Nógvir fyrispurningar settir landsstýrisfólkum síðani løgtingið fór heim
Bara ta seinastu vikuna hava landsstýrisfólkini fingið 15 fyrispurningar at svara.
Hóast løgtingið fyri fleiri vikum síðani er farið í summarfrí, so hava løgtingsfólk havt møguleika líka til á jóansøku (24. juni) at seta sokallaðar § 52a fyrispurningar. Hetta eru fyrispurningar sum verða latnir inn skrivliga, og landsstýrisfólkini hava skyldu at svar skrivliga í seinasta lagið 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er settur.
Og løgtingsfólk hava brúkt henda møguleikan dúgliga í ár. 25 fyrispurningar av hesum slagnum eru settir síðani tingið fór heim tann 3. mai. Bara ta seinastu vikuna hava landsstýrisfólkini fingið 15 fyrispurningar at svara.
Fyrispurningarnir eru í stóran mun merktir av, hvat er frammi í tíðindaflutninginum. Til dømis er hesa seinastu vikuna spurt um vaksandi talið av arbeiðsóhappum, um sparingar á Strandferðsluni, um manglandi tilboð á serbreyt til næming við serligum tørvi, sum er liðugur við fólkaskúlan, um broyting í ferðaætlanini hjá Smyrli á jóansøku, og um reglur fyri at ferðast í náttúruni.
Skipanin við § 52a fyrispurningum hevur virkað síðani 2008.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur