Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Við Sjóvarmálan
Við Sjóvarmálan (7) - 15. juli 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Jóhan við Neyst "Gud er alvitandi"
Komið øll við
Samrøða: Uni Næs, dómpróstur, um umvælingar á Svínoyar Kirkju
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Skorheim, um gistingar­húsið í Svínoy, ið einaferð var ætlað sum sambyli
Komið øll við
Samrøða: Regin Meyer Olsen, sum miðskifti torv
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Kristin Olsen, bóndi í Svínoy, ið eisini hevur búð í Qatar
Komið øll við
Samrøða: Heidi Neshamar Olsen, bóndakona í Svínoy, sum eisini hevur búð í Qatar
Stafettin
Stafettin (13) - Jógvan Skorheim spyr Bjarna Kárason Petersen
Ymiskar sendingar
G! 2019 - Tónleika­sending
Komið øll við
Komið øll við (15) - Svínoyar­vitjan 2. partur - 11. juli 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið á ferð (114) - Samrøður frá Europa League heimadysti­num hjá NSÍ
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Gud og líðingar" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Komið øll við
Samrøða: Hans Arni Bertholdsen, sum ferðast í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Eyðun Mohr Viderø og konan Ragnheiður
Komið øll við
Samrøða: Erling Eidesgaard, sum hevur svomið millum oyggjar­nar seinastu árini
Komið øll við
Samrøða: Eyðun Jacobsen, tyrluavgreiðslu­maður í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Marius á Geilini, avgreiðslu­maður hjá Strandferðsluni í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Pauli í Kongsstovu, skipari á Rituni
2069
"Kom á 2069!" (67) - 5. juli 2019
Stafettin
Stafettin (12) - Aksel V. Johannesen spyr Jógvan Skorheim
Lýsing
Lýsing

Hanus Hansen: Pennavinirnir Óluva og Høgni enn einaferð

Innanlands | 12/07-2019 14:00

Samgongan hevur skapt ein ótryggleika, sum ger framtíðina rættiliga óvissa, og tað er greitt, at tað verður nærum ógjørligt at gera nýíløgur. 

Fleiri hava longu viðmerkt svarið hjá Høgna til Óluvu og víst á, hvussu skaðilig nýskipanin er og verður fyri Norðoyggjar.

Kundi hugsað mær at gjørt nakrar viðmerkingar um Barentshavið.

Øll í Norðoyggjum vita hvønn týdning fiskiskapurin á fjarleiðum hevur havt fyri Kjølbro og seinni JFK seinastu skjótt 100 árini.

Tí nøkur orð um fiskiskapin í Barentshavinum.
 
Tvær tær størstu fiskivinnufyritøkurnar í Norðoyggjum hava fyri kortum verið úti við roknskapinum fyri 2018, fyrsta árið við fiskivinnunýskipanini.
 
Í báðum førum er stór afturgongd.

Munandi minni umsetningur.

Nógv lægri lønurútgjaldingar og ársúrslitini eru munandi verri. 
  
Nógv tøl hava verið frammi, so eg ætlaði ikki her at koma ov nógv inn á tøl, men vil tó nevna hetta dømi:
 
• Í 2015 var kvotan í Barentshavinum uml. 30.400 tons og JFK hevði sløk 14.000 tons.

• Í 2019 er kvotan í Barentshavinum uml. 26.500 tons, og JFK hevur góð 10.000 tons.
 
Í 2015 var eingin uppboðssøla og í 2019 fóru 15% á uppboðssølu, so tá vóru bara uml. 22.500 t at býta.
 
Tvs. JFK hevur uml 29% minni at fiska í 2019 enn í 2015, tá samgongan tók við.
 
Taka vit so tað við, sum vit keyptu á uppboðssølu, verður lækkingin uml. 22%.

Leggjast kann afturat, at felagið fær onki burturúr uppboðssølukvotuni - manningin eitt lítið sindur.

Ein sera neilig avleiðing av nýskipanini er, at vit fáa ongantíð tað aftur, sum við lóg er tikið frá okkum.

Øll kvota omanfyri 27.000 tons, skal í framtíðini seljast á uppboðssølu. 
 
Tá kvotan er minni enn 27.000 tons, skulu 15% seljast á uppboði, og 8,5 % kunnu takast sum menningarkvota.
 
Henda samgongan hevur sostatt tikið uml. 30% av kvotuni í Barentshavinum í alla framtíð frá Norðoyggjum. Vit kunnu tí ongantíð aftur rokna við meira enn 10.000 tonsum at fiska í Barentshavinum.

Harumframt kunnu vit, sum støðan er nú, royna at keypa á uppboðssølu, men har hava fleiri samgongulimir, harímillum Høgni og Jónleif víst á, at verandi aktørar ikki áttu at sloppið at bjóða á uppboðssølu.
 
Tað vil siga, at uppboðssøla er ikki nakað, ið vit kunnu rokna við, og tvey tey seinastu árini hava víst, at menningarkvotur kunnu norðoyingar ongantíð fáa. 
 
Hvat hevur samgongan gjørt fyri fiskivinnuna í Norðoyggjum hesi seinastu 4 árini?
Samgongan hevur gjørt tað, hon ætlaði, nevniliga at taka fiskirættindir úr Norðoyggjum og Eysturoy og býta tey út av nýggjum til onnur økir.

Í staðin fyri at fortelja Óluvu fittar barnsligar happy-ending søgur, sum fá trúgva, og sum einki hava við veruleikan at gera, átti man at kalla ein spaka fyri ein spaka.

Fjaldi málsetningurin var og er: at rættindi SKULU takast frá útpeikaðum fyritøkum og manningum og latast øðrum.

Burturforkláringarnar minna mest um dukkusjónleik skrivaður av Hoydal og umbiðin av Klettskarð.
     
Eg eri tí als ikki samdur við Høgna, at framtíðin hjá fiskivinnuni í Norðoyggjum sær bjørt út.

Tað er heilt greitt, at virksemið hjá JFK samtakinum á sjónum er viknað munandi undir verandi samgongu, og harvið er styrkin at skapa virksemi á landi eisini munandi viknað.  

Samgongan hevur skapt ein ótryggleika, sum ger framtíðina rættiliga óvissa, og tað er greitt, at tað verður nærum ógjørligt at gera nýíløgur. 
 
Hanus Hansen, stjóri í JFK


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Nú bleiv Signar Dam rættuliga illur
Hon er nýggjur leiðari
Tá flotin veksur verður minni í part
Eftirlýsing: Eigur tú myndir av Vesturvón
Løtumyndir av G! 2019
Útróðrarbátar­nir í bólki 5B verða helst lagdir longu í hesi vikuni
Ongin suðuroyar­tunnil við sitandi samgongu
Kenna tit fólkini ?
So komu boðini: Frá C til E og so út - Sonja J. Jógvansdóttir gevst
G! 2019 - Tónleika­sending
Fleiri løtumyndir av G! 2019
Við Sjóvarmálan (7) - 15. juli 2019
Tíggju tey størstu bingju­skip­ini í heiminum
Komið øll við (15) - Svínoyar­vitjan 2. partur - 11. juli 2019
Myndir frá leygar­deg­num á G! 2019
EINKI ER HENT: Útlendingar keypa ognir á útoyggj
Hann stillar eisini upp fyri Føroya­flokkin
Myndir av framførslum á G! 2019
Útróðrarbátar í bólki 5B fáa helst fleiri dagar
G! MYNDARØÐ HÓSDAGIN
Samrøða: Jógvan Kristin Olsen, bóndi í Svínoy, ið eisini hevur búð í Qatar
Stafettin (13) - Jógvan Skorheim spyr Bjarna Kárason Petersen
Melania Trump ella eitt fuglaskrímsl?
IR, Lastbilar, Zafira og Landleiðin skulu koyra Bygdaleiðir komandi 7 árini
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Við Sjóvarmálan
Við Sjóvarmálan (7) - 15. juli 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Jóhan við Neyst "Gud er alvitandi"
Komið øll við
Samrøða: Uni Næs, dómpróstur, um umvælingar á Svínoyar Kirkju
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Skorheim, um gistingar­húsið í Svínoy, ið einaferð var ætlað sum sambyli
Komið øll við
Samrøða: Regin Meyer Olsen, sum miðskifti torv
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Kristin Olsen, bóndi í Svínoy, ið eisini hevur búð í Qatar
Komið øll við
Samrøða: Heidi Neshamar Olsen, bóndakona í Svínoy, sum eisini hevur búð í Qatar
Stafettin
Stafettin (13) - Jógvan Skorheim spyr Bjarna Kárason Petersen
Ymiskar sendingar
G! 2019 - Tónleika­sending
Komið øll við
Komið øll við (15) - Svínoyar­vitjan 2. partur - 11. juli 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið á ferð (114) - Samrøður frá Europa League heimadysti­num hjá NSÍ
EvR
Kelduvaðið - Tala: Símun Absalonsen "Gud og líðingar" - Orðið: "Úr Bankabók Trúarin­nar"
Komið øll við
Samrøða: Hans Arni Bertholdsen, sum ferðast í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Eyðun Mohr Viderø og konan Ragnheiður
Komið øll við
Samrøða: Erling Eidesgaard, sum hevur svomið millum oyggjar­nar seinastu árini
Komið øll við
Samrøða: Eyðun Jacobsen, tyrluavgreiðslu­maður í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Marius á Geilini, avgreiðslu­maður hjá Strandferðsluni í Svínoy
Komið øll við
Samrøða: Jógvan Pauli í Kongsstovu, skipari á Rituni
2069
"Kom á 2069!" (67) - 5. juli 2019
Stafettin
Stafettin (12) - Aksel V. Johannesen spyr Jógvan Skorheim
Nýggjastu tíðindi