Fleiri lokalir leikarar aftur í TB
Í TB eru nógvar broytingar framdar í summarsteðginum, váttar Henrik Thomsen, formaður í TB.
Tað hevur verið ament frammi, at Stefan Radosavljevic og Luc M. Jeggo ikki halda fram í TB eftir summarsteðgin eins og Teitur Olsen mest sannlíkt fer av landinum. TB hevur styrkt seg við Ken Fagerberg, men nú er eisini greitt, at fleiri aðrar broytingar vera í hópinum. Tað skrivar Jákup Ósá á heimasíðuni bolt.fo
Hann skrivar víðari:
Fýra lokalir koma at hjálpa til
Henrik Thomsen, formaður í TB, sigur, at tað vera fleiri aðrar broytingar í summar.
- Tormóður P. Djurhuus er farin aftur til HB eftir egnum ynski. Rógvi Joensen (fyrrverandi liðskipari hjá TB, blaðm.) er byrjaður at venja og spælir restina av árinum. Heine Mortensen kemur at hjálpa til í august og september. Og so vóna og vænta vit, at Martin Tausen og Eirikur Magnusarson koma afturat hópinum. Vit vænta at tað kemur uppá pláss í dag ella í morgin, sigur Henrik Thomsen við bolt.fo.
Rógvi, Heine, Martin og Eirikur eru leikarar, sum
les um allar broytingarnar hjá TB við at trysta HER http://bolt.fo/news/details?title=Fleiri%20lokalir%20leikarar%20aftur%20%C3%AD%20TB&id=2262
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur