Týskur flutningsrisi velur føroyska KT-loysn
Talan er um ein tann størsta einstaka føroyska KT-ordran nakrantíð.
Eitt av leiðandi bingjuflutningsfeløgunum í heiminum, Hapag-Lloyd, hevur gjørt 3 ára avtalu við føroyska KT-felagið, Globe Tracker, um útgerð og forrit til stýring av øllum teimum 91.500 kølibingjunum, sum felagið eigur. Talan er um ein tann størsta einstaka føroyska KT-ordran nakrantíð.
Við loysnini hjá Globe Tracker kunnu flutningsfeløg og teirra kundar alla tíðina fáa at vita, hvar vørurnar eru og hvussu hiti og onnur viðurskifti í bingjunum eru. Eisini ber til at fáa ávaringar, um til dømis streymslit, og til ber eisini at loysa trupulleikar við køliskipanini uttan at vera á staðnum.
“Avtalan við Hapag-Lloyd er eitt stórt gjøgnumbrot fyri Globe Tracker og staðfestir leiðandi støðuna hjá okkum á hesum marknaðinum,” sigur Jákup Lamhauge, stjóri.
“Í løtuni hevur talgildan høga raðfesting millum flutningsfeløg, og at náa higar hevur kravt nógva orku og áhaldni frá øllum rundanum felagið”, sigur hann.
Hapag-Lloyd, sum er fimtstørsta flutningsfelagið í heiminum, eigur 235 nýmótans bingjuskip, sum rúma 2,5 milliónum bingjueindum. 12.800 fólk arbeiða hjá felagnum, sum hevur 398 skrivstovur í 128 londum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur