Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Røðan hjá Marjun Syderbø Kjelnæs til verðurlagsverkfallið

Innanlands | 15/06-2019 10:14
Mynd: Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Leikluturin hjá menniskjanum í sambandi við umhvørvisvernd er í veruleikanum ein bardagi ímóti okkara egnu náttúru, trongdini til at eiga, og brúka, og leggja inn undir okkum, segði rithøvindurin Marjun Syderbø Kjelnæs m.a. til 24. verðurlagsverkfallið, sum var í Havn í gjár.

Veðurlagsrøðan hjá Marjun kann lesast niðriundir:

Góðan dag, eg eiti Marjun Syderbø Kjelnæs. Til gerandis arbeiði eg sum rithøvundur, onkuntíð sum sjúkrarøktarfrøðingur og onkuntíð sum undirvísari, men fríggjadagar royni eg at koma oman her, og endiliga havi eg savnað mær mót at siga okkurt. Yvirskriftin hjá mær er:

Trúgv, vón og náttúra:

Fyri einum ári síðani var eg á einum skeiði í bókmentum á universitetinum í Oslo.
Vit skuldu lesa 10 skaldsøgur og viðgera tær allar upp á 10 dagar. Hetta vóru bókmentir um umhvørvi og menniskja, sokallaður økokritikkur, ella bókmentir sæddar við økokritiskum eygum. Vit lósu m.a. Knut Hamsun, Gert Nygårdshaug, Jostein Gaarder og Maja Lunde, og fluttu okkum inn í søgur um niðursetumenn í Norður-Noregi, sum løgdu meira og meira land inn undir seg, økoterroristar úr Suðuramerika, sum stríddust móti tí útpíning, sum ídnaðargerðin hevði við sær, tannáringar, sum royndu at steðga vanlukkuligum umhvørvisbroytingum, og so fóru vit eisini inn í eina framtíð, har ongar býflugur vóru til, og har sum menniskju stríddist fyri at hondsáa ein avsvidnan heim, har einki fekst at grógva longur.

Hetta vóru 10 harðir og upplýsandi dagar, men eisini ræðandi á tann hátt, at teir fyri mær avdúkaðu, hvussu tætt støðan hjá umhvørvinum er knýtt at okkara egnu náttúru – menniskjanáttúruni. Tí allar søgurnar botnaðu í fáfeingiligheitini hjá menniskjanum – ella okkara fáfongd, sum prædikarin kallar tað. Vit vilja alla tíðina hava meira og meira, hóast vit væl vita, at fyri at fáa nakað, mugu vit taka tað frá onkrum, vit mugu brúka burtur av tí, sum er rundan um okkum. Men vit vita eisini væl, at náttúran ikki er eitt botnleyst kar, sum vit óavmarkað kunnu oysa burturúr – og kortini so bera vit okkum at sum um, at tað, uttan fyrilit, ber til at brúka og brúka og brúka.

Ein av ástøðingunum, sum vit lósu á bókmentaskeiðinum í Oslo, Reinhard Hennig, siteraði beinleiðis bíbliuna í hesum sambandi. Í rómverjabrævinum 7, 19 sigur Paulus nemliga: - “Hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, geri eg.” Hetta bleiv yvirskriftin á uppgávuni, eg skrivaði í sambandi við skeiðið. Og heimaftur við mær fekk eg eitt hvest tilvit um, hvør leikluturin hjá menniskjanum í sambandi við umhvørvisvernd er – tað er í veruleikanum ein bardagi ímóti okkara egnu náttúru, trongdini til at eiga, og brúka, og leggja inn undir okkum. Ein ørkymlandi og frustrerandi tanki, sum fekk meg at skriva eina yrking, sum eg nú fari at lesa upp fyri tykkum:

Seinasta árstíðin

Fyri profitt mugu vit avskapa umhvørvið
Fyri profitt mugu vit byggja dreymaslott úr plasti
Fyri profitt mugu vit flenna við vinnuni
Fyri profitt mugu vit biðja fyri pengamylluni
Fyri profitt mugu vit lora moralin niður í niðastu last
Fyri profitt mugu vit týna hundrað djórasløg um samdøgrið
Fyri profitt mugu vit skifta gott um við ilt
Fyri profitt mugu vit fylla høvini við mikroplasti
Fyri profitt mugu vit lata sum um at vit ikki vita av
Fyri profitt mugu vit lata okkum eyðmýkja
Fyri profitt mugu vit lata líkasæluna leiða okkum á sínar vegir
Fyri profitt mugu vit sproyta eitur á velturnar og inn í kjøtið
Fyri profitt mugu vit pína matin upp úr jørðini og tveita hann burtur
Fyri profitt mugu vit loyva fávitskuni framat
Fyri profitt mugu vit vera við upp á mótan
Fyri profitt mugu vit súrga sjógvin inntil alt livandi losnar sundur
Fyri profitt mugu vit tola innrásina av ruski sum ongantíð hvørvur
Fyri profitt mugu vit ikki steðga á
Fyri profitt mugu vit ikki læra av fortíðini
Fyri profitt mugu vit lata sum um at vit ikki longu gjøgnumgata framtíðina
Fyri profitt mugu vit gresja eina gongustjørnu millum tenninar
Fyri profitt mugu vit liva í okkara egna blindandi ljósi
Í meðan seinasta árstíðin loypur í eyguni mugu vit
Ongin ger tað fyri okkum.

Nakrar vikur aftaná, at eg hevði fest hetta á blað stillaði ein 16 ára gomul genta seg uttan fyri ríkisdagshúsið í Stockholm og segði – nú er nokk! Tað var Greta Thunberg, sum nú hevur fingið ung og eldri í øllum heiminum at taka undir við sínum mótmæli. Og tí hittast vit eisini her – fyri at basa fáfongdini og fáa orðini hjá Paulusi at venda rættan veg, so at tey ístaðin ljóða soleiðis:
“Hitt illa, sum eg ikki vil, geri eg ikki.
Men –
Hitt góða, sum eg vil, tað geri eg!”

Takk fyri!


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi