Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tosar Pedagogfelagið fyri deyvum oyrum?

Innanlands, Lesarabrøv | 14/07-2019 12:00

Í Dagur og viku, fríggjakvøldið 12. juli, varð varpað ljós á avbjóðingarnar og trýstið, sum er á dagstovnaøkinum. Pedagogfelagið metir tað verða neyðugt, at koma við nøkrum viðmerkingum.

Gunnvør Balle, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu, varð boðin í sjónarpsstovuna, har prátað varð um støðuna.

Nancy Poulsen, forkvinna í Leiðararáðnum, Maika L. Samuelsen, fráfarin dagstovnaleiðari og Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, greiddu frá stóru avbjóðingunum, sum leiðarar og starvsfólk á økinum hava.

Leiðarar fara frá dagstovnaøkinum vegna vánaligar arbeiðsumstøður og økta ábyrgd, uttan at fígging ella tíð er sett av til tað. Trygdin og góðskan á dagstovnunum í øllum landinum er í vanda, og stovnar vanta starvsfólk og tíð til børnini.

Gunnvør Balle var inni á, at ongin hevur orku at arbeiða fulla viku í vøggustovu, uttan at veruliga koma inná orsøkina til hesa støðu.

Eisini kom Gunnvør inn á, at normeringin ikki er ein trupulleiki á dagstovnaøkinum, men at ov fáir námsfrøðingar eru, til at manna stovnarnar. Hon nevndi, at Tórshavnar kommuna er í breiðum dialogi við avvarandi fakfelag og Mentamálaráðið um nakrar loysnir.

Sjálv nevndi hon nakrar loysnir, ið kundu verið at útbúgva hjálparfólk, og at lærarar ella sálarfrøðingar kundu komið inn á dagstovnarnar, at arbeiða við námsfrøði, og fáa løn eftir øðrum sáttmála.

Tað er gleðiligt at ein myndugleiki hevur viðgingið, at lønirnar á námsfrøðiliga økinum eru ov lágar. Tað hava vit víst á í fleiri ár, men at loysa hetta við at seta betri løntar fakbólkar inn á økið, er uppá ongan máta ein gongd leið. Bara uppskotið meta vit verða ein stór vanæring fyri tí fakstoltleika, ið námsfrøðingar hóast alt hava lisið seg til í 4 ár.

Eisini tók Gunnvør til, at dagstovnarnir í Tórshavnar Kommunu eru púra tryggir at hava opnar.

Er tað veruliga so?

7 leiðarar og eitt ótal av starvsfólki hava sagt seg úr starvi, og eru farin av økinum.

Hvussu nógv børn skulu, eftir summarfrítíðina, møta inn á ein stovn, sum í mangar mátar er ein lappaloysn, byggiøki ella hevur eitt ótal av ókendum starvsfólki, sum í nógvum førum hava ótolandi arbeiðsumstøður?

Aftur hesaferð varð frástøða tikin frá leiðarum, ið søgdu frá ringu støðuni.

Tað tykist sum um at Pedagogfelagið og leiðarar á dagstovnum tosa fyri deyvum oyrum – ella er veruliga eingin vilji til, at taka hendan trupulleikan í størri álvara.

Fyri kortum fingu lærarar, við einum pennastrokið og uttanum vanligar samráðingar, eina fulla viku til námsfrøðiliga fyrireiking frá Mentamálaráðnum.

Hvussu ber tað til at dagstovnaøkið, og námsfrøðiliga økið yvirhøvur, ikki fær hesa raðfesting? Full tíð á dagstovnaøkinum merkir 40 tímar á gólvinum.

Arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum eru so mikið vánaligar, at full arbeiðsvika ikki er ein møguleiki, ið ein setur sær fyri.

Eitt minstamark av tímum eigur at fevna um: At starvsfólk hava ymiskan starvsaldur.

At fígging er til vikarar, tá starvsfólk eru burturstødd vegna sjúku ella feriu.

At rúmd er fyri at fyrireika og eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið og at leiðslan verður fíggjað uttanum hesa fígging.

Føroya Pedagogfelag hevur í longri tíð rópt varskó – økið hevur tørv á einari heildarætlan.

Høvuðustrupulleikin í hesum leikinum er ikki bert tað, at stovnunum vantar starvsfólk.

Trupulleikin er tann, at eingin greiður leistur er fyri, hvussu stovnarnir verða fíggjaðir.

Tað verður ikki á kommunalpolitiskum støði at trupulleikin verður loystur, men í landspolitikki.

Dagstovnalógin má endurskoðast og dagførast soleiðis, at tryggjað verður eitt minstamark av tímum til starvsfólk á dagstovnaøkinum.

FØROYA PEDAGOGFELAG


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi