Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Boris Johnson: Bretland fer úr ES tann 31. oktober

Uttanlands | 13/06-2019 10:00

Boris Johnson verður mettur at leggja best fyri í kappingini um at taka við eftir Theresu May.

Boris Johnson, sum verður mettur at vera fremstur í kappingini um at taka við sum forsætismálaráðharri í Bretlandi eftir Theresu May, sigur, at Bretland skal úr ES tann 31. oktober - eisini um eingin avtala fæst við ES innan ta tíð.

Johnson fór í gjár alment undir innanhýsis valstríðið í Konservativa flokkinum, og í tí sambandi segði hann, at tað hevði verið ein ósigur um skilnaðurin enn einaferð varð útsettur.

10 valevni stríðast um formanssessin í Konservativa flokkinum, sum eisini er eitt stríð um at gerast forsætismálaráðharri í Bretlandi. Valevnini verða so við og við sáldaði frá við loyniligum atkvøðugreiðslum í tingbólkinum hjá Konservativa flokkinum.

Tá bara tvey valevni eru eftir (tað verður síðst í hesum mánaðinum) fara hesi í eitt opnari valstríð við millum øðrum sjónvarpskjakum.

Alt endar við, at teir 120.000 limirnir í Konservativa flokkinum skulu velja, hvør skal verða floksformaður og forsætismálaráðharri fyri tey 65 mió. fólkini, sum búgva í Bretlandi. Roknað verður við, at tað endaliga valið verður seinast í juli.

“Tað verður ein forsætismálaráðharri, sum syrgir fyri, at brexit verður tann 31. oktober; við ella uttan eina avtalu við ES,” segði Boris Johnson, tá hann í gjár helt røðu fyri viðhaldsfólkum og fjølmiðlum í London.

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fyrrver­andi klaksvíkstrola­rin Stella Kristina hevur loyst fyri seinastu ferð
Lýsing: Havastovan verður nýtt hvønn tann einasta dag
Sverri verður lyftur
Vespureiðrið (120) - 16. sept 2019
Svínoyingar hava endiliga fingið strandferðslu­fólk aftur
Myndarøð: Víkingafjepparar hita upp til finaluna.
Metis - Øll sendingin - 17. sept 2019
Lars Løkke Rasmussen í 100 ára føðingardag hjá Norðoya Sparikassa
Dramatiskar myndir/­video av bulkara-samanstoyti
Hvør er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Ein Góðveðursdag í Svínoy í september 2019
Samrøða: Jóhann Lützen m.a. um hvussu løgtingsvalið ávirkaði Norð­oyggjar
Her mugu høvd rulla, hjá SSL
Aksel V. Johannesen; Ongin ógoldin rokning í Tinganesi
Hvør er Bárður á Steig Nielsen
Hvør er Jacob Vestergaard
RAÐFESTIÐ HELDUR NÁMSFRØЭINA 
Samrøða: Solby A. Christiansdóttir um skaldsøgu hon hevur skrivað, sum verður løgd fram seinni í vikuni
Hvør er Jenis av Rana
Hvør er Helgi Abrahamsen
Anna Vestergaard úr Sumba vann Gekkin
Hvør er Kaj Leo Holm Johannesen
Annika Olsen ikki tveir sessir
HVØR VAR ELINBORG LÜTZEN?
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi