Heilsufrøðiliga starvsstovan fyrireikar føroyskan útflutning til Brasil
Eftirlitsfólk úr Brasil koma til Føroya á vitjan í heyst.
Brasilski matvørumyndugleikin MAPA kemur til Føroya á eftirlitsvitjan í heyst, og endamálið við ferðini er at slóða fyri, at føroyskar fyritøkur skulu kunna útflyta matvørur til Brasil. Tað sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan. Ætlanin er at Heilsufrøðiliga starvsstovan skal góðkennast sum eftirlitsmyndugleiki í sambandi við útflutningin.
Brasilska vitjanin í Føroyum fer at vara í 10 arbeiðsdagar. Tvey eftirlitsfólk frá MAPA skulu vitja og kanna Heilsufrøðiligu starvsstovuna, og saman við umboðum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni verður farið á eftirlitsvitjan á 10 ymiskum fiska- og alivirkjum, verksmiðjuskipum og alibrúkum.
Føroysk virki sum vilja útflyta fiskavøru og fiskaúrdrátt til Brasil, skulu boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá innan 18. juni 2019, soleiðis at Heilsufrøðiliga starvsstovan kann góðkenna og seta virkini á sonevnda Brasil listan.
Eftirlitsvitjanirnar verða lagdar til rættis soleiðis, at vitjað verður á einum virki av hvørjum slagi, sum á tann hátt umboða hini virkini innan somu framleiðslu.
Eftir ætlan kemur brasilski myndugleikin á eftirlitsvitjan í september 2019.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur