Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Starvsmannafelagið: Seta løntakaran á breddan í valstríðnum

Innanlands, Lesarabrøv | 18/06-2019 11:29

Tíðindaskriv:

Nevndin og álitisfólkini í Starvsmannafelagið hava kosið sær seks kjarnumál, sum tey vilja varpa ljós á í valárinum 2019. Fyrsta stigið er eitt serblað, sum verður borið út í hvørt hús, saman við Sosialinum, í morgin.

Í Føroyum eru útvið 30.000 fólk, sum hava tað í felag, at tey eru løntakarar. Hesi fólk velja allar politiskar flokkar, men tey hava øll felags áhuga í, at tey sum løntakarar hava so góð kor sum tilber. Sum fakfelag hjá umleið 2.000 løntakarum í almenna sektorinum og almennum partafeløgum setir Starvsmannafelagið tískil aftur í ár fokus á nøkur mál, sum hava týdning fyri føroyska løntakaran. Fyrstu ferð hetta varð gjørt var til løgtingsvalið 2015.

6 kjarnumál
Endamálið er, at varpa ljós á 6 kjarnumál, sum tey umleið 100 álitisfólkini í Starvsmannafelagnum – saman við nevnd felagsins – hava kosið sær, og gjørt síni tilmæli um.

 

Við løntakaranum í huga mæla álitisfólkini og nevndin í Starvsmannafelagnum til at

stytta arbeiðsvikuna við lóg niður í 37 tímar
fáa greiðari mørk millum arbeiðstíð og frítíð
skipa viðurskiftini betri fyri fólk, sum arbeiða niðursetta tíð
skipa viðurskiftini betri fyri starvsfólk í tíðaravmarkaðum størvum
fáa politisku skipanina at raðfesta førleikamenning og vaksnamannaútbúgving hægri, og at játta peningin, ið krevst til hetta endamál
Fáa politisku skipanina at raðfesta og játta pening at útvega og almannakunngerða dagførdar upplýsingar og greiningar um arbeiðsmarknað og løntakarakor.
 

Á hesum sjónbandabrotinum greiðir Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum í stuttum frá Kjarnumálum Starvsmannafelagsins 2019: https://youtu.be/CcImmBiYkS4 

 

Umframt at varpa ljós á mál, sum hava týdning fyri limirnar og lønatakararnar sum heild, eru politisku flokkarnir, sum stilla upp til løgtingsvalið, slopnir at siga sína hugsan um tey 6 kjarnumálini. Støða teirra til kjarnumálini sæst at lesa í blaðnum.


Serblaðið kemur í morgin

Kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum verður almannakunngjørt í einum serblaði, sum liggur inni í Sosialinum, ið verður borin út í hvørt hús í landinum í morgin. Í blaðnum eru eisini yrkisgreinar um tey 6 kjarnumálini, sum Regin Berg, samfelagsfrøðingur hevur skrivað.

 

Umframt serblaðið ætlar Starvsmannafelagið at varpa ljós á tey 6 løntakaramálini í greinum og sjónbandainnsløgum. Saman við øðrum fakfeløgum er eisini ætlanin at skipa fyri almennum kjakfundum um arbeiðsmarknað og løntakaramál, tá ið valið fer at nærkast.

 

Starvsmannafelagið er partapolitiskt óheft, og hettar er eitt partapolitisk óheft tiltak.  Starvsmannafelagið er altíð í parti við øllum sínum limum og hevur skyldu at virka fyri at teir fáa so góð kor sum tilber. Hetta gera vit við samráðingar og hettar gera vit við at arbeiða fyri áhugamálum limanna í rúminum, har politisku avgerðina verða tiknar.

 

Um tit vilja hava viðmerkingar ella vilja vita meira um tey seks kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum í valárinum 2019, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Súna Selfoss, formann í Starvsmannafelagnum, á tlf. 21 48 68.

 

Vinarliga

 

Súni Selfoss, formaður
Starvsmannafelagið


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Ring til tann føroyska jóla­mannin
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Ein mamma, sum nú er deyð, undir illgruna fyri dráp og drápsroynd í Tromsø
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi