Sáttmáli gjørdur um Føroya fyrsta golfvøll
Samráðingar um nýtslurætt til Glyvursnes til golfvøll byrjaðu í 2013.
Tilgongdin hevur verið drúgv, segði Annika Olsen, borgarstjóri, nú kommunan, Sjúrður Patursson, festari, og Búnaðarstovan skrivaðu undir leigusáttmála um lendi til golfvøll á Glyvursnesi. Men so legði hon eisini aftrat, at nú verður Føroya fyrsti golfvøllur loksins veruleiki.
Sáttmálin, ið nú er gjørdur, fevnir um 522.000 fermetrar, sum kommunan langtíðarleigar.
Ætlandi verður fyrst gjørdur ein golfvøllur við 9 holum, ið síðan verður útbygdur til 18 hol.
Borgarstjórin vísti eisini á, at Glyvursnes ikki bert verður golfvøllur. Gjørdar verða eitt nú fleiri kilometrar av lendisgøtum, og ætlanin er eisini at fáa skipað eitt maritimt øki, har sum kaikantur nú er, skrivar Tòrshavnar kommuna.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur