Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Jan Danielsen: Munur á býráðspolitikarum í Runavík og Klaksvik

Innanlands, Lesarabrøv | 16/07-2019 09:00

Um broyting ikki kemur í viðvíkjandi parkeringsviðurskiftunum á havnalagnum í Saltangará, so letur Dekkservice ikki uppaftur eftir summarfrítíðina

Komin úr Runavík frá arbeiði í kvøld, kom eg í prát við ein býráðslim í Klaksvík. Tað fyrsta hann spyr meg um, er um tað veruliga er so galið í Runavík, at tíðaravmarkað parkering er sett í gildi á havnalagnum. Ja, svarið eg, so er - skil tað hvør í skilja vil.

Hann fortaldi mær síðan, at heilt afturi í 2005/2006 bleiv øll tíðaravmarkað parkering avtikin á havnalagnum í Klaksvík.
Her skuldi eingin fáa bót fyri at fara til arbeiðis ella til útróðrar. 

Tað hevur altíð verið strævið, at rikið egið virksemi - tað vita øll, sum hava roynt tað. Men at skula stíðast við lokala myndugleikan, tí tú roynir at reka virksemi á staðnum, er allarhelst eindømi í Føroyum.

So um broyting ikki kemur í viðvíkjandi parkeringsviðurskiftunum á havnalagnum í Saltangará, so letur Dekkservice ikki uppaftur eftir summarfrítíðina - kanska er tað tað býráðslimirnir ynskja, men so kundu teir bara sagt tað.

Í síðstu viku komu nakrir sjómenn aftur av skipi. Allir, sum høvdu parkera við frostgoymsluna í Saltangará, høvdu fingið bót - onki stuttligt at koma heim aftur til, og teir vóru heldur ikki blíðir.

Men kanska onkur onnur kommuna tímir at hýsa vinnuligum virksemi og sjómonnum???


Jan Danielsen


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Høvdu vit átt ein Brand Sandoy, so var annarleiðis her
Framfýsin borgar­stjóri: ongin orsøk at fella i fátt
4,8 milliónir hava sæð filmin um filippinarar í Føroyum
Forkvinnan í Kringvarpstýri­num heldur eisini at ein kanning skal setast í verk, um lekan í KVF
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Miðvika við Kára P. Højgaard (4) - Gestur: Henning Bøgesvang
Samrøða: Heine Lützen um 17 heimsmál­ini hjá ST
Úr myndasavni­num – Nøkur góð minni um mynd frá seinast í 1960 – árunum
R7 eisini rakt av fútabanni
Útlendskur ognarskapur í føroysku fiski­vinnuni má út
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Fiskaðu tosk, men avreiddu sild
Jóla­pakkar­nir eru góðir, hóast allir eru til mannfólk
So er Hasfjord helst á veg í flotan- Løgtingið samtykt 10 milliónir til ferjukeyp
Jødar umhugsa at fara úr Bretlandi
Samrøða: Óli Jacobsen um bókina “Njál – ljós í skugga”
Skattamálið snýr seg ikki um boðberan
Er tað so KVF sum hóttir trygdina í Føroyum?
TALUFRÆLSI
Úr myndasavni­num: Nøkur orð um 67 ára gamlan komfýr og ovnar úr stoypijarni
Professari á DTU: Ætlanin er at fólk skulu hava elektroniska flís í heilan
Metis - Øll sendingin - 10. des 2019
Bókatáttu­rin (2)
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi