Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Heilsan – hitt nýggja stættarstríðið

Innanlands, Lesarabrøv | 16/06-2019 11:37

Stundum hoyrast fólk harmast um, at vit hava fingið dekan ov strangar heilsunormar. Kostráð, lyftir peikifingrar, ávaringar og forboð eru gerandiskostur í dagsins samfelagi. Harumframt floyma socialu miðlarnir yvir við vælvandum kroppum, maratonrenningum, Rynkeby-tíðindum, fitness-selfies og sunnum máltíðum – alt sjálvandi kryddað við stórum, reypandi smílum ella erpnum eygnabráum. Úrslitið er, at vit øll ganga runt við ringari samvitsku.

Hetta er bæði gott og ringt. Lat okkum byrja við tí ringa.

Ja, tíðarinnar heilsurák førir við sær samvitskubit, samleikakreppur og í ávísan mun psykologiskar trupulleikar sum t.d. anoreksi, angist, lágt sjálvsvirði o.l. Eisini eru tað nøkur fólk, ið eru fødd við kroppum, ið liggja uttanfyri tíðarinnar kropsidealir. Hetta eru veruleikar, ið eiga at takast í álvara. Tað er ikki í lagi at happa fólk, ið ikki liva upp til krops- og heilsukrøvini. Tað er heldur ikki í lagi at siga, at hesi bara skulu ”taka seg saman”. So væl spælir klaverið ikki.

Eitt er, at vit í stóran mun verða stýrd av okkara kropsligu tørvum og tí hava avbera trupult at skifta kós, serliga hvat viðvíkur kosti, royking o.l. Vit eru bundin at okkara ”habitus”. Harumframt vilja nógv reagera við verjumekanismum, um tey kenna seg kritiserað. Tað, ið var ætlað sum ein hjálp, kann kennast sum ein hóttan. Kanska venda tey skjútsinum og ákæra kritikararnar fyri at vera heilsufanatikarar v.m. Ella koma tey við klassisku krønikuni: ”Tann tíðin, tey heilsugóðu liva longri, hava tey brúkt upp á at venja. Hvat er tá vunnið?”

Tó er eingin orsøk at skola barnið út við baðivatninum.

Hóast summi ikki megna at liva upp til heilsunormarnar í samfelagnum, er økta fokusið á kroppin sunt. Vit menniskju eru ikki ”viljaleysar verur”, ið sveima tilvildarliga runt í einum kaotiskum heimi. Ei heldur eru vit fult ”rationellar verur”, ið taka allar avgerðir út frá vísindaliga grundaðari vitan. Vit eru bæði og – og meiri enn. Fyrst og fremst eru vit menniskju ”socialar verur”, ið í stóran mun eru eitt avrit av tí sociala veruleika, vit liva í. Summi eru gaman í meiri viljaleys enn onnur, summi eru gaman í meiri rationell enn onnur. Samlað sæð eru vit tó í høvuðsheitum eitt produkt av okkara samfelagi – pluss/minus. Sigast skal tó, at ”samfelag” í hesum føri ikki bert merkir Føroyar, men øll tann mentanar-sferan, ið ávirkar okkum dagliga. Vit eru til dømis ógvusliga ávirkað av amerikanskari fast food-mentan, hóast nógv ikki geva sær far um tað. Tað kennist so natúrligt, men er í grundini rættiliga nýtt. Tað sama kundi verið sagt um royking, ið í stóran mun er avleidd av amerikonskum filmum.

Nýggir kropsnormar til eitt nýtt samfelag

Vit menniskju liva í dag í heilt øðrvísi samfeløgum enn vit søguliga hava gjørt. Tey fyrstu nógvu áratúsundini av mannasøguni livdu vit sum samlarar/veiðufólk í kapping við onnur villini djór. Í eini slíkari ótryggari tilveru var neyðugt at brúka nógva tíð og orku at skava sum mesta føði til sín. Lívið var stutt og vandamikið. Dugnaskapur og styrki vóru altavgerandi fyri at yvirliva.

Við tíðini mentu menniskju landbúnað og kundu sostatt tryggja sær goymslur av mati, bæði við at goyma avgrøðir ella halda húsdjór. Tilveran gjørdist tryggari, men var framvegis sera orkukrevjandi, eisini tí ovaru stættirnar kraddaðu ríkidømið til sín, meðan lægstu stættirnar trælkaðust á hungursmarkinum. Síðani hevur menniskjan ment seg tøkniliga, soleiðis at vit nærum ikki nýtast lyfta hond frá síðu fyri at fáa fatur á okkara mati. Sjálvt bøndur og fiskimenn arbeiða í dag mest við at trýsta á knøttar. Okkara kropsligi orkutørvur er minkaður munandi, samstundis sum vit hava meiri føði enn nakrantíð áður. Vit liva í einum ”yvirflóðar-samfelagi”.

Trupulleikin er, okkara føðslunormar ikki eru broyttir samsvarandi okkara livihátti annars. Nógv okkara eta framvegis, sum um vit hava tungt, kropsligt arbeiði. Vit síggja hetta við, at alsamt fleiri dragast við yvirvekt ella fiti. Støðan er enn ikki so ring sum í USA, men vit eru væl á veg tann vegin. Vit eiga av sonnum at síggja USA sum eina framtíðar mynd av hvar vit kunnu enda, um vit ikki ansa okkum. Vit vilja treyðugt ásanna tað, men vit mugu læra okkum at eta minni og betri og at íðka meiri ítrótt.

Viðvíkjandi føðini er talan bæði um at eta minni nøgdir, men samstundis at eta betri góðsku. Hetta skuldi verið møguligt, tí tað vit spara upp á kvantitet, kunnu vit heldur brúka upp á kvalitet. Heldur enn at eta stórar nøgdir av vánaligum ídnaðarkjøti, eiga vit at eta smærri nøgdir av hágóðsku kjøti. Heldur enn at eta grønmeti við øllum møguligum eiturevnum, eiga vit at eta økologiskt grønmeti. Heldur enn at lata mat fara til spillis, eiga vit at eta tað, vit eiga, áðrenn vit keypa nýtt.

Hetta er sjálvandi lætt at siga, um man hevur góða inntøku. Tó er ikki líka lætt hjá einligum foreldrum við fleiri børnum at liva upp til hesi ideal. Vit hava tí enn sum áður ein stóran føðsluójavna í samfelagnum. Hesin ójavni er tó grundleggjandi broyttur: Fyrr høvdu fátøk ikki ráð til nóg nógvanmat. Nú hava fátøk ikki ráð til nóg góðan mat. Hetta hevur eisini heilsuligar avleiðingar. Fiti er ikki bert ein avleiðing av ov nógvum mati, men eisini av ov vánaligum mati! Hetta er ein av orsøkunum til fitifarsóttina í USA.

Fiti er ikki einasta avleiðingin av vánaligum lívsstíli. Tað slær eisini út gjøgnum allar møguligar kropsligar og sálarligar sjúkur. Fáastaðni síggjast stættarmunir so týðiliga sum innan heilsuøkið. Hóast vælferðarsamfelagið í stóran mun hevur javnað livikorini hjá fólki út, er ójavnin framvegis risastórur innan heilsuøkið. Serliga lágt útbúnir, einligir menn eru í vandabólkinum fyri at feila alt millum himmal og jørð, tá teir koma upp í árini. At teir eisini hava lítlan hug at fara til lækna ger bara støðuna enn verri.

So mikið fyri javnstøðu!

Skal fitness vera eitt alment tilboð?

Ójavnin í samfelagnum er sostatt í stóran mun fluttur yvir á heilsuna.

Siðvenjan er í dag, at primera- og sekundera heilsuverkið er í høvuðsheitum alment fíggjað. Sostatt er tað ókeypis ella bíligt at fáa heilsutænastur og veitingar, um tær bagir okkurt. Alt gott um tað.

Verri er tó statt við fyribyrgingini. Nógvar kommunur veita sínum senior-borgarum ókeypis ella bíligar ítróttartænastur. Um lívsstílssjúkur skulu fyribyrgjast, má tó farast í gongd nógv fyrr enn hetta, kanska longu í 30’unum. Sum er sita ítróttarfeløg í stóran mun á fitness-geiranum, og ítróttarfeløgini hava nógv góð tilboð fyri børn, ung og tey í bestum aldri. Tá vit koma upp til stóra bólkin av miðaldrandi, knípir tað tó við tilboðum. Hesi mugu sjálvi keypa sær ítróttarklæði, tekna seg til fitness-centur o.l. Fyri tey flestu er hetta helst ivaleyst nøktandi, men vit hava eisini ein stóran bólk av fólkum, ið ikki megna at taka seg saman til hetta.

Vit hava ikki bert ein heilsuójavna, men eisini ein fitness-ójavna. Nógv av teimum, ið hava størstan tørv á at íðka, kundu ikki funnið upp á at íðka. Fyri tey er ítróttur at hyggja eftir enskum fótbólti í sjónvarpinum. Tí er gott, at nýggir heilsunormar eru við til at geva hesum fólkum ringa samvitsku, so tey kunnu hála seg upp úr sofuni. Hetta er tó ikki nóg mikið: vit eiga eisini at hava tilboð, ið hóska til hesi ”fitness-fremmandu” fólkini. Eisini eru nøkur, ið ikki hava ráð til at gjalda limagjald og setast aftur av hesi orsøk. Eisini kann vera langt hjá summum at koma til fitness-tilboð – serliga um tey ikki hava atgongd til bil.

Rættiliga ymiskt er hvørjar fitness-tænastur kommunur bjóða. Summar bjóða einki, meðan aðrar hava eitt breitt úrval av kvøldskúlatilboðum. Summar kommunur hava svimjihøll, aðrar ikki. Summar kommunur hava eldra-fitness, aðrar ikki. Heilsuójavnin verður sostatt enn ógvusligari, um tú ert so óheppin at búgva í eini kommunu við fáum fitness-møguleikum. Kommunala sundurbýtið ger sostatt heilsuójavnan størri enn hann annars hevði verið.

Av røttum áttu bæði land og kommunur at havt eina skipaða ætlan fyri hvussu fólk flest kunnu aktiverast kropsliga. Tað er alneyðugt at fyribyrgja, tí annars verður tað hvaðna dýrari í hinum endanum.

Ítróttur er eisini felagsskapur

Herfyri var Krúnprinsurin í Føroyum við sínum ”Royal Run” og royndi at selja boðskapin um kropsligt virkni. Tað snýr seg nevniliga ikki um at vinna á øðrum, men um at vinna á tær sjálvum. Tað er umráðandi fyri einhvønn at kunna gerast ein betri menniskja hvønn dag. Tað er ikki bert eitt samfelagsligt krav. Tað snýr seg fyrst og fremst um eina sunna sál í einum sunnum kroppi. Uttan ein sunnan kropp, vilt tú sum persónur spakuliga missa virkisføri – eitt lítið sindur hvønn dag – til tú at enda hevur fingið okkurt álvarsligt lívsstílsbrek, ið veruliga ger tær trupult at liva upp til tínar ambitiónir.

Ja, tað er strævið at lyfta seg upp úr sofuni, men tað verður hvaðna strævnari, um tú ikki gert tað!

Royal Run er eitt inkluderandi átak, har málið er at geva øllum pláss at gerast partur av felagsskapinum:

- Måske er du vant til at gå, men vil jagte en målsætning om at gennemføre 1,6 km i løb

- Måske er du vant til at løbe og vil gerne slå din rekord på 10 kilometer

- Måske er du inaktiv og har brug for et lille skub til at komme i gang

- Måske har du travlt i hverdagen og ser Royal Run som en mulighed for kvalitetstid med familien

- Måske er du handicappet og vil deltage i idrætsfællesskabet på lige fod med alle andre

- Måske er du i forvejen aktiv i idrætsfællesskab og vil støtte op om endnu en løbefest

- Måske er du ramt af ensomhed og øjner det sociale samvær i idrætsfællesskabet

Hetta eru skilagóð orð. Ítróttur er ikki ein reint instrumentellur aktivitetur, ið skal setast ígongd við rationellum vilja. Ítróttur snýr seg um felagsskap og um at byggja nakað saman við øðrum. Vilt tú veruliga liva upp til heilsunormarnar, ið samfelagið krevur, so mást tú eisini fáa viðurkenning frá øðrum. Fyri tey meiri individualistisku kann tað vera sakin at íðka í einsemi, men fyri tey flestu skal ítrótt íðkast í felagsskapi. Kommunurnar eiga eisini at bera so í bandi, at øll fáa møguleika at gerast partur av lokalum, ítróttarligum felagsskapum. Hetta kemur ikki av sær sjálvum. Tað nyttar einki at niðra fólk, ið liggja passivt í sofuni. Tað nyttar hinvegin at viðurkenna fólk fyri teirra aktivu luttøku.

Heilsa er ikki bert ábyrgt hins einstaka, men eisini okkara felags ábyrgd!

 

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur.


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi