Ein stór kanning av makrelstovnunum verður gjørd í løtuni
Nú kunnu øll fylgja kanningunum beinleiðis.
Árligu makrelkanningarnar eru nú byrjaðar. Talan er um eina stóra altjóða felagskanning, sum miðar móti at lýsa vistskipanina við serligum denti á makrel í Norðurhøvum í juli-mánaði, sigur Havstovan.
Kanningin fer fram við yvirlitstroling eftir makreli, umframt ekkókanningar av sild og svartkjafti.
Umhvørviskanningar verða eisini gjørdar, har saltinnihaldið og hitin verða mátað niður á 500 metra dýpi, og eisini verða kanningar gjørdar av djóraæti. Tær kanningarnar verða gjørdar við glúpi.
“Framferðarhátturin er, at fyri hvønn 60. fjórðing, verður trolað í vatnskorpuni í hálvan tíma, síðani verða æti- og umhvørviskanningar gjørdar,” sigur Havstovan.
Høvuðsmálið við yvirlitstrolingini er at fáa til vega vísital fyri makrelstovnin, í sambandi við stovnsmetingarnar seinni í summar.
Seks skip luttaka í kanningunum, sum byrjaðu fríggjadagin 28. juni, tá Finnur Fríði byrjaði sunnanfyri.
“Kanningarnar hjá Finni Fríða ganga eftir ætlan,” sigur Havstovan. Fyrstu viku í juli byrja fýra skipa afturat, eitt í Norðsjónum, eitt norðan fyri Ísland og tvey í Norskahavinum. Sætta skipið fer at gera kanningar í grønlendskum øki seinni í mánaðinum.
Nýtt í ár er, at til ber at síggja hvar skipini eru stødd, og hvussu langt tey eru komin við kanningunum. Leinkja til kort við kanningargongdini liggur á forsíðuni hjá Havstovuni og kann síggjast her.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur