Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Faroe Pride fyri 10. ferð 

Innanlands | 16/07-2019 14:00

Leygardagin 27. juli verður Faroe Pride á skránni fyri 10. ferð. Kendi danski sjónvarpsverturin Hans Pilgaard setir ársins Pride, meðan Teitur, Jasmin, Marble Lost og Helgi fara at framføra. Boogie O'Kayla, ið er føroysk drag queen, verður ársins vertinna. 

Ársins Pride skrúðgonga byrjar sum vanligt við Tórsvøll í Tórshavn leygardagin, 27. juli 2019, kl. 16.00, har skelti, fløgg og annað litfagurt tilfar verður býtt út til luttakararnar. 

Hitað verður upp á staðnum og síðani fer skrúðgongan oman gjøgnum Hoydalsvegin, ígjøgnum miðbýin og inn á Vaglið, sum er stongt av til tiltakið. Sum vanligt fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur og á sín egna hátt seta lív og ælabogalitir á Havnina lítla ólavsøkuaftan. 

Á Vaglinum verður skipað fyri stórari ókeypis konsert, har Boogie O'Kayla, ið er føroysk drag queen verður ársins vertinna, meðan Teitur, Jasmin, Helgi og Marble Lost fara at framføra. 

Ársins Faroe Pride verður sett av kenda danska sjónvarpsvertinum Hans Pilgaard, sum m.a. hevur verið og er vertur fyri sjónvarpssendingarnar "Hvem vil være millionær", "Go'aften Danmark", ”Den store klassefest” og "Sæt pris på Danmark". Hans Pilgaard hevur eisini skrivað ævisøguna ”Støj og fortielser", har hann opið og erligt lýsir sítt privatlív, sína yrkisleið og lívið sum samkyndur maður. Vælumtókti sjónvarpsverturin er giftur við Jobbe Pilgaard, som eisini verður við á Faroe Pride. 

Onnur tiltøk á Pride 

Í ár eru samstundis hálvt-hundrað ár liðin síðani Stonewall uppreisturin í New York, sum varð byrjanin til altjóða LGBT rørsluna, soleiðis sum vit kenna hana í dag. Árið eftir var allarfyrsta Pride skrúðgongan gingin í New York. Aftaná Pride konsertina á Vaglinum, skipar Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF) tí fyri ókeypis tiltaki í Perluni, har ljós verður m.a. kastað á aljtóða LGBT søgu. Framløga um 50 ár eftir Stonewall við svensku Dagmar Brunow frá The Swedish Archive for Queer Moving Images er á skránni frá kl. 19.00, umframt at ymiskir stuttfilmar verða vístir í Perluni. 

Pride Afterparty verður síðani í Sirkus. Hetta byrjar kl. 21.00 og heldur fram til kl. 04.00 um náttina. Á skránni í Sirkus verða m.a. Joe and the Shitboys og ymiskir DJs. 

Løgtingsval fyri framman

Faroe Pride er ætlað øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar – sama hvørja kynsliga sannføring ella samleika, ein sjálv/ur hevur. 

Túsundtals føroyingar hava tessvegna luttikið á Faroe Pride undanfarnu árini. Hesi fólk hava kravt eitt rúmligari Føroyar og javnrættindi fyri allar føroyingar, eins og størri virðurkenning fyri LGBT føroyingum og teirra avvarandi. Tað hava verið fleiri stig, sum hava borið okkum rætta leið í Føroyum seinastu árini, men stríðið fyri fullum javnrættindum í Føroyum er langt frá komið á mál. Enn er nógv at stríðast fyri javnrættinum at frama, umframt at tørvur enn er á at verja vunnin rættindi. 

LGBT Føroyar heitir tí á allar føroyingar, ið ynskja eitt fjølbroytt, javnrætt og rúmligt Føroyar um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2019 – til gaman og álvara. Nú løgtingsval verður eftir ólavsøku, er somuleiðis talan um eitt upplagt høvi at vísa komandi politiskum valevnum hvøjar framtíðar Føroyar ein ynskir sær.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
SVIK: Ronnie Thomassen ummælir bókina um Eik-málið
Rindaði bara 16 krónur fyri ein stóran bygning í Vestmanna
Vit á R7 gita: Hendan ferjan skal sigla við farminum, um Skopunarfjørð
Samrøða: Bjarni Arnason, Jóhan Dahl og Jacob Vestergaard um fiski­vinnu­lóggávuna, sum er á veg
Miðvika við Kára P. Højgaard (3) - Gestur: Hendrik Old
Donald Trump gav talibanum ein rimmar hvøkk á vitjan í Kabul
Sonne Smith um nýggja havrannsók­nar­skipið
R7 Premier League (41) - 9. des 2019
Ivan H. Niclasen: Meira gjøgnumskygni
Høgni í Jákups­stovu: Eg skilji báðar partar
Hol sett á arbeiði undir Høganesi
Hendingin í Miðvági í gjárkvøldið: politiið hevur sent hetta tíðindaskriv út
Metis - Øll sendingin - 03. des 2019
Ring til tann føroyska jóla­mannin
Hetta er nýggi havnarfútin í Vestmanna
Studningur til at ganga á háskúla í ríkisfelagsskapinum
Samrøða: Jacob Vestergaard um manglandi fiskidagar hjá Bólki 5B
Samrøða: Ragnar Danielsen um bók sína "Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu"
Ein mamma, sum nú er deyð, undir illgruna fyri dráp og drápsroynd í Tromsø
Georg L. Petersen: Innihaldið í samrøðuni eigur út til fólkið
Pávakirkjan snávar frá eini gølu til aðra
Jødisk-kristin mentan og etniska býtið av Nobel-vinnarum
Trupulleiki við muni á fiskaprísi
Fleiri idiotiskir spádómar um annað enn veður
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi