Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Við Sjóvarmálan
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
2069
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Stafettin
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Ymiskar sendingar
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Metis
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
Metis
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Metis
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
EvR
Á Torginum - Samrøða: Sonni Poulsen og Peter Hansen um m.a. trúboðaravirksemi í Papua Ný Guinea 2/­2
Metis
Metis - Øll sendingin - 11. juni 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Hvat er lív?" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
2069
"Kom á 2069!" (63) - 7. juni 2019
Vespureiðrið
Samrøða: Lars Müller, dómari, takkar fyri seg á Vespureiðinum
Stafettin
Stafettin (8) - Bjørt Samuelsen spyr Joen Magnus Rasmussen
Sandoyarsendingin
Samrøða: Bødvar Hjartvarsson um Snikkarakjallaran í Dali
EvR
Á Torginum - Samrøða: Sonni Poulsen og Peter Hansen um m.a. trúboðaravirksemi í Papua Ný Guinea 1/­2
Sandoyarsendingin
Samrøða: Ólavur Winther, sum setir niður á Skarvanesi
Sandoyarsendingin
Samrøða: Petur Hansen um løgregluhunda­venjingartiltak á Sandoynni
Sandoyarsendingin
Samrøða: Snorri Brend um árliga ítróttar­dagin hjá Almanna­verki­num, sum í ár er í Sandoynni
Sandoyarsendingin
Samrøða: Vinjard Tungá, sum búsetti seg í Húsavík
Lýsing
Lýsing

22 næmingar verið í Lopfjølini

Innanlands | 13/06-2019 09:00

Hetta er eitt styttri ella longri skúlatilboð fyri næmingar í skúlunum í Tórshavnar Kommunu, ið hava skúlaaftran. Tað vil siga, at tey av persónligum, sosialum ella sálarfrøðingum orsøkum ikki megna at ganga í skúla, hóast tey í mongum førum vilja.. Tað skrivar skulabladid.fo. Les alt her

Eftirmeting av verkætlanini Lopfjølini vísir, at tørvur er á slíkum skúlatilboðum. Tað hava verið 22 næmingar í Lopfjølini, har 89 % hava megnað at fingið eitt fólkaskúlaprógv13. juni 2019

Í farnu viku var upprit handað Mentamálaráðnum, har gjørt var upp, hvussu verkætlanin Lopfjølin hevur roynst, og hvat skal til fyri at gera tilboðið enn betri. Skúlatilboðið Lopfjølin í Tórshavnar Kommunu er staðsett í virkishúsinum fyri børn og ung, Margarinfabrikkini, og hevur virkað í útvið 6 ár. Hetta er eitt styttri ella longri skúlatilboð fyri næmingar í skúlunum í Tórshavnar Kommunu, ið hava skúlaaftran. Tað vil siga, at tey av persónligum, sosialum ella sálarfrøðingum orsøkum ikki megna at ganga í skúla, hóast tey í mongum førum vilja. Tilboðið hevur í dag umstøður, orku og yrkisføri at kunna taka ímóti uml. 8 næmingum. Hesi 6 árini hava 22 næmingar brúkt tilboðið meira og minni. Endamálið er at arbeiða fyri, at næmingarnir kunna nema sær 9. floks prógv og eisini at kunna megna at koma aftur í upprunaflokkin.

Sum tað kemur fram í uppritinum, har bæði næmingar og foreldur koma til orðanna, hevur Lopfjølin havt týðandi týdning fyri tey ungu, ið hava tikið av tilboðnum. Tey flestu eru í framhaldsdeildini, tá tey søkja um at koma inn á Lopfjølina. Tað hevur verið nógv umrøtt viðvíkjandi aldrinum, at tá tey koma so seint inn á Lopfjølina, tá verða líkindini fyri at koma aftur í upprunaskúlan tess minni. Í yvirlitinum her er miðalaldurin 14,2 ár.

Kynsbýtið vísir, at tað hava verið 13 gentur og 9 dreingir, ið hava tikið av tilboðnim. Tað svarar til í prosentum gentur 59 % og dreingir 41 %. Um hetta er ein ikki tilvildarlig helling er ilt at siga, tí vit hava ikki so nógv tøl at gera metingar út frá. 12 av 14 eru komin á mál viðvíkjandi at fáa 9. floks prógv, meðan 8 framvegis eru í skúlaaldri. Fyri summi er próvskjalið ikki fullfíggjað, t.v.s. at tey møguliga mangla onkra lærugrein.

Bert tvey eru komin á mál viðvíkjandi einum av innanhýsis lutmálunum, nevniliga hetta at megna at koma aftur í upprunaflokkin í heimaskúlanum. Hetta svarar til 9 %. Hetta er eitt lágt prosenttal – og er ein sterk ábending um, at hesi børn og hesi ungu hava stórar avbjóðingar av ymiskum slagi. 3 dreingir og 5 gentur eru framvegis í skúlaaldri – og telja tí ikki við millum tey, ið fara víðari eftir lokna tíð í Lopfjølini. Her er ein drongur og 3 gentur, ið ikki fyribils eru farin víðari við nøkrum. Men 5 dreingir og 5 gentur eru farin víðari við útbúgving ella arbeiði.

Í dag eru tveir lærarar settir – við virksemisætlan í Skúlanum á Fløtum. Annar við 22 tímum – og restin av hansara tímum upp til fult starv – eru í Margarinfabrikkini í frítíðarpartinum. Hin er settur

18 tímar í Lopfjølini – og restin í SáF. Hetta ger, at arbeiðið í dag er nógv støðugari – og samstarvið í starvsfólkabólkinum neyvari.

Í niðurstøðuni í uppritinum verður sagt, at virknaðurin í Lopfjølini seinastu 6 árini hevur víst, at tørvur er á slíkum skúlatilboðum. Tað hava verið 22 næmingar í Lopfjølini, har 89 % hava megnað at fingið eitt fólkaskúlaprógv, men endamálið við, at næmingarnir skulu arbeiða fram ímóti at fara aftur í upprunaskúlan hevur verið ein størri avbjóðing, tá tað bert eru 9 % av næmingunum, sum megna at fara aftur. Samstarv og samskifti millum fólkaskúlan og Lopfjølina er vantandi.

Samanumtikið kann staðfestast, at virksemið í Lopfjølini hevur gjøgnumgangandi eina positiva ávirkan á næmingarnar persónliga, sosialt og fakliga og hevur virkað sum ein lopfjøl, har næmingurin er mentur so mikið, at bæði hann sjálvur, starvsfólkini í Lopfjølini og foreldrini hava góðar vánir fyri einari gongdari leið við víðari útbúgving og/ella arbeiði eftir lokna gongd í Lopfjølini. Tað grundleggjandi í tilgongdini hjá lærarum og námsfrøðingum í Lopfjølini hevur í nógvum førum givið næmingunum sjálvsálit og dirvi til skúlan og lívið.

Savnsmynd: Rannvá Egholm

skrivar skulabladid.fo


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
BEINT NÙ À R7 radio: COUNTRY TÌMIN
Tíðindi klokkan 12
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Manning á Sjóborg avhoyrd
Hav Atlantic hevur spart nógva olju við eini nýggjari skipan
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Suðuroyar­tunnilin fer at kosta meira enn 3 mia. krónur
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Petur Hans Dahl veðurfrøð­ingur: veðurvá­nir fyri hesa vikuna ( vika 24)
Metis - Øll sendingin - 11. juni 2019
Gerhard Lognberg: Stórreiða­rin í Klaksvík fór við fiskinum
Moralska kumpassin
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
Pauli Trond Petersen lovar "at tað skal verða heitari um kvøldar­nar í Føroyum"
Maersk sett nýtt heimsmet við størstu lastini umborð
Stig verða tikin til at stovna eina UNESCO geopark í Føroyum
Nýumvælt seglskip niðursiglt á Elben
Ingolf Sólheim Olsen varð loystur úr løgtings­sessi­num fríggja­dagin
Sandoy Seafood: Tað ber ikki til bara at dúva uppá uppboðssøluna
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
R7 kringvarp klokkan 13.00 til 15.00: beinleiðis sending Við Sjóvarmálan
Semir Hadzibulic er aftur bláur
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Við Sjóvarmálan
Við Sjóvarmálan (5) - 17. juni 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (111) - 17. juni 2019
2069
"Kom á 2069!" (64) - 14. juni 2019
Stafettin
Stafettin (9) - Joen Magnus Rasmussen spyr Ruth Vang
Ymiskar sendingar
Countrytímin - Sending um Country & Blues festivalin 2019
Metis
Prát: Svein Rógvi Ljósstein Nielsen um at rudda plast
Metis
Prát: Virgar Dalsgaard um Merkið og Emil Joensen
Metis
Prát: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Jógvan Skorheim og Óluva Klettskarð um politikk í Norð­oyggjum
EvR
Á Torginum - Samrøða: Sonni Poulsen og Peter Hansen um m.a. trúboðaravirksemi í Papua Ný Guinea 2/­2
Metis
Metis - Øll sendingin - 11. juni 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Hvat er lív?" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
2069
"Kom á 2069!" (63) - 7. juni 2019
Vespureiðrið
Samrøða: Lars Müller, dómari, takkar fyri seg á Vespureiðinum
Stafettin
Stafettin (8) - Bjørt Samuelsen spyr Joen Magnus Rasmussen
Sandoyarsendingin
Samrøða: Bødvar Hjartvarsson um Snikkarakjallaran í Dali
EvR
Á Torginum - Samrøða: Sonni Poulsen og Peter Hansen um m.a. trúboðaravirksemi í Papua Ný Guinea 1/­2
Sandoyarsendingin
Samrøða: Ólavur Winther, sum setir niður á Skarvanesi
Sandoyarsendingin
Samrøða: Petur Hansen um løgregluhunda­venjingartiltak á Sandoynni
Sandoyarsendingin
Samrøða: Snorri Brend um árliga ítróttar­dagin hjá Almanna­verki­num, sum í ár er í Sandoynni
Sandoyarsendingin
Samrøða: Vinjard Tungá, sum búsetti seg í Húsavík
Nýggjastu tíðindi