Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føroya Pedagogfelag: Alt dagstovnaøkið vantar eina heildarætlan

Innanlands, Politikkur | 07/07-2019 21:00
Nevndin í Føroya Pedagogfelag

Føroya Pedagogfelag saknar, at almennu myndugleikarnir taka støðuna í størri álvara. Tey sakna eina heildarætlan fyri alt dagstovnaøkið. Vilj vita hvussu fleiri starvsfólk fást inn á økið. Vilj hava betri arbeiðsumhvørvi. Spyrja hvussu vit kunnu tryggja okkum, at Dagstovnalógin verður hildin?

Við støðugum fólkavøkstri og búskaparligum góðum tíðum, seinastu árini, er lagt eitt stórt trýst á alt dagstovnaøkið í landinum.

Pedagogfelagið fær javnan afturboðanir frá limum, ið føla at teir ikki strekkja til í gerandisdegnum. Hetta er vegna økt arbeiðstrýst og at fleiri uppgávur verða lagdar á stovnarnar. Eisini vegna stóra mangulin á starvsfólkum til at megna gerandisdagin. Tað skrivar Føroya Pedagogfelag á heimasíðu síni.

Tey síggja leiðarar, sum ikki vilja lata standa við og hava biðið um at verða loystir úr starvi. Ikki bara leiðarar fara úr starvi – eisini námsfrøðingar og hjálparfólk eru farin sama veg. Mong fara heilt av arbeiðsøkinum, tí tey ikki halda arbeiðsumhvørvið út longur.

Stóri fólkavøksturin hevur havt við sær, at tørvurin á ansingarplássum er nógv vaksin. Vit síggja dagstovnar verða útbygdar og nýggjar verða bygdar uttan at starvsfólk eru tøk at manna stovnarnar. 

Stóri tørvurin á starvsfólki ger, at dagstovnarnir alsamt gerast meiri ansingarstovnar, har endamálið gerst at klára dagin. Stundir og møguleikar eru ikki til, sum dagstovnalógin áleggur, at tryggja ein góðan og innihaldsríkan dag fyri barnið.

Arbeiðsumhvørvið og lønin eru ikki nøktandi, men hetta snýr seg ikki bara um fígging – góðu tíðirnar í samfelagnum gera, at eitt láglønarøki hevur trupult at fáa starvsfólk.

Vit hava sæð seinastu mánaðirnar, at tað eru og hava verið 100-tals størv lýst leys. Hetta merkir, at tá tað ikki koma fleiri “nýggj” starvsfólk inn á økið, so kappast øll um somu fólkini. Tað snýr seg hjá leiðslunum um, at “stjala” fólk frá hinum stovnunum. Starvsfólkahópurin skiftur við jøvnum millumbilum og er hetta als ikki gott fyri nakran, skrivar Pedagogfelagið. 

Føroya Pedagogfelag ynskir:

- at eitt minstamark av tímum verður tryggjað barninum á stovninum.

- ítøkilig átøk verða gjørd, fyri at bøta um arbeiðsumstøðurnar á stovnunum.

- arbeiðsvikan verður stytt.

 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi