Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Brandur Sandoy: Hvør menning?

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 05/07-2019 13:47

Um dagarnar fúka harmaljóðini frá teimum báðum sandoyartingmonnum um geilarhornini.
Orsøkin er, at Sandoyggin fyri aðruferð er fyri vanbýti við menningarkvotunum, í mun til tað sum teir báðir tingmenninir høvdu ætlað og sæð fyri sær.

Tann menningin ið hesir báðir høvdu sæð fyri sær í Sandoynni, tá teir sum 16-di og 17-di tingmenn trýstu fiskivinnu-neyðareggið ígjøgnum í Tinginum, vísir seg nú at verða bluff. Heit luft. Fata morgana.
Sandoyggin hevur á henda hátt, ikki fingið eitt tað einasta arbeiðspláss afturat, av førdum politikki á Tingi seinastu 4 árini. Ikki eitt.

Tað sum tó bjargar støðuni á Sandoynni er, at undir samgonguni frammanundan hesari, sat ein samgonga sum veruliga gjørdi nøkur átøk fyri at menna Sandoyarøkið. Verulig átøk, sum muna uppá sikt, og ikki bara her og nú vinningur.

Soleiðis skaffaði undanfarna samgonga okkum eitt aliloyvi til Sandoynna, sum hevði við sær at 60 arbeiðspláss komu aftur á keiini í Skopun, at 5 arbeiðspláss komu í alingini á Sandi sum verða til 10 í summar, og sum hevur havt við sær at munandi upphæddir av partafelagsskatti eru komnar í kassan á Sandi.

Soleiðis skaffaði undanfarna samgonga okkum eisini almenn arbeiðspláss við Virknis- og Umlættingardeplinum sum bygdur varð, og har 14 arbeiðsfólk, tey flestu við góðum útbúgvingum arbeiða í dag, umframt gagnligu ávirkanina hetta hevði á okkara borgarar við serligum tørvi og avvarandi teirra.

Soleiðis skaffaði undanfarna samgonga okkum Sandoyartunnilin, sum uppá sikt, ikki her og nú í 2014, verður grundarlagið undir varandi vøkstri á Sandoynni.

Soleiðis skaffaði undanfarna samgonga okkum annað og betri egnað skip at røkja skúvoyarleiðina, sum legði lunnar undir øktu møguleikarnar innan ferðavinnu í Skúgvi. At so sitandi samgonga tekur hendan bát frá skúvingum í tíð og úrtíð til at røkja aðrar farleiðir er stórt spell.

Hugskotið við menningarkvotum er eftir mínum tykki gott, men endamálið má broytast.
Fyri at fáa atgongd til hetta tilfeingi, má talan verða um slóðbrótandi virksemi, sum mennir nýggjar vørur á landi, ella sum stuðlar uppundir at verandi floti á sjónum kann endurnýggja seg og vit harvið koma uppá støðið sum grannar okkara fyri eystan eru á. 

Tveir av okkara røsku ungu monnum á Sandi eru við nýggja norska trolaranum Granit. 
Grundin til at teir klára at byggja nýggj hypermodernaði skip er m.a, at loyvini í Norra at fiska eru langtíðarloyvir, og eru umsetulig. Hetta gerð, at fíggingarstovnarnir vilja veita fígging, tí teir hava eitt pant, eitt virði aftanfyri.
Tí er m.a Granit útgjørdur við mjølverksmiðju, umframt at teir eisini framleiða lýsi av garnum og øðrum burturkasti. Eina túrin í fjør framleiddu teir fyri 10 mió kr av lýsi.

Tað er hendan vegin vit mugu við fiskivinnu okkara, og vit mugu sleppa burturfrá hugsunarhættum, sum fokusera uppá øvundsjúku og skjótan vinning fyri landskassan, uppboðssølu av veiðurættindum og menningakvotum sum sosialhjálp.
Hetta, og veruliga at menna okkara øki aftur, ætli eg mær at kempa fyri komandi 4 árini um eg fái møguleikan.


Brandur Sandoy, Valevni fyri Fólkaflokkin


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi