Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

EINKI ER HENT: Útlendingar keypa ognir á útoyggj

Innanlands | 15/07-2019 10:00
Tilvildarlig mynd | Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Avleiðingarnar kunnu øll longu nú rokna út, men samfelagið velur at lata eygu og oyru aftur fyri tí veruligu gongdini, og bíða til veruleikin er ítøkiligur - og tá er sjálvsagt ov seint.

Orðini omanfyri eigur Útoyggjafelagið.

Felagið tók harliga til orðana í eini grein á heimasíðu síni tann 17.juni 2018. Eftir áheitan frá einum lesara fara vit  at endurprenta greinina hjá Útoyggjafelagnum her. 

Greinin byrjar: 
Í hesum døgum ( 2018 ) er kjak í miðlunum um, at útlendingar spyrja eftir húsum á útoyggj, og hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri útoyggjarnar. Spuringinurin er eisini, hvat føroysku myndugleikarnir eiga at gera við hetta. 

Útoyggjafelagið hevur eina greiða støðu í hesum máli, og hon er, at tað tørva lógir og reglugerðir á økinum, sum tryggjar búsetingina á útoyggj, og ikki minst møguleikan hjá teimum lokalu og teirra eftirkomarum, at ogna sær eina íbúð í bygdini. Felagið metir, at tað treytir eiga at setast teimum sum eiga hús, og ikki búgva á staðnum, hetta kann vera t.d. heil ella partvís bústaðarskylda, ella at tað fall gjøld til tey sum eiga, um tey ikki ynskja at leiga út.

Niðanfyri er grein, ið er avleidd at kjakið í Kringvarpinum 20.07.2018. 

Í meira enn 20 ár, hevur Útoyggjafelagið heitt á myndugleikarnar, um at tryggja atgongd til bústaðir á útoyggj, soleiðis at næsta ættarlið, og onnur, hava møguleikan at seta búgv har, um tey ynskja tað. Fyrst og fremst tørvar leigu íbúðir, so tað ikki er neyðugt at keypa ella byggja, í fyrsta umfari.

Hetta krevur at land og kommunur skapa henda møguleika, og saktans kundi tað verið tóm hús í bygdunum, ið kundu verið brúkt til endamálið. Men, sum við so nógvum, so er lítil og ongin almenn planlegging á hesum øki, og helst eru tað fleiri ung, ið hava sett búgv á meginøkinum, hóast tey kundu hugsa sær at búð á útoyggj.

Krøvini hjá bankunum til eginpening og trygdir til íløgur á útoyggj eru so stórar, at útoyggjafólk og ungdómar sjáldan klára at liva upp til hetta, og tí fáa tey allar flestu avslag. Hesar umstøður stuðla ikki undir fjølbroyttari búseting og eru ikki við til at menna útjaðaran í Føroyum, tað nýtast ikki fleiri kanningar til at staðfesta tað.

Nú talið á útlendingum, ið vilja ogna sær hús á útoyggj og í útjaðaranum økist, kemur hetta at vera í kapping við fólk á meginøkinum, ið ynskja sær tað sama. Hetta fer at økja prísin á ognum á útoyggj enn meira, og skumpar tey lokalu og við tilknýti longur burtur í røðini til ein bústað.

Avleiðingarnar kunnu øll longu nú rokna út, men samfelagið velur at lata eygu og oyru aftur fyri tí veruligur gongdini, og bíða til veruleikin er ítøkiligur - og tá er sjálvsagt ov seint. GREININ ENDAR HER .

Lesarin heldur ikki at teir politisku flokkarnar hava víst á loysnir, um ikki øll húsini á útoyggj skulu fara á útlenskar hendur.  
 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Høvdu vit átt ein Brand Sandoy, so var annarleiðis her
Framfýsin borgar­stjóri: ongin orsøk at fella i fátt
4,8 milliónir hava sæð filmin um filippinarar í Føroyum
Forkvinnan í Kringvarpstýri­num heldur eisini at ein kanning skal setast í verk, um lekan í KVF
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Miðvika við Kára P. Højgaard (4) - Gestur: Henning Bøgesvang
Samrøða: Heine Lützen um 17 heimsmál­ini hjá ST
Úr myndasavni­num – Nøkur góð minni um mynd frá seinast í 1960 – árunum
R7 eisini rakt av fútabanni
Útlendskur ognarskapur í føroysku fiski­vinnuni má út
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Fiskaðu tosk, men avreiddu sild
Jóla­pakkar­nir eru góðir, hóast allir eru til mannfólk
So er Hasfjord helst á veg í flotan- Løgtingið samtykt 10 milliónir til ferjukeyp
Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi
Samrøða: Óli Jacobsen um bókina “Njál – ljós í skugga”
Skattamálið snýr seg ikki um boðberan
Er tað so KVF sum hóttir trygdina í Føroyum?
TALUFRÆLSI
Úr myndasavni­num: Nøkur orð um 67 ára gamlan komfýr og ovnar úr stoypijarni
Professari á DTU: Ætlanin er at fólk skulu hava elektroniska flís í heilan
Metis - Øll sendingin - 10. des 2019
Bókatáttu­rin (2)
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi