Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Anna Margretha Otthamar : Tørvur á at leggja á annan bógv 

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 05/07-2019 13:52

Fyrstu ferð eg alment sýndi áhuga fyri politikki var í 2016, tá eg stillaði upp til býráðsvalið á uttanflokkalista í Tórshavnar kommunu. Eg var sera væl nøgd við undirtøkuna, eg fekk, og gevur hetta mær áræði at bjóða meg fram aftur, hesa ferð til løgtingsval. 

 

Míni hjartamál eru: 

Rætturin til lívið hjá øllum óføddum 
Skúlamál 
At fáa gjøgnumskygni á pensjónsøkinum 
Liviligari umstøður fyri okkara eldru 
Góðar karmar fyri vinnuna 
Burðardyggar orkuloysnir 
Lægri avgjøld og eykaskattir, so sum kringvarpsgjald og vegskatt 
Prístalsjavnan inn aftur í lønarsáttmálarnar 
 

Hví Miðflokkin? 

Tí kristna lívsáskoðanin er besta grundarlagið fyri einstaklingin og samfelagið, og vit hava bestu loysnirnar.


Farna valskeið eru samfelagsligar broytingar framdar, ið ikki eru landi og fólki at frama. Tískil síggi eg tørvin á at bjóða meg fram sum málgagn vegna veljarar, ið hugsa sum eg, at okkum tørvar at leggja á annan bógv.  


Sjálvsagdur rættur til lívið

Frammarlaga í mínum huga er at verja rættin til lívið hjá øllum óføddum. Hesi, ið ikki enn hava eina rødd, skulu tryggjast rættin til lívið og til sjálvi at kunna tala sína søk. Hvør kann annara vegna avgera, at lívið ikki er ella verður virðiligt at liva? Hetta er ein útsøgn, sum stundum verður brúkt sum orsøk til fosturtøku. Og hvussu kunnu vit sammeta týning av mannalívi við hetta at taka fugl ella seyð? Hetta er snøgt sagt als ikki sambæriligt og sera óvirðiligt fyri eina sokallaða framkomna tjóð, at slíkt kemur fyri. Vit, sum í dag hava eina rødd at gera vart við okkara meining, hava henda framíhjárætt, júst tí vit fingu høvi at verða fødd. 


Landspolitikk á breddan

Eg fari at virka fyri skynsomum raðfestingum í landsbúskapinum. Ein aktivur fíggjarpolitikkur inniber neyva stýring av íløgum. Hetta til tess at búskaparliga javna út ávirkanina av góðum og vánaligum tíðum, soleiðis at liviligt verður, bæði tá viðgongd og mótgongd er fíggjarbúskaparliga. Í upphitaðari tíð, sum er nú, eigur landið at hava neyva stýring og eftirlit við íløgum, so niðurlagingin ikki verður ov ógvislig, tá ferðin á búskaparvøkstrinum gerst minni. Tað er sera umráðandi, at landspolitikkur verður førdur aftur, tí seinnu árini hevur nevniliga alt ov nógvur lokalpolitikkur verið førdur. Eg vil virka fyri landspolitikki, ið verður øllum Føroya fólki at frama.  


Tí bjóði eg meg fram sum valevni hjá Miðflokkinum og hevði verið takksom at fingið tína atkvøðu. 


Gongur tú við hesum somu hjartamálum fyri land og fólk okkara – so set kross við Miðflokkin ella eitt av valevnum hansara! 

Anna Margretha Otthamar valevni fyri Miðflokkin


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi