Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
Norðurjól á Biskupstorgi í Klaksvík
Rák
Rák (49) Healingsmassaga, samtaluterapi og theta metodan fyri orðblindi v.m.
Metis
Samrøða: Sigmar Bláberg, sum hevur skrivað bók um millumlandasigling
Metis
Samrøða: Eyðgunn Samuelsen, fyrrv. lands­stýris­kvinna, um bústaðir
Metis
Samrøða: Kári millum Garðarnar greiður frá um gomlu føroysku træskipini
EvR
Á Torginum - Absalon Absalonsen prátar við Niels Oddmar Poulsen
Metis
Metis - Øll sendingin - 12. nov 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (128) - 11. nov 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Hví grætur tú" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Kristiligar Tíðindasendingar
Ævisøga um Njál Mackay Djurhuus - frá tí høga millum tað høga, til tað lægsta millum tað lægsta.
Kristiligar Tíðindasendingar
Nýggj bók frá forlagnum Leirkeri­num - bíbliuundirvísing
Rák
Rák (48) Elektrisk stimulering av musklum, infrareyður sauna og natúrlækna viðtala
Metis
Samrøða: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um pensjónir og hvussu tað er at verða í Lands­stýrinum
Metis
Samrøða: Ivan Niclasen um Kringvarp Føroya
Metis
Samrøða: Jan Højgaard og Anfinnur Garðalíð um mest aktuellu fiski­vinnu­evn­ini hesa vikuna
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 10. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 5. nov 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Johan "HOT" Mortensen, íverksetari, um framtíð­ina hjá Sandoynni við tunnli til restina av Føroyum
Sandoyarsendingin
Samrøða: Sámal Hanni Lognberg, um uppvøkstur, handil og tað at hava leiðsluna í eini missión
Vespureiðrið
Vespureiðrið (127) - 4. nov 2019
Lýsing
Lýsing

Ongin suðuroyartunnil við sitandi samgongu

Innanlands, Lesarabrøv | 09/07-2019 17:30

Útreiðslugildi hjá sitandi samgongu ger tað ómøguligt at gera Suðuroyartunnilin

Ávís stig eru neyðug, fyri at Suðuroyggin skal verða á sama støði sum restina av Føroyum. Somuleiðis verður neyðugt at rætta ymiskar feilir.

Tunnil til Fámjin eigur at verða gjørdur beinanvegin. Tað er ómoralst at avlýsa hann í seinastu løtu. Frágreiðing um Dalsvegin, kom sum bestilt til endamálið. Mátin við kunningarskrivum, umberingum og brot av gomlum avtalum, var ikki sømiligur. Kemur tunnil til Fámjin ikki á skrá beinanvegin, verður tað ongantíð. Og vit vita øll, hvør ikki ynskir tunnil til Fámjin.

Í Suðuroynni eru relativt nógv eldri. Minnist tá eg fyri 20 árum síðan roknaði út, at tað høvdu verið 6.000 pensjonistar í Havn, um aldursbýti var sum við Gjógv.

Eldraøkið átti ongantíð at verið lagt út til kommunurnar. (ja eg veit hvør var ministari tá) Tað er púra greitt, at skulu kommunur umsita økið, er neyðugt at tær fáa blokkstuðul, eftir tali av eldri fólki. Blokkstuðul verður tá sjálvandi samhaldsfastur, tí hann kemur úr felagskassanum.

Støðan í dag er, at vit fáa 2 klassa borgarar. At kommunur í Suðuroy av berari neyð eru ósamdar og tíð og orka ikki er til at krevja tað, sum rímuligt er, frá landsmynduleikum er harmuligt.

Havandi í huga, at borgarstjórin í Vági er Tjóveldismaður og Javnaðarflokkurin hevur meirilutan í býráðnum á Tvøroyri, má sigast at antin duga tey als ikki at arbeiða, ella hava landsmynduleikarnir als ongan hug at hjálpa.

Eyðgun og Siri umsita eldraøkið og sjúkrahús. Tað er so lítið komið burtur úr, at tær nú biðja um afturval fyri at sylta viðari, tað tær hava sylta í 4 ár. Rokni við at fólk í Suðuroy hugsa seg um, áðrenn krossurin verður settur næstu ferð.

79% av fólkatalinum í Suðuroy er í arbeiðsfjøldini, meðan tað eru 87% í Eysturoy og Streymoy. Munurin svarar til 260 arbeiðsfólk. Lønarinntøkan í Suðuroy er uml. 200 milliónir lægri enn fólkatalið tilsigur. Tað sigur seg sjálvt at tað er ein avbjóðing. Trupulleikin er stórur og neyvan lættur at loysa.

Men hóast tað eru trupulleikar, so er mín uppfatan, at fólk í Suðuroy hava tað rímuliga gott. Tey fólk eg møti eru glað og nøgd. Men næstan hvørja ferð eg ringi til Havnar, so ljóðar suðuroyarmál í hinum endanum. Fráflytingin hevur verið stór. Aldurssamansetingin er skeiv. Tá jarðarmøður og føðistovur flyta norður um fjørðin, nærkast dagurin at sjálvt gravarin verður arbeiðsleysur.

Eg vil gera mítt til fyri at tunnil til Fámjin verður gjørdur áðrenn maskinurnar í Hvalba fara norðaftur.

Suðuroyartunnil eigur at verða gjørdur. Men við verðandi samgongu og ótálmaða útreiðsluvøkstri verður ongin tunnil bygdur til Suðuroyar. Vit minnast øll hvat hendi við tunnlinum til Fámjin. Og hann kostaði kanska 100 milliónir og ikki 3.400 milliónir. Tí er avgerðandi fyri Suðuroynna at Fólkaflokkurin kemur í samgongu og steðgar útreiðsluvøkstrinum. Tað verður ikki uttan svørðslag at pengar verða játtaðir. Eg skal nokk gera mítt. Men tað er eisini neyðugt at veljarin velur rætt.

Eg haldi tað er gott at vitja í Suðuroynni. Eg vil gjarna gera mítt til at tað eisini skal verða gott at búgva í Suðuroynni.

 

Eivind Jacobsen

Valevni Fólkafloksins


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út:
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Sonja: Harragud eg eri troytt av at vera umrødd
Tí er ikki talan um útblaking
Svik avdúkað í Bylgjuni í Runavík
Føroyingur í Argentina: Búskaparstøðan er út av lagi vánalig
Vespureiðrið (128) - 11. nov 2019
Jenis av Rana vónar framvegis at fáa sendistovu í Jerusalem
Afturkalling av matvørum: “Rice n´GO - hindbær”, Urtekram kikkertrar, og skinkustrimlar frá COOP
Frágreiðing frá skúla­stýri­num í Fuglafjarðar skúla
Ísland: Útvísing av kvinnu í 36. viku hevur vakt øsing
Pressa, pressa, pressa”!
LJÓÐBROT: Íslendskur journalistur um Namibia-gøluna hjá Samherja
Sandurin niðanfyri kirkju­garðin
Maria Reynstind misti mannin: nú heitir hon á onnur ið hava mist
Íslendskt virksemi í Namibia verður gjølla kannað
Eg fekk 10.000 kr. Hetta vóru rørandi boð at fáa.
LJÓÐBROT: Samrøða við Doru Tiberiu á Torvlagnum
Jógvan Hugo Gardar, journalistur, um Samherja-gøluna: Stórt mál í Noregi
Tíðindi á R7 klokkan 12:00 og 15:00
Tit, ikki vit, gjørdu Trump
Rimmar fastur í 3 vikur á Skála - nú gekk
Rák (48) Elektrisk stimulering av musklum, infrareyður sauna og natúrlækna viðtala
Gullak Madsen letur smíða nýggja Ruth
Metis - Øll sendingin - 12. nov 2019
Rák (49) Healingsmassaga, samtaluterapi og theta metodan fyri orðblindi v.m.
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
2069
Norðurjól á Biskupstorgi í Klaksvík
Rák
Rák (49) Healingsmassaga, samtaluterapi og theta metodan fyri orðblindi v.m.
Metis
Samrøða: Sigmar Bláberg, sum hevur skrivað bók um millumlandasigling
Metis
Samrøða: Eyðgunn Samuelsen, fyrrv. lands­stýris­kvinna, um bústaðir
Metis
Samrøða: Kári millum Garðarnar greiður frá um gomlu føroysku træskipini
EvR
Á Torginum - Absalon Absalonsen prátar við Niels Oddmar Poulsen
Metis
Metis - Øll sendingin - 12. nov 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (128) - 11. nov 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Kári Kjelnæs "Hví grætur tú" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Kristiligar Tíðindasendingar
Ævisøga um Njál Mackay Djurhuus - frá tí høga millum tað høga, til tað lægsta millum tað lægsta.
Kristiligar Tíðindasendingar
Nýggj bók frá forlagnum Leirkeri­num - bíbliuundirvísing
Rák
Rák (48) Elektrisk stimulering av musklum, infrareyður sauna og natúrlækna viðtala
Metis
Samrøða: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um pensjónir og hvussu tað er at verða í Lands­stýrinum
Metis
Samrøða: Ivan Niclasen um Kringvarp Føroya
Metis
Samrøða: Jan Højgaard og Anfinnur Garðalíð um mest aktuellu fiski­vinnu­evn­ini hesa vikuna
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 10. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 5. nov 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Johan "HOT" Mortensen, íverksetari, um framtíð­ina hjá Sandoynni við tunnli til restina av Føroyum
Sandoyarsendingin
Samrøða: Sámal Hanni Lognberg, um uppvøkstur, handil og tað at hava leiðsluna í eini missión
Vespureiðrið
Vespureiðrið (127) - 4. nov 2019
Nýggjastu tíðindi