuflutning millum almennar stovnar í Føroyum og verður eisini miðdepilin í komandi talgilda samleikanum og tænastuportalinum.

Ein talgildur og tryggur samskiftisvegur

X-Road tøknin er ment í open source og verður brúkt av Estlandi, Finnlandi og Íslandi til dátusamskifti millum stovnar, fyritøkur og borgarar. NIIS samstarvið hevur við sær, at føroyska talgilda undirstøðukervið í framtíðini fer at kunna nýtast millum londini, ið brúka X-Road, hóast londini hava hvør sín serstaka samskiftispall. Í norðurlendska- og baltiska samstarvinum um talgilding, verður eisini virkað fyri, at londini menna loysnir, ið gera tað lættari at menna talgildar loysnir nú og framyvir. Tað er tí eitt framstig, at Føroyar, Ísland, Finnland og Estland nú hava valt somu grundleggjandi loysn, tá umræður X-road.

Avtalan tryggjar ávirkan og menning

Luttøkan í NIIS samstarvinum hevur stóran týdning fyri talgildu gongdina hjá okkum. Við samstarvsavtaluni fáa Føroyar beinleiðis ávirkan á framhaldandi menningini av X-Road og trygga dátuflutninginum. Føroyar hava góðar royndir við Heldini og hava sum liður í Talgildu Føroyar verkætlanini bygt upp eina stóra vitan og førleikar innan økið. Nýggjasta slepping av Heldini er undir menning. og verður tikin í nýtslu í Føroyum seinni í ár.

“Tryggleiki í talgilda heiminum er av sera stórum týdningi, nú vit menna okkara Talgildu Føroyar. Vit kunnu tí fegnast um, at Føroyar, við hesi avtalu, eru millum fremstu londini í heiminum, tá umræður at menna ein framkoman og tryggan talgildan samskiftispall. Við hesum menna vit í felag við fleiri av grannalondum okkara eitt undirstøðukervi, ið tryggjar, at dátuflutningurin innanhýsis í Føroyum og millum londini er tryggur”, sigur Kristina Háfoss, sum eisini hevur ábyrgd fyri talgilding, á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi