Páll á Reynatúgvu: Marine Harvest hevur frávalgt at reka flakavirkið í Skopun
Tjóðveldistingmaðurin og løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu harmast um, at størsta arbeiðsplássið í Sandoynni letur aftur. Hann vísir á, at summi siga at orsøkin er rávørutrot, meðan onnur siga samgonguna hava skyldina. Sambært løgtingsformanninum er orsøkin helst ein onnur:
"Veruleikin er helst at verandi eigarar av flakavirkinum í Skopun, hava sett pening til hesi seinnu árini. Og veruleikin er helst eisini tann, at nýggja nevndin í Marine Harvest (Movi) ikki ynskir at reka eitt flakavirkið, við halli. Eisini hóast teir søgdu seg vilja reka flakavirkið, sum partur av at fáa aliloyvið á Sandi," skrivar Páll Á Reynatúgvu á facebook.
Hann vísir á, at samgongan hevur stuðlað uppundir rávørutilgongdina til virkið, við eisini at stuðla flutningi av frystum fiski í oynna. Og hettar gjørdi arbeiðið á virkinum støðugari.
Hann heldur tó, at samgongan kann lastast fyri, er at eingin menningarkvota av týdningi er komin í oynna enn og at hetta eigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at gera nakað við nú. Annar kritikkur hevur skeiva adressu, sigur løgtingsformaðurin, tí verandi skip í oynni, eru ikki rakt til tað verra av fiskivinnubroytingunum hesi árini. Tvørturímóti, so hava bæði Sandshavið og Eysturbúgvin fingið bøtt veiðurættindi.
Til endans vísir Páll Á Reynatúgvu á, at tað er ikki ein rættvís støða í málinum, at lasta politiskar flokkar, fyri at ein fyritøka, sum tekst við aling av laksi, frávelur at reka eitt flakavirkið.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur