Sundalags Bátafelag skipar fyri bátahugna leygardagin
Bátahugnin 2019 verður leygardagin 1. juni í Hvalvík.
Eins og undanfarin ár verður siglt av Selatrað til Hvalvíkar har ymisk tiltøk verða við bátahylin. Tað skrivar Sundalags Bátfelag í tíðindaskrivi.
Skrá:
Kl. 13.30 Sigla frá Selatrað til bátahylin í Hvalvík.
Kl. 14.00 ÁWAY Service og dekksølan bjóða grillaðar pylsir og sunkist.
Kl. 15.00 - 17.00 smyrjibreyð til báta- og kampingfólk í teltinum.
Kl. 17.00 Grillaður grísur og búffar fáast til keyps frá Ørvaroddar við bátafelagshúsið.
Kl. 20.30 Felagssangur við harmoniku spæli
Kl. 23.00 Lutaseðlarnir verða trektir
Kostnaður fyri at melda til er 300 kr. fyri hvønn bát og kampingvogn. Íroknað gjaldið er máltíð tá komið verður í land. Bátar fáa atgongd til vatn og el og til ber at keypa olju, skrivar Sundalags Bátafelag.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur