Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Við Sjóvarmálan
Við Sjóvarmálan (7) - 15. juli 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Jóhan við Neyst "Gud er alvitandi"
Komið øll við
Samrøða: Uni Næs, dómpróstur, um umvælingar á Svínoyar Kirkju
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Skorheim, um gistingar­húsið í Svínoy, ið einaferð var ætlað sum sambyli
Komið øll við
Samrøða: Regin Meyer Olsen, sum miðskifti torv
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Kristin Olsen, bóndi í Svínoy, ið eisini hevur búð í Qatar
Komið øll við
Samrøða: Heidi Neshamar Olsen, bóndakona í Svínoy, sum eisini hevur búð í Qatar
Stafettin
Stafettin (13) - Jógvan Skorheim spyr Bjarna Kárason Petersen
Ymiskar sendingar
G! 2019 - Tónleika­sending
Komið øll við
Komið øll við (15) - Svínoyar­vitjan 2. partur - 11. juli 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið á ferð (114) - Samrøður frá Europa League heimadysti­num hjá NSÍ
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Gud og líðingar" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Komið øll við
Samrøða: Hans Arni Bertholdsen, sum ferðast í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Eyðun Mohr Viderø og konan Ragnheiður
Komið øll við
Samrøða: Erling Eidesgaard, sum hevur svomið millum oyggjar­nar seinastu árini
Komið øll við
Samrøða: Eyðun Jacobsen, tyrluavgreiðslu­maður í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Marius á Geilini, avgreiðslu­maður hjá Strandferðsluni í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Pauli í Kongsstovu, skipari á Rituni
2069
"Kom á 2069!" (67) - 5. juli 2019
Stafettin
Stafettin (12) - Aksel V. Johannesen spyr Jógvan Skorheim
Lýsing
Lýsing

Birgir Nielsen; Ferðavinnan –  okkara triðja búskaparliga bein

Innanlands, Lesarabrøv | 07/07-2019 19:42

Í mong ár var nógv tosað um at fáa onnur vinnulig bein at standa á í Føroyum, afturat fiskivinnuni og alivinnuni.

Í dag er hetta beinið ávegis einum veruleika við føroysku ferðavinnuni. Ferðavinnan hevur tikið dyk á seg farnu árini, ikki minst vegna miðvísum marknaðarátøkum frá Visit Faroe Islands.

Vit eiga ikki tó at gloyma tær dugnaligu fyritøkurnar innan ferðavinnuna í Føroyum, og tess starvsfólkum, sum síðstu árini hava hækkað munandi um tænastustøði og økt um útboði í  hotelvinnuni, matstovuvinnuni, flutningsvinnuni, ferðaleiðaravinnuni og aðra staðni við.

At m.a. KOKS matstovan hevur megna at fingið heilar 2 Michelin stjørnur, umframt aðrar heiðurslønir, er eitt týðuligt  prógv um, at tað í okkara matstovuvinnu eru ómetaliga nærlagdir og dugnaligir kokkar, tænarar og matstovuleiðarar, sum seta føroyska matskrá á heimskortiið.

At fleiri nýggj hotel eru í gerð í Havn er at frøast um, og er tekin um áræði og ber brá av jaligum framtíðarmetingum um ferðavinnuna í Føroyum. Vònin er eisini at vinnulig ferðavinna við skeiðsvirksemi kemur at økjast í lágorku tíð, tá onnur ferðafólk ikki eru her. Vónandi verður framgongdin jalig og vil ferðavinnan á hendan hátt skapa nógv arbeiðspláss og framburð til føroyska samfelagið.

Nógvir spurningar hava annars verið, um ein nýggj vinna skal vaksa óavmarkað, um vit skulu skerja talið av ferðamannaaskipum og undir hvørjum treytum útlendingar kunnu ganga í okkara náttúru.

Eg meti at vit eiga at sláa kalt vatn í blóðið til atfinningar móti ferðavinnuni.  Avbjóðingarnar eru ikki størri enn at vit eiga at kunna gera nakað við tær áðrenn tær verða ein veruligur trupuleiki.

VIt eiga sjálvsagt fyri tað fyrsta at miðja eftir at ferðafólkini leggja so nógvan pening eftir seg í Føroyum til tær tænastufyritøkur innan ferðavinnuna, sum bjóða seg fram her. 

Eg haldi avgjørt ikki at vit eiga at skerja talið av útlendskum ferðamannaskipum at koma til Føroya – eins og nýggja strategiin frá Visit Faroe Islands annars fráboðar. At vit yvirhøvur hava nøkur ferðamannaskip í Føroyum kemur í mestan mun av, at privatar fyritøkur og nakrar kommunur í áravís hava gjørt eitt miðvíst og stórt arbeiði til tess at vinna útlendskan pening til landið.

Ferðamannaskip eru millum annað viðvirkandi til at vit hava so nógvar góðar bussar í Føroyum, at vit hava góðar ferðaleiðarar, at sleipibátar verða keyptir, at vit hava eitt fjølbroytt tænastutilboð til onnur ferðandi o.s.fr. Talið av vitjandi í Føroyum er sera lágt samanborið við okkara grannalond og kunnu vit menna hesa vinnuna skynsamt.

VIðvíkandi at ganga frítt í føroysku náttúruni eri eg av tí áskoðan, at vit eiga at seta krøv til ferðafólkini, bæði fyri at verja náttúruna og ikki minst fyri at verja ferðafólkini sjálvi. Rættast er helst at krevja at ferðaleiðari altíð er saman við bólkum ella einstaklingum av ferðafólki, tá tey ferðast í náttúruni. Vit hava alt ov ofta hoyrt um útlendingar, sum koma illa fyri í Føroysku náttúruni. Hesin trupuleikin eigur eisini at takast við í framtíðar avgerðini um rættin hja ferðafólki at ganga í føroysku náttúruni.

Eg vil arbeiða fyri at eisini føroyska ferðavinnan fær tryggar og góðar karmar at virka undir, verið eg valdur inn á Føroya Løgting. Aðalmálið hjá Fólkaflokkinum er eisini at vit hava eitt frælst og trygt Føroyskt vinnulív, ið sjálvt fær ágóðan fyri sín innsats.

Birgir Nielsen

valevni hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið

Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Nú bleiv Signar Dam rættuliga illur
Hon er nýggjur leiðari
Tá flotin veksur verður minni í part
Eftirlýsing: Eigur tú myndir av Vesturvón
Løtumyndir av G! 2019
Útróðrarbátar­nir í bólki 5B verða helst lagdir longu í hesi vikuni
Ongin suðuroyar­tunnil við sitandi samgongu
Kenna tit fólkini ?
So komu boðini: Frá C til E og so út - Sonja J. Jógvansdóttir gevst
G! 2019 - Tónleika­sending
Fleiri løtumyndir av G! 2019
Við Sjóvarmálan (7) - 15. juli 2019
Tíggju tey størstu bingju­skip­ini í heiminum
Komið øll við (15) - Svínoyar­vitjan 2. partur - 11. juli 2019
Myndir frá leygar­deg­num á G! 2019
EINKI ER HENT: Útlendingar keypa ognir á útoyggj
Hann stillar eisini upp fyri Føroya­flokkin
Myndir av framførslum á G! 2019
Útróðrarbátar í bólki 5B fáa helst fleiri dagar
G! MYNDARØÐ HÓSDAGIN
Samrøða: Jógvan Kristin Olsen, bóndi í Svínoy, ið eisini hevur búð í Qatar
Stafettin (13) - Jógvan Skorheim spyr Bjarna Kárason Petersen
Melania Trump ella eitt fuglaskrímsl?
IR, Lastbilar, Zafira og Landleiðin skulu koyra Bygdaleiðir komandi 7 árini
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Við Sjóvarmálan
Við Sjóvarmálan (7) - 15. juli 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Jóhan við Neyst "Gud er alvitandi"
Komið øll við
Samrøða: Uni Næs, dómpróstur, um umvælingar á Svínoyar Kirkju
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Skorheim, um gistingar­húsið í Svínoy, ið einaferð var ætlað sum sambyli
Komið øll við
Samrøða: Regin Meyer Olsen, sum miðskifti torv
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Kristin Olsen, bóndi í Svínoy, ið eisini hevur búð í Qatar
Komið øll við
Samrøða: Heidi Neshamar Olsen, bóndakona í Svínoy, sum eisini hevur búð í Qatar
Stafettin
Stafettin (13) - Jógvan Skorheim spyr Bjarna Kárason Petersen
Ymiskar sendingar
G! 2019 - Tónleika­sending
Komið øll við
Komið øll við (15) - Svínoyar­vitjan 2. partur - 11. juli 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið á ferð (114) - Samrøður frá Europa League heimadysti­num hjá NSÍ
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Gud og líðingar" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Komið øll við
Samrøða: Hans Arni Bertholdsen, sum ferðast í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Eyðun Mohr Viderø og konan Ragnheiður
Komið øll við
Samrøða: Erling Eidesgaard, sum hevur svomið millum oyggjar­nar seinastu árini
Komið øll við
Samrøða: Eyðun Jacobsen, tyrluavgreiðslu­maður í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Marius á Geilini, avgreiðslu­maður hjá Strandferðsluni í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Pauli í Kongsstovu, skipari á Rituni
2069
"Kom á 2069!" (67) - 5. juli 2019
Stafettin
Stafettin (12) - Aksel V. Johannesen spyr Jógvan Skorheim
Nýggjastu tíðindi