Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 7. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Rák
Rák (44) Kunstterapi, Fimm rytmu dansur og vaginalterapi
Metis
Samrøða: Madalina Zamfirescu, sum leikar hondbólt við rumenska hondbóltslands­liðnum
Metis
Samrøða: Óli Breckmann um bókina "Latið ei søguna doyggja"
Metis
Samrøða: Helgi Abrahamsen um lívið sum nýggjur lands­stýris­maður
Metis
Samrøða: Heini Ellingsgaard um nýggju sjóhita­skipan­ina í Klaksvík
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Einar Vang "Josva bók" - 6. partur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Jóannes Johannessen, bóndi, vanliga nevndur Jóannes í Miðstovuni, greiðir frá um sølu av grønmeti
Sandoyarsendingin
Samrøða: Gerhard Lognberg, nevndafor­maður í Sandoy Seafood, greiðir frá um støðuna á virkinum og um nøvn og staðarnøvn í Skopun
Metis
Metis - Øll sendingin - 08. okt 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Svein í Heiðinum, tænastu- & góðskuleiðari hjá Smyril Line, greiðir frá um Hotel Skálavík, sum nú letur aftur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Karl Vidtfeldt greiðir frá ymiskum á lívsleiðini
Vespureiðrið
Vespureiðrið (123) - 07. okt 2019
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (6) - 07. okt 2019
Lýsing
Lýsing

Fólkaskúlalærarar skulu undirvísa minni

Innanlands, Lesarabrøv | 12/07-2019 18:30

Tímajáttanin hjá fólkskúlanum verður alsamt skerd, samstundis sum fleiri arbeiðsbyrður verða lagdar á lærarar. Hetta eru ikki nøktandi karmar – hvørki fyri skúlan, lærarar, næmingar ella samfelagið. Tað er alneyðugt at nútímansgera hesar karmar skjótast gjørligt

 

Fólkaskúlin er grundarlagið undir teimum seinnu skúlaárunum á miðnámi og á hægri lestri hjá okkara børnum og ungdómi. Tí hava tey fyrstu 9 -10 skúlaárini ómetaliga stóran týdning fyri framtíðina hjá komandi ættarliðum, sum í roynd og veru eru framtíðin hjá øllum samfelagnum. 

 

Sambært Mentamálaráðnum er uppgáva fólkaskúlans ”at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, ið stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini”. 

 


Eg ivist onga løtu í, at okkara dugnaligu lærarar kring landið dagliga arbeiða eftir hesi áseting. Men spurningurin, sum vit eiga at seta okkum, er, um almennu politisku karmarnir kring fólkaskúlan liva upp til hesi mál í dag.

 

Tá eg spyrji lærarar, hvørjar avbjóðingar eru tær størstu hjá fólkaskúlanum í dag, so svara flest allir: “Tað er, at tímajáttanin verður skerd og skerd.” Fleiri og fleiri uppgávur verða lagdar á skúlar og lærarar, uttan at tímajáttanin økist samsvarandi. 

 

Somu niðurstøðuna hevði nýggi formaðurin í Føroya Lærarafelag í eini grein í Sosialinum ímars mánaði, har hann segði, at lærarar eftir trýsti frá Mentamálaráðnum vóru noyddir atundirvísa tveir til tríggjar tímar ov nógv um vikuna. 

 

Úrslitið var sambært formanninum, at lærarar í dag hava tilsvarandi minni tíð til annað virksemi, sum ikki beinleiðis er undirvísing. Slíkt virksemi er m.a. samstarv við aðrar lærarar, samtalur við foreldur, uppgávurætting, setursskúlar og skeið .

 

Víst var eisini á eina góða loysn at fáa hesar mistu tímarnar aftur. Tað var at skerja eitt sindur í undirvísingartímunum hjá næmingunum, sum lærarar síðani fáa til sína “egintíð”. Hetta átti at verið møguligt, tá fólkaskúlalærarar í dag undirvísa meira enn lærarar í skúlum uttanlands. Hetta vil ikki lækkað góðskuna á undirvísingini – heldur hinvegin.

 

Vit eiga at lurta eftir slíkum frágreiðingum frá Føroya Lærarafelag og gera alt, vit kunnu, fyri at fáa fólkaskúlan aftur á beint, tá talan er um undirvísingartímar. 

 

Verði eg valdur á Føroya Løgting, vil eg virka fyri, at fólkaskúlin verður endurskoðaður, og karmarnir nútímansgjørdir og betraðir. Soleiðis kann tann góði fólkaskúlin gerast enn betri í framtíðini. Hetta vil gagna okkara børnum og lærarum, og hetta vil gagna føroyska samfelagnum.

 

Birgir Nielsen,

Valevni hjá Fòlkaflokkinum til komandi løgtingsval


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Útlendingar í føroyskari fiskivinnu
MYNDARØÐ: Brúgvin um Fossá latin Vestmanna kommunu
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
Visit Faroe Islands fær nógvar kærur
Bourbon Offshore Norway til Føroya at útvega manning
Kurdiskur politikkari er helst dripin í Sýria
Nei, ikki sær hetta pent út !!!. Soleiðis ger man bara ikki
Rák (44) Kunstterapi, Fimm rytmu dansur og vaginalterapi
Fyrispurn­ingur um hví vegurin til Hvalbiar­tunnilin skal hava so nógv sving
Viðhald frá Løgtingsins umboðsmanni
Tíðindi á R7 klokkan 16:00 og 20:00
Færri ferðafólk og fleiri gistingar­hús
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Fólk ilskast inn á líkasælu og vandalismu av listaverki
- Eg havi altíð havt fastan sess í kirkjuni
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
USS DONALD COOK liggur á Runavík í dag
Avgerðandi munur á summar­dekkum, heilársdekkum og vetrar­dekkum
Elsebeth á vitjan hjá Bústøðum
Støðumynd av Eystur­oyartunli­num 16. oktober 2019
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Mary krúnprinsessa er vorðin ríkisfyristøðu­fólk
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Metis
Samrøða: Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatør­felag, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Høgni Hoydal, fyrrv. fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
Metis
Samrøða: Jacob Vestergaard, fiskimála­ráð­harri, um nýggja uppskotið til fiskivinnu­lóg
EvR
Á Torginum - Ein dag í senn - Einar Vang "Josva bók" - 7. partur
Metis
Metis - Øll sendingin - 15. okt 2019
Vespureiðrið
Vespureiðrið (124) - 14. okt 2019
EvR
Kelduvaðið - Tala: Poul Johan Djurhuus "Dópur" - Orðið: "Vitin stendur, hvat enn ið hendir"
Rák
Rák (44) Kunstterapi, Fimm rytmu dansur og vaginalterapi
Metis
Samrøða: Madalina Zamfirescu, sum leikar hondbólt við rumenska hondbóltslands­liðnum
Metis
Samrøða: Óli Breckmann um bókina "Latið ei søguna doyggja"
Metis
Samrøða: Helgi Abrahamsen um lívið sum nýggjur lands­stýris­maður
Metis
Samrøða: Heini Ellingsgaard um nýggju sjóhita­skipan­ina í Klaksvík
EvR
Á Torginum - Hebrearabrævið - Einar Vang "Josva bók" - 6. partur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Jóannes Johannessen, bóndi, vanliga nevndur Jóannes í Miðstovuni, greiðir frá um sølu av grønmeti
Sandoyarsendingin
Samrøða: Gerhard Lognberg, nevndafor­maður í Sandoy Seafood, greiðir frá um støðuna á virkinum og um nøvn og staðarnøvn í Skopun
Metis
Metis - Øll sendingin - 08. okt 2019
Sandoyarsendingin
Samrøða: Svein í Heiðinum, tænastu- & góðskuleiðari hjá Smyril Line, greiðir frá um Hotel Skálavík, sum nú letur aftur
Sandoyarsendingin
Samrøða: Karl Vidtfeldt greiðir frá ymiskum á lívsleiðini
Vespureiðrið
Vespureiðrið (123) - 07. okt 2019
Sandoyarsendingin
Sandoyar­sendingin (6) - 07. okt 2019
Nýggjastu tíðindi