Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Sandoy og Suðuroy fáa allar menningarkvoturnar

Fiskivinna, Politikkur | 02/07-2019 10:51

Allar menningarkvoturnar eru bara galdandi í eitt ár.

Øll sum hava søkt um menningarkvotu í ár hava nú fingið svar.

“Allir umsøkjarar hava fingið eina meting av umsóknini við grundgevingum fyri niðurstøðunum,” sigur Fiskimálaráðið.

6 umsóknir hava fingið játtandi svar. Tvær av teimum eru úr Sandoynni og fýra úr Suðuroynni. Eingin umsókn norðanfyri Skopunarfjørð hevur fingið játtandi svar.

Galda í eitt heilt ár, frá tí at tær verða latnar

Løgtingið samtykti í vár eina broyting í lógini soleiðis, at menningarkvotur altíð verða latnar fyri heil ár. Tær tilsagnir, ið nú eru latnar, eru tí galdandi eitt heilt ár fram frá tí, at tilsøgnin er latin. 

“Tað bøtir um tíðartrýstið hjá umsøkjarum, nú liðið er út á árið,” sigur Fiskimálaráðið.

Drúgv viðgerð

Tað hevur skapt undran, at viðgerðartíðin í Fiskimálaráðnum hevur verið so drúgt. Kristian Martin Petersen, formaður í Felagnum Línuskip, skrivaði soleiðis á facebook í gjárkvøldið:

“Umsøkjararnir fingu umleið tvær vikur at skriva umsóknir, Fiskimálaráðið brúkti fleiri fulltíðarstørv og góðar 4 mánaðir at avgreiða umsóknirnar, sum tað mesta av tíðini hava ligið svaraðar í ráðnum.”

Fiskimálaráðið sigur, at orsøkin til drúgvu viðgerðina er, at landsstýrismaðurin hevur ynskt at kanna og viðgera, hvussu tilmælini um menningarkvotur kunnu skapa veruligan mun í teimum økjum, sum tilmælini vísa á.

“Hartil kom ein seinking í, tí millum tilmæltu umsóknirnar vóru umsóknir, ið byggja á at brúka virkir í Sandoynni, sum ivi kom um, tá ið virkið í Skopun so brádliga varð stongt. Tí máttu treytirnar viðgerast í hesum umsóknum,” sigur Fiskimálaráðið. Her skal tó havast í huga, at virkið í Skopun lat ikki aftur fyrr enn næstan hálvanfjórða mánað eftir seinastu freist at søkja um menningarkvotur.

Bara eitt ára loyvi

Metingarnevndin hevur víst á, at av tí, at nøgdirnar eru smáar í 2019, og at ein avmarking er fyri, hvussu nógv kann latast sum loyvi meira enn eitt ár, er tilmælið frá nevndini at lata allar tilsagnir sum eitt 1-ára loyvi.

Landsstýrismaðurin viðgongur, at hetta hevur elvt til høvuðbrýggj, men hann hevur tó valt at fylgja tilmælinum frá metingarnevndini. Hetta tí aðrar loysnir ikki vóru møguligar at fremja, og høvdu skapt størri avbjóðingar í mun til skipanina og umsøkjararnar.

Niðurstøðan hjá landsstýrismanninum er sostatt, at skipanin við menningarkvotum má endurskoðast til tess at geva møguleika fyri longri loyvum og størri og varandi verkætlanum kring landið. Og hetta verður tikið upp beinanvegin, sigur hann.

Nógvar umsóknir til alt ov avmarkaða nøgd

37 umsóknir um menningarkvotur komu inn. Tey sum fingu játtandi svar vóru:

  • P/F Thor og P/F Sandoy Seafood
  • P/F Vørðustýggjur (Eysturbúgvin)
  • P/F North Atlantic Seafood
  • P/F TG fish, P/F Steintór og P/F Jókin
  • P/F Delta
  • P/F Delta Seafood

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi