Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Í dag hevur Føroya Tele tendrað 5G

Innanlands, Tøkni | 06/06-2019 18:00

Hjá Føroya Tele fegnast tey um at ganga á odda og um at hava tendrað framkomnu 5G-tøknina í dag. Tað skrivar Vágaportalurin seinnapartin. 

5G-skipanin hjá Føroya Tele er hósdagin 6. juni 2019 sett í verk, og fyrsta 5G-tólið hevur longu koyrt á netinum. Komandi vikurnar verður nýggja tøknin royndarkoyrd innanhýsis á Føroya Tele, áðrenn kundar hjá Føroya Tele koma á nýggja 5G-farnetið á trimum útvaldum støðum seinni í summar, verður kunngjørt. 

Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT Samskifti staðfestir, at tað hevur stóran týdning, at farnetið hjá Føroya Tele er tað fyrsta í Føroyum at fáa nýggju tøknina, og at Huawei metir Føroya Tele á jøvnum føti við stóru, altjóða fyritøkurnar, ið somuleiðis hava sett hol á teirra arbeiði við 5G.

– Vit stremba eftir tindunum og ynskja at vera fremst á øllum økjum, og tí er tað ein greiður fyrimunur fyri okkum tøkniliga, at vit fáa fremstu atgongd til 5G og tey tól, sum stuðla nýggju tøknini. Eftir ætlan fáa kundar hjá Føroya Tele atgongd til 5G á útvaldum støðum seinni í summar, sigur Hans Jákup Langgaard sambært Vágaportalinum.

Einki verður nevnd um, at fleiri enn 1000 mótmælisundirskriftir eru savnaðar av føroyingum, sum ikki ynskja at føroyingar skulu verða millum fyrstu í heiminum at fáa 5G-net. Fólk bera serliga ótta fyri elektromagnetisku strálingini frá 5G tøknini. 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sagt við Kringvarp Føroya, at tær altjóða kanningar, sum eru gjørdar um 5G-net, ikki vísa nakað um, at tað er heilsuskaðiligt. Men, formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Magnu Mohr, hevur víst hesum aftur. 

Sambært Kringvarpinum segði Magni Mohr, at "tað er ikki neyðturviliga rætt, at einki er at stúra um viðvíkjandi heilsuárinunum frá nýggja 5G-netinum, sum verður sett upp í Føroyum, soleiðis sum Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, vil vera við. 

Magni Mohr sigur, at kanningarnar, sum landsstýrismaðurin vísir til, eru gjørdar í mun til krabbamein, og tær vísa ikki øktan vanda fyri krabbameini. Men strálurnar kunnu ávirka kyknir, og mann veit ikki, hvat hendir, um mann er úti fyri slíkum strálum frá móðurlívi og gjøgnum øll barnaárini.

Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Magni Mohr, heldur at best hevði verið at sett ein arbeiðsbólk at kanna og lýsa málið um 5G-net í Føroyum. 

Tilmælið hjá formanninum í Fólkaheilsuráðnum hevur verið ignorerað av vinnuni og politikkarunum. Og, í dag fegnast tey hjá Føroya Tele um, at føroyingar hava fremstu samskiftistøknina í heiminum.

"Nú taka vit eitt risafet inn í framtíðina og kunnu sostatt ásanna, at vit varðveita Føroyar á ovastu rók, tá ið talan er um samskiftistøkni" sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT Samskifti, sambært Vágaportalinum. 
 

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi