Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Útlendskir granskarar: Neyðugt at læra føroyskt fyri at virka

Innanlands | 15/06-2019 14:00
Mynd: Granskingarráðið

Føroyar eru eitt gott land at flyta til sum granskari og familja. Arbeiðsumstøðurnar eru góðar, her eru nógvir samstarvsmøguleikar, og samfelagið er trygt og javnt og sum heild opið. Tað vóru útlendskir granskarar á einum máli um, tá EURAXESS hósdagin 6. juni skipaði fyri pallborðsfundi um umstøður hjá útlendskum granskarum í Føroyum. Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni.

EURAXESS er tænasta í Granskingarráðnum, sum hevur til endamál at kunna og leiðbeina granskarum, sum ynskja at flyta til Føroya, um øll hugsandi viðurskifti í sambandi við flytingina.  

Pallborðsfundurin, ið EURAXESS skipaði fyri, varð hildin fyri innbodnum lyklastarvsfólki frá granskingarstovnunum, útlendskum granskarum og umboðum fyri Útlendingastovuna, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Tórshavnar Kommunu. Á fundinum greiddu tríggir granskarar frá, hví tey eru komin til Føroya, hvussu skiftið hevur verið, hvussu tað er at arbeiða og búgva í Føroyum í mun til í øðrum londum, hvørjum forðingum tey hava møtt, og hvussu vit í Føroyum kunnu gera tað lættari at koma higar.

Sambært Granskingarráðnum eru tó fleiri viðurskifti, ið kundu verið lættari og betri. Granskarar úr londum uttanfyri norðurlond vístu á, at skipanin við arbeiðsloyvum er ov stirvin. Tað tekur drúgva tíð at fáa arbeiðsloyvi, og bíðitíðin er ótrygg og ørkymlandi fyri granskaran og familju hansara ella hennara.

Útlendsku granskararnir vístu eisini á, at tað er neyðugt at læra føroyskt fyri at kunna virka í samfelagnum, men undirvísingin, ið verður boðin, er alt ov avmarkað.

Samstarvsfelagar á granskingarstovnunum eru fyrikomandi og røsk at hjálpa, um útlendskir granskarar spyrja um upplýsingar, men tað er ikki altíð lætt at vita, hvønn ein skalt spyrja, ella hvat ein skal spyrja um. Tað hevði verið ein góð hjálp, um ein starvsfelagi fekk ábyrgd av at vera leiðbeinari á arbeiðsplássinum í eina tíð og kundu hjálpt við kunning um øll formlig og praktisk viðurskifti og skyldur.

Eisini hildu granskararnir, at tørvur er á nógv meira almennari kunning á enskum á heimasíðunum hjá granskingarstovnunum.

Tað er stórur munur á avbjóðingunum hjá granskarunum, alt eftir um teir koma úr norðurlondum ella aðrastaðni og hvussu familjuviðurskifitni eru. 

Sum heild er tørvur á betri kunning um praktisk viðurskifti á arbeiðsplássum, í skúlum, á dagstovnum og aðra staðni. Granskararnir vístu á, at í Føroyum er nógv undirskilt, sum við hvørt ger tað trupult at vita, hvat ein kann ella skal. 

EURAXESS tænastan fer at fylgja fleiri av evnunum, sum vórðu reist á pallborðsfundinum, upp í næstum, skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi