Bók eftir Solby A. Christiansdóttir á veg á marknaðin
Ein maður liggur til at doyggja á landssjúkrahúsinum, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt? Og hvør hevur ábyrgdina? Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu Føroya Sjúkrahúsverk skal skipast í hæddini.
Deyðasjúki maðurin og sjúkrahúsverkið eru høvuðspersónarnir í skaldsøguni, "Gloymdur," sum byggir á veruligar hendingar, skrivar Sprotin, ið útgevur fyrstu skaldsøguna eftir Solby A. Christiansdóttir.
Um høvundan skrivar Sprotin á heimasíðu síni, at Solby Anna Christiansdóttir, fødd 01.12.1976 í Klaksvík. Uppvaksin í Klaksvík millum Kjøl og Klakk. Útbúgvin journalistur frá journalistháskúlanum í Århus í januar 2009 og hevur arbeitt í Kringvarpi Føroya síðani. Journalistiska yrkisleiðin byrjaði á norðoya redaktiónini hjá Sosialinum í Klaksvík.
Áhugin fyri og hugurin at skriva birtist á ungum árum, men dirvið til at geva bók út var ein tigandi, stillførur dreymur í nógv ár. Tað skuldi nógv til, áðrenn dirvið var nóg stórt til at loypa út í tað.
Bókin kemur á marknaðin í september mánaða.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur