Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Jóhannis Joensen: Samskipan av viðgerðum á sjúkrahúsunum

Innanlands, Lesarabrøv | 15/07-2019 07:00

Tað er av alstórum týdningi, at upplýsing um fólkaheilsu áhaldandi er á breddanum.

Heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk spara sjálvsagt pening og orku.

Heilsutænastur eiga at skipast úti í økjunum, har borgarin virkar og býr.

Umfatandi sjúkraviðgerðir verða tó gjørdar á sjúkrahúsunum.

Vit eiga at duga betur at samskipa viðgerðirnar soleiðis, at bíðitíðin til viðgerð ikki gerst óneyðuga long.

Viðgerðartrygd hevur verið frammi, og er hetta skilagott at arbeiða fram ímóti.

Vit hava trý sjúkrahús, sum eiga at samskipa viðgerðartilboðini soleiðis, at bíðitíðin gerst so stutt sum gjørligt.

Eftir sjúkraviðgerð skal endurvenjingarparturin fylgjast upp beinanvegin, soleiðis, at fólk gerast virknir samfelagsborgarar aftur sum skjótast – og hetta eigur at vera galdandi bæði, tá ið talan er um somatiskar og sálarligar sjúkur.

Vit skulu raðfesta endurvenjingardeplar og ambulanta sjúkraviðgerð munandi hægri. Endurvenjing krevur fólk við fakligum førleikum, og her krevjast munandi átøk.

Allir føroyingar skulu hava rætt til bestu tænastu og viðgerð.

Góðskan og bíðitíðin til viðgerð eigur ikki at vera tengd at fíggjarligum viðurskiftunum hjá einstaka borgaranum.

Eitt vælferðarsamfelag sum okkara eigur at lofta øllum borgarunum, líka mikið hvar í landinum tú býrt, og hvussu fíggjarliga støðan er.

Hóast nógvur peningur verður brúktur til útbygging av Landssjúkrahúsinum, hevur tað sanniliga eisini stóran týdning at játta peningin, ið krevst, fyri at røkka so góða viðgerðartænastu sum gjørligt á øllum trimum sjúkrahúsunum.

Viðgerðartilboð til bæði somatiskar og sálarligar sjúkur skulu verða minst líka góð sum í grannalondum okkara.
 
Jóhannis Joensen
valevni hjá Javnaðarflokkinum
Løgtingsvalið 2019


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
Ring til tann føroyska jóla­mannin
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Ein mamma, sum nú er deyð, undir illgruna fyri dráp og drápsroynd í Tromsø
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi