Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Paintball kapping á Selatrað

Innanlands, Lívsstílur | 21/06-2019 18:00

13 fyritøkur og 15 lið kappaðust í trimum innleiðandi umførðum og einum finalu umfarið til firmakapping í paintball á Skótadeplinum á Selatrað seinasta leygardag. Hetta var samstundis størsta paintball kapping, sum hevur verið á Skótadeplinum. 

Hóast harða kapping, frá millum annað Reno Vent úr Hósvík, ið luttók við heili trimum liðum, so skuldu í alt 28.000 skot og 329 dráp til, aðrenn tað eydnaðist fyritøkuni Poul Joensen Krana- og Lastbilakoyring úr Fuglafirði, at skjóta seg á ovastu rók, og teir kunnu tí kalla seg paintball meistarar á ársins firmakapping, skriva fyrireikarinir til fjølmiðlarnir í dag. 

Hugnaligu umstøðurnar á deplinum gjørdu, at liðini kundu stytta sær stundir millum dystirnar við m.a. øksakasti og bogaskjóting. Um døguraðtíð var ein steðgur, har bjóðað varð til ein væl grillaðan grís. Tað vóru fólk frá Skótadeplinum, ið stóðu fyri matgerðini.

Endamálið við tiltakinum var, at bjóða fyritøkum til ein samansjóvandi og stuttligan dag við eitt sindur av action, og tað vóru fleiri, ið tóku av møguleikanum og nýttu dagin sum eina øðrvísi starvsfólka útferð.

Arne Debess frá Skótadeplinum sigur, at tey skipa javnan fyri starvsfólkadøgum og øðrum tiltøkum, men at hetta er avgjørt stórsta firmakappingin av sínum slag.

- Hetta er fyrstuferð vit hava skipað fyri einari kapping við so nógvum liðum. Vit eru sera glað fyri, at tað eydnaðist og alt spældi væl av. Vit fingu samstundis eisini roynt umstøðurnar, tá hugsað verður um størri kappingar, sigur Arne Debess og leggur afturat, at tað var eisini gleðiligt at síggja, at fólk hugnaðu sær og fingu eina góða uppliving.

Frá Skótadepilinum verður annars sagt, at tey hava nógvar bíleggingar gjøgnum summarið, men at enn er pláss fyri fleiri. Harafturat broytist virksemið nakað um summarið, frá at vera mest innandura til at hýsa tiltøkum so sum kano rógving, ’snorkeling’ og annað sum hóskar seg til summarið.

Hey og Skótadepilin á Selatrað skipaðu saman fyri paintball firmakappingini á Selatrað.

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi