Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Opið bræv til nólsoyingar

Lesarabrøv, Politikkur | 22/06-2019 14:00

Undanfarna samgonga, sum Miðflokkurin var partur av, ja faktisk tungan á vágskálini, samtykti at byggja nýtt skip til Nólsoyar. Á løgtingsvalinum 1. Septembur 2015 fekk undanfarna samgonga á 39 av 141 atkvøðum. Miðflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hildu seg vilja nólsoyingum væl, men eftir valúrslitinum at døma vóru nólsoyingar ikki nøgdir við okkara politikk.

Tey, sum nú sita í samgongu, fingu 100 atkvøður frá nólsoyingum, sum er 70% av øllum atkvøðunum í Nólsoy. Javnaðarflokkurin trífaldaði sínar atkvøður úr 13 upp í 39. Javnaðarflokkurin hevur síðani sitið fyri samferðsluni. Tað fyrsta, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn gjørdu, var at vraka samtyktina hjá undanfarnu samgongu um nýggja nólsoyarferju. Og nú hækka Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ferðaseðlaprísirnar út til Nólsoyar. Hesir flokkarnir, sum fingu dyggastu álitisváttan nakrantíð frá nólsoyingum!!

Nólsoyingar eiga at vita, at samgongan situr við valdið uttan at hava vald. Samgongan reypar av at vera ein minnilutasamgonga, men fær ikki gjørt nakað sum helst við støðuna á Strandferðsluni. Var talan um eina stjórn, sum hevði Løgtingið aftanfyri seg, hevði málið kunnað verið loyst við einum fíggjarnevndarskjali uppá 5 minuttir!! Men heldur enn at skriva út val, so politiska skipanin aftur fær virkað og rættað upp á skeivleikar í samfelagnum, velur samgongan at sita skeiðið út uttan at kunna gera nakað sum helst við nakað sum helst. At týðandi samfelagsfunktiónir verða raktar, hevur fyri samgonguna minni týdning, samanborið við fløvan frá stólunum í Tinganesi.

Eitt kunnu vit í Miðflokkinum tó lova nólsoyingum. Fáa vit tykkara stuðul til komandi val, fara vit sjálvandi at reka sama skilagóða politikk, sum vit gjørdu undan hesi samgongu.

Fyri at fáa greiði á óskilinum hjá samgonguni, havi eg í dag sett landsstýrismanninum í samferðslumálum hesar spurningar:

  • Hvussu nógv kostaði tað Strandferðsluni at keypa Alpha Pilot, rigga hann til og seta hann í sigling millum Gomlurætt og Hest?
  • Hvussu nógv hevur raksturin av leiðini kostað higartil í ár?
  • Hvussu hevur landsstýrismaðurin fíggjað keypið og raksturin?
  • Hvussu nógv skal Strandferðslan spara fyri at fáa játtanina fyri 2019 at halda?
  • Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at játtanin kemur at halda?
  • Tekur landsstýrismaðurin undir við spariætlanini hjá Strandferðsluni, sum millum annað inniber at hækka ferðaseðlaprísirnar á nólsoyar- og suðuroyarleiðini?

Bill Justinussen


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi