Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Stórsta tilfeingisrentan er í KVF

Lesarabrøv, Politikkur | 16/06-2019 21:30

Skal valstríð verða sakligt og til gagn fyri land og fólk krevst, at KVF er sakligt. Hin møguleikin er at niðurleggja tíðindadeildina

Løgtingsval er í nærmastu framtíð. Tá er KVF ein partur. Tað keðiliga við KVF er teirra manglandi áhugi at lýsa mál.

Kann upplýsa bæði Georg og Ivan, at eg meti framgangsmátan, sum vit seinastu árini hava sæð í KVF,  verða manipulatión av fólkinum í Føroyum. KVF misrøkir sína uppgávu. Teir gloyma ávís sjónarmið og nokta ávísum sjónarmiðum rúmd.

Við góðari hjálp frá KVF er framleitt eitt Fata Morgana uppá kr. 1.000.000.000 Ja, 1 milliard, sum ikki er til. Hesir pengar, sum ikki eru til, eru grundarlag undir risastórum útreiðsluvøkstri. Alt kemur fyri ein dag. Eisini hetta.

Tá KVF bara brúkar somu frøðingar ferð eftir ferð og útilukkar onnur, so er tað ikki sakligt men manipulatión av fólkinum. Hesir somu akademikarar hava ongantíð givið okkum eina sakliga akademiska grundgeving fyri sínum sjónarmiðum.

Havstovan segði fyri ári síðan, at fiskastovnarnir hava ongantíð í søguni verið so illa fyri. Nú siga teir at fiskurin hevur verið her alla tíðina. Og onki spurnatekin at hóma í KVF. Og Georg spyr framvegis, sum at tað er ein sjálvfylgja, at kvotur eru betri enn fiskidagar. Úr KVF hoyra vit einki uttan bara eina meining.

Eyðun Hansen, sum verður mettur at verða skilamaður, sleppur ikki í KVF.

Fyri mín part kann eg upplýsa, at eg ikki ein gongd slapp at greiða KVF (ikki føroya fólki) frá, hví og hvussu tilfeingisrentan er útrokna av Búskaparráðnum og Fiskimálaráðnum, við skeivum tølum.

Einaferð fekk Øssur Winterheig at vita, at hann oyðilegði fiskivinnudiskursin hjá KVF.

Framgangsmátin hjá KVF ger sítt til, at landskassin verður illa fyri og at fólk púra óneyðugt fara at missa sítt starv. Hetta gagnar ikki landi og fólki.

Eg stilli upp til komandi val. Útlitini fyri at røkka tingsessi eru rímulig. Eg kann í hvussu so er lova teimum sum velja meg, at eg áleggi hvørki palliba ella fyritøkum gjald fyri at fíggja slíkt virksemi. Føroyar og fólki sum her býr klárar seg útmerka væl uttan tíðindadeild í KVF á hesum støði.

Um eg greiði løgtingslimum frá, at tað at lækka játtanina til KVF 30 milliónir og hækka miðlastuðul 10 mió. gevur okkum fleiri og betri tíðindir í bæði Sjónvarpi og útvarpi enn vit fáa við at varveita tíðindadeildina, so verður tað uttan iva samtykt. Avlopið er 20 milliónir og kanska onkur akademikari roknar okkum tilfeingisrentuna á tíðindadeildini í KVF at verða 67%.

Larry Ellison bleiv einaferð spurdur, hví hann segði so nógvar leiðarar úr starvi. Hann svaraði, at tað var tí at tá leiðararnir gjørdu feilir, so vóru teir orsøkin til at nógv púra ósek fólk, sum gjørdu eitt gott arbeiði, mistu sítt starv.

Nú fáa vit at síggja um KVF broytir kós. Ein flokkur hevur í stevnuskránni at KVF skal privatiserast. Tað er kanska eisini eitt alternativ, sum hevur breiða undirtøku á Løgtingi í hesum uppboðssølutíðum.

Nú fáa vit at síggja um KVF broytir kós. Aftaná Ólavsøku er ov seint at biðja um gott veður.

Hetta er so mín persónliga meining.


Eivind Jacobsen

Valevni Fólkafloksins


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Randi Jacobsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Strandferðslan: Nærum øll koyring og sigling avlýst vegna veður
Útlendingar í USA sendu í fjør USD 160 mia til familjur heima
Eigur tú tveir lastbilar til Landsverk ?
TALUFRÆLSI
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi