Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Metis - Øll sendingin - 19. nov 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (129) - 18. nov 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Oddur á Lakjuni - Evni: "Lær okkum at biðja".
Rák
Rák (49) Healingsmassaga, samtaluterapi og theta metodan fyri orðblindi v.m.
Metis
Samrøða: Sigmar Bláberg, sum hevur skrivað bók um millumlandasigling
Metis
Samrøða: Eyðgunn Samuelsen, fyrrv. lands­stýris­kvinna, um bústaðir
Metis
Samrøða: Kári millum Garðarnar greiður frá um gomlu føroysku træskipini
EvR
Á Torginum - Absalon Absalonsen prátar við Niels Oddmar Poulsen
Metis
Metis - Øll sendingin - 12. nov 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (128) - 11. nov 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Hví grætur tú" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Kristiligar Tíðindasendingar
Ævisøga um Njál Mackay Djurhuus - frá tí høga millum tað høga, til tað lægsta millum tað lægsta.
Kristiligar Tíðindasendingar
Nýggj bók frá forlagnum Leirkeri­num - bíbliuundirvísing
Rák
Rák (48) Elektrisk stimulering av musklum, infrareyður sauna og natúrlækna viðtala
Metis
Samrøða: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um pensjónir og hvussu tað er at verða í Lands­stýrinum
Metis
Samrøða: Ivan Niclasen um Kringvarp Føroya
Metis
Samrøða: Jan Højgaard og Anfinnur Garðalíð um mest aktuellu fiski­vinnu­evn­ini hesa vikuna
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 10. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 5. nov 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Johan "HOT" Mortensen, íverksetari, um framtíð­ina hjá Sandoynni við tunnli til restina av Føroyum
Lýsing
Lýsing

Heimsmálini krevja góðar leiðarar

Innanlands, Lesarabrøv | 17/06-2019 19:00

Altjóða samfelagið setti sær í 2015 stór felags mál fyri okkara klótu. Ásannað varð, at heimsins avbjóðingar eru av slíkum slagi, at neyðugt er at taka stór altjóða og heimlig tøk. ST samtykti á heysti 2015 The 2030 Agenda for Sustainable Development. Talan er um 17 stór høvuðsmál fyri burðardygga menning (Sustainable Development Goals, stytt SDG á enskum). Í Føroyum brúka vit heitið Heimsmálini.

Burðardygg menning
Yvirskipaða málið við hesi skrá er at skapa ein betri heim fyri øll á burðardyggari grund. Kjarnuhugtakið er burðardygg menning.
Í Brundtland-frágreiðingini frá 1987 verður burðardygg menning allýst soleiðis:“Burðardygg menning er menning, sum nøktar tørvirnar hjá verandi ættarliði uttan at seta í vanda møguleikar hjá komandi ættarliðum at nøkta teirra tørvum.” Heimsmálini snúgva seg um at tryggja heimin nú og framyvir. Neyðugt er at vísa virðing og umsorgan í verki fyri verandi og komandi ættarliðum. Okkara skylda er at gera okkara part til tess at skapa góðar fyritreytir fyri menning og vælferð hjá teimum, sum eftir okkum koma.

Fimm f
Ban Ki-Moon, fyrrverandi ST-aðalskrivari, segði í einari røðu:” Vit kunnu skapa ta framtíð, sum vit ynskja: eina framtíð, ið er grundað á vælferð og burðardygd fyri øll fólk og okkara fold.”
Ban Ki-Moon hevur ofta og sannførandi víst á, at Heimsmálini snúgva seg um fimm lyklaorð, sum øll byrja við f: Fólkið, framburður, friður, felagsskapur/samstarv og foldin.

Heimsmálini um allan heim
Heimsmálini eru á skrá um allan heimin. Stjórnir, kommunur, vinnulív, sjálvbodnir felagsskapir, kirkjur og samkomur, og mangir aðrir partar av samfelagnum hava sett sær fyri at arbeiða fram í móti Heimsmálunum. Hetta er at fegnast um. Tí stór og felags tøk mugu takast á nógvum økjum til tess at varðveita og tryggja livilíkindi á jørðini og at skapa ein betri heim fyri øll.

Heimsmálini og Føroyar
Landsstýrið hevur tikið Heimsmálini til sín. Føroysk týðing av øllum Heimsmálunum (og undirmálum) er tøk á heimasíðuni hjá Landsstýrinum. Nám hevur gjørt frálíka temasíðu um Heimsmálini á snar.fo. Í Føroyum hava eisini fyritøkur, skúlar, samkomur/kirkju og onnur tikið Heimsmálini til sín. Fleiri og fleiri síggja tørvin á at skapa ein betri heim fyri øll, har burðardygd er grundarlagið.

Góð og djørv leiðsla
Heimsmálini kunnu ikki røkkast uttan góða og djarva leiðslu á øllum stigum og á øllum økjum í samfelagnum. Tí leiðsla snýr seg um at taka ábyrgd, seta mál og eggja øðrum at røkka teimum í felag.

Ein góður leiðari er sannførdur um, at tað ber til at skapa eina bjartari og betri framtíð, og hann dugir at sannføra og motivera onnur til at seta kósina ímóti betri tíðum.

Fyri at røkka teimum 17 Heimsmálunum er alneyðugt av álvara at seta fokus á leiðslu, og at sannað verður, at stórur tørvur er á leiðarum, sum taka Heimsmálini til sín og byrja at arbeiða fram ímóti teimum.

Óteljandi verkætlanir, stórar og smáar, skulu leiðast væl til tess at røkka Heimsmálunum. Tí er neyðugt at seta fokus á verkætlanarleiðslu. Skilagóðar og væl leiddar verkætlanir skapa stórt virði fyri samfelagið.

Nýskapan
Leiðarar mugu stimbra undir nýskapan, ið er at skapa nakað nýtt, sum ger mun. Teir mugu síggja tað besta í hvørjum einstøkum menniskja og eggja teimum at brúka sínar gávur og evni til at gera ein mun og skapa virði fyri sítt umhvørvi og organisatión. Hópur av nýskapandi loysnum á øllum samfelagsøkjum skulu til fyri at røkka málunum.

Fimm ráð
Her eru at enda fimm ráð til leiðarar og organisatiónir um at arbeiða við Heimsmálunum:

Lær Heimsmálini at kenna
Set tær fyri at arbeiða við málunum
Seta orð á, saman við starvsfólkum, hvat organisatiónin longu ger í mun til tey 17 Heimsmálini
Raðfest nøkur mál og ger átaksætlanir fyri tey
Hav áhaldandi fokus á Heimsmálini og eggja starvsfólkum og viðskiftafólkum at vera virknir viðleikarar í strembanini at røkka málunum
Fyri fleiri fleiri leiðarar og organisatiónir kann arbeiðið við Heimsmálunum tykjast møtimikið. Ferðin kann tykjast  long og strævin. Og tað er skiljandi. Her kann tí vera gott at blíva mintur á kinesiskt orðatak, sum so satt sigur:”Ein drúgv og long ferð byrjar við einum feti.”

Rúni Rasmussen


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Kári fingið nýggjan "Post" Hann verður útvarps­maður.
Ikki so, tá man hevur trakka á eina líktorn
Jenis kann fáa sína sendistovu í Jerusalem kortini
Afturkalling av matvørum: “Rice n´GO - hindbær”, Urtekram kikkertrar, og skinkustrimlar frá COOP
Maria Reynstind misti mannin: nú heitir hon á onnur ið hava mist
LJÓÐBROT: Íslendskur journalistur um Namibia-gøluna hjá Samherja
Sandurin niðanfyri kirkju­garðin
Jødahatur hoyrir ongastaðni heima
Jógvan Hugo Gardar, journalistur, um Samherja-gøluna: Stórt mál í Noregi
LJÓÐBROT: Samrøða við Doru Tiberiu á Torvlagnum
Mær dámar væl Ísrael
Rimmar fastur í 3 vikur á Skála - nú gekk
Hetta er tvætl og møsn, sum Tobbi kemur við
Tíðindi á R7 klokkan 12:00 og 15:00
Nýggj nevnd í felagnum Frítt val - fyri fríari abort
Vespureiðrið (129) - 18. nov 2019
Gullak Madsen letur smíða nýggja Ruth
Alt ov fáar íløgur á Fíggjar­lógini
Rák (49) Healingsmassaga, samtaluterapi og theta metodan fyri orðblindi v.m.
Bókatáttur á R7
Samrøða: Sigmar Bláberg, sum hevur skrivað bók um millumlandasigling
Sonja Klein takkar fyri seg eftir 26 ár sum prestur
Democracy Dies in Darkness
Metis - Øll sendingin - 19. nov 2019
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Metis - Øll sendingin - 19. nov 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (129) - 18. nov 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Oddur á Lakjuni - Evni: "Lær okkum at biðja".
Rák
Rák (49) Healingsmassaga, samtaluterapi og theta metodan fyri orðblindi v.m.
Metis
Samrøða: Sigmar Bláberg, sum hevur skrivað bók um millumlandasigling
Metis
Samrøða: Eyðgunn Samuelsen, fyrrv. lands­stýris­kvinna, um bústaðir
Metis
Samrøða: Kári millum Garðarnar greiður frá um gomlu føroysku træskipini
EvR
Á Torginum - Absalon Absalonsen prátar við Niels Oddmar Poulsen
Metis
Metis - Øll sendingin - 12. nov 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (128) - 11. nov 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Hví grætur tú" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Kristiligar Tíðindasendingar
Ævisøga um Njál Mackay Djurhuus - frá tí høga millum tað høga, til tað lægsta millum tað lægsta.
Kristiligar Tíðindasendingar
Nýggj bók frá forlagnum Leirkeri­num - bíbliuundirvísing
Rák
Rák (48) Elektrisk stimulering av musklum, infrareyður sauna og natúrlækna viðtala
Metis
Samrøða: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um pensjónir og hvussu tað er at verða í Lands­stýrinum
Metis
Samrøða: Ivan Niclasen um Kringvarp Føroya
Metis
Samrøða: Jan Højgaard og Anfinnur Garðalíð um mest aktuellu fiski­vinnu­evn­ini hesa vikuna
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 10. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 5. nov 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Johan "HOT" Mortensen, íverksetari, um framtíð­ina hjá Sandoynni við tunnli til restina av Føroyum
Nýggjastu tíðindi