Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jógvan í Skorini: Onkur má gjalda

Innanlands | 15/07-2019 09:00

Hví skulu skattagjaldararnir í eitt nú Eiðis kommunu rinda fyri vatn, kloakk, vegir, sløkkilið o.s.fr. hjá einum borgara, ið als ikki er búsitandi í kommununi.  

Í síðstu viku kom ein journalistur frá Dimmu á vitjan at tosa um bústaðarneyð o.s.fr. Sjálvur eri eg sum so nøgdur við greinina, og eg meti at journalisturin hevur verið rímiligur í síni grein.

Beint sum okkurt kom at lesa á facebook, ringdi ein vinmaður og spurdi hvat hetta var fyri bolshevikkiskt møsn eg kom við. Tá skilti eg á lagnum, her má helst eitt skriv koma mótsatta vegin sum skjótast. 

Eg segði ymsikt um hvat og hvussu, men høvuðsboðskapurin var, at tað kann ikki vera rætt at borgarar í eini kommunu, umvegis skattin, skulu gjalda fyri tænastur til borgarar, ið als ikki hava bústað í kommununi og harvið einki rinda til lokala felagskassan.

Hví skulu skattagjaldararnir í eitt nú Eiðis kommunu rinda fyri vatn, kloakk, vegir, sløkkilið o.s.fr. hjá einum borgara, ið als ikki er búsitandi í kommununi. Skalt tú vera partur av eini skipan/bygd/kommunu, so er neyðugt, at tú eisini ert við at gjalda fyri tænasturnar á staðnum. 

Man kann gera eitt simpult roknistykki har man býtir samlaða kostnaðin fyri vatn, kloakk, vegir, sløkkilið o.s.fr. við samlaða talið av húsum í kommununi. Við hesum fæst ein veruligur kostnaður fyri tænastur til hvørt hús. Ert tú skattgjaldari í kommununi, so rindar tú longu fyri hesar tænastur, ert tú ikki búsitandi í kommununi, ella er eingin ið hevur bústað í tínum húsum, so mást tú rinda kostnaðin á annan hátt. 

Lagaliga løtan at gera tílíkar broytingar er beint nú. Vit hava eina bústaðarneyð, sum kann koma at kosta okkum dýrt, og møguliga ein tílík rættvís skipan hevði gjørt, at fleiri tóm hús blivu leigaði út til fastar bústaðir. 

Vit skulu ikki vera bangin fyri at gera lógir og broytingar sum bara passa til okkara samfelag. Tann dagin vit læra, at lógirnar ikki nýtast fyrst at koma úr ES ella Danmark og síðani til Føroyar, tann dagin koma vit at fáa skipað hetta landið til føroyingar. 

Føroyskar lógir til eitt føroyskt samfelag.

Soleiðis skrivar Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði á facebook vanga sínum.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi